Snópisligt

Ja, tað er bart út snópisligt hjá okkum báðum, bróður, Petur Jacobi, ikki at hava hoyrt tað fyrr enn nú um dagarnar, at abbi okkara, Petur Jacob á Fløtti, er frásøgumaður til ævintýrið "Trøllið á fjallinum". Men, men - abbi fórst við "Kristinu" undir Íslandi í 1920, og tá í tíðini vóru pennar og bøkur ikki tey fremstu amboðini. Vit brøður eru, sum bygdarfólkið annars, uppvaksnir við rúgvum av trølla- og huldusøgum, men "Trøllið á fjallinum" er ikki á listanum. Líkamikið - Doktar Jakobsen hevur "Trøllið á fjallinum" í savni sínum "Færøske folkesagn og æventyr", 1898-1901, og frásøgufólk er abbi okkara á Fløtti. Stik den!!

TRØLLIÐ Á FJALLINUM

Maður og kona áttu tveir dreingir. Ein dagin fóru teir út at ganga og tóku hvør sín vegin. Annar kom til eitt hús, hvar hann fekk svørð og ryssu, reið so til eitt annað hús og fekk ein hund, so til triðja og fjórða húsið og fekk hund úr hvørjum.

Tá ið hann hevði riðið ein dag, kom hann til ein stóran stað; har var ræðsla og grátur á fólki, av tí at eitt trøll við tíggju høvdum skuldi hava eitt fólk úr staðnum hvønn dag til at eta. Tað búði uppi á einun fjalli, og fólkini skuldu førast hagar upp til tað.

Tann dagin, ið hesin drongur kom til staðin, var út av lagi ringur standur í kongsgarðinum, tí kongadóttirin sjálv skuldi verða førd fyri trøllið. Kongurin hevði lovað tí manni, sum kundi drepa tað, dóttur sína til ektar; men einki batti.

Hundarnir hjá dronginum: Pætur klóki, Pætur sterki og Pætur snari, tosa saman um at fáa dripið hetta trøll; Pætur klóki stílar, hvussu at skal verða farið, Pætur sterki heldur seg til at fella tað, so drongurin kann fáa høgt høvdini av við svørðinum, og

Pætur snari skal vera kvikur at taka høvdini, so hvørt sum tey verða avhøgd, og svimja við teimum um fjørðin.

Sum alt fólkið fer grátandi aftan á prinsessuna upp á fjallið, drongurin og hundarnir í oddanum, loypur Pætur sterki fram og fellur trøllið, drongurin ripar til við svørðinum og eitt høvdið av; men áðrenn Pætur snari fær gripið tað, fýkur tað uppaftur, og

Pætur klóki biður Pætur snara vera snarari í vendi aðra ferð. Drongurin høggur fyrsta høvdið av aftur, og nú er Pætur so kvikur at grípa tað og svimja um fjørðin við tí. Soleiðis gekk, til øll høvdini vóru avhøgd.

Síðan skar drongurin tungurnar úr teimum og koyrdi í lummaklútin hjá prinsessuni, men av tí at bæði hann og hundarnir vóru móðir, løgdust teir at sova og prinsessan við; lummaklútin við trølltungunum hevði hon hjá sær.

Meðan tey svóvu, kom eitt ótýggi, stjól prinsessuna og lummaklútin - kelvi legði tað í munnin á henni, so hon fekk ikki talað - og høgdi so høvdið av dronginum.

Síðan fór hetta til kongin, segði seg hava dripið trøllið og vísti klútin og tungurnar fram.

Tá ið hundarnir vaknaðu, vóru teir so ógvuliga forharmaðir at síggja harra teirra liggja høvuðleysan. Teir at seta høvdið upp á hann; men tað kom at sita rangvørgt; ikki kundu teir fáa tað av aftur, og einki svørð var at høgga við, tí tað var stolið eisini.

Pætur snari fór tá inn í staðin til at læna svørð, og Pætur sterki høgdi høvdið av aftur við tí - alt stílaði Pætur klóki. So settu hundarnir høvdið aðra ferð upp á harra teirra, og tá kom at vera rætt, so at hann livnaði upp aftur.

Nú ið teir koma til staðin, stendur brúdleypið hjá prinsessuni og hinum ótýgginum, sum segði seg hava frelst hana. Hon, olmussudýrið, hevði sagt nei; men kongurin, pápi hennara, hevði trúað hana til at giftast við honum.

Sum tey sótu við brúdleypsborðið, sendi drongurin ryssu sína tvørtur fyri vindeygað; brúðurin kendi hana, leyp upp og segði, at hann, sum hesa ryssu átti, hevði dripið trøllið.

Drongurin varð heintaður inn og segði frá øllum, sum tilborist hevði; ótýggið dugdi einki at greiða frá, tá ið tað varð spurt, og noyddist at ganga við, hvat tað hevði gjørt. So varð tað dømt og dripið.

Men drongurin varð giftur við prinsessuni og fekk kongaríkið eftir hin gamla kongin. Men hundarnir vóru altíð sum tænarar hjá honum.

 

Frásøgn: Petur Jacob Sivertsen, Gjógv 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

Kategori: Frásagnir