Navnið  
Tann hvassa røðin oman frá Svartbakstindi verður nevnd Sáttarenni,  og hagaparturin ber sama heitið.
Ymsar metingar eru um upprunan til navnið. Onkur heldur - og tað ljóðar rættuliga skilagott, tí her er so gott útsýni um allan hagan - at her hava funnings- og gjáarmenn gjørt semju (sátt) undir býtinum bygdanna millum.
okn.kvg h.psd 01 copy
- Ein onnur frásøgn sigur, at einaferð var ein træta um eini ella onnur ognarviðurskifti millum gjáar- og funningsmenn øðrumegin og kunoyingar hinumegin, men teir gjørdu semju (sátt) uppi í Sáttarenninum.
Funningsmenn og gjáarmenn skuldu lata kunoyingum fimm vanlig skinn á hvørjum ári. Skinnini, ið vanliga vórðu nevnd Kunoyarskinnini, skuldu ikki vera minni enn eina alin í fýrkant. Tey fimm Funningsskinnini skuldu latast úr Funningslíð, meðan tey fimm Gjáarskinnini skuldu vera av Suðurhelvt.
- Skipanin við Kunoyarskinnunum hevur hildið sær uppi í mong  Harrans ár.  
Nú er hon avløgd, men fólk við Gjógv, sum í dag eru á miðjum aldri,  minnast væl skipanina í verki. 
- Viðmerkjast kann, at J. Símun Hansen í bók síni um Kunoyar sókn á bls. 40 viðger Kunoyarskinnini og vísir á aðrar keldur.
Samanumtikið vísir hetta okkum, at tað verður helst ómøguligt at fáa greiði á, hvussu henda aldargamla skipan við Kunoyarskinnunum er komin í lag.
----  
Dánjal Klein skrivaði staðanøvn niður í 1946. Um navnið Sáttarenni sigur hann soleiðis:
"Hetta navn kann hava tríggjar týdningar.
Sáttarenni er høgt fjall, ið liggur mitt í haganum. Sátt kann týða gott, sera gott - vala seyður, sum gongur har. Kann eisini týða sáttmáli - og sótt t.d. bráðsótt. Teir gomlu brúktu viðhvørt orðið sátt - sáttarseyður - valagóður seyður o.s.fr. Haldast kann, at navnið er komið av tí, at hesin hagin frælsar sera góðan seyð".
  
- Á vestursíðuni á Kalsoynni - í hagaparti, ið hoyrir til bygdina Húsar - eru einar skorar, ið vera nevndar Sáttarskorar. Heimildarmaður av Húsum greiðir okkum frá, at skorarnar eru besta lívlendið, ið hoyrir til bygdina. Her renna okkum orðini hjá Dánjali Klein í huga, tá ið hann sigur, at orðið sátt eisini hevur merkingina gott.
Heimildarmaður okkara av Húsum nevnir eisini, at hann heldur, at Sáttarskorar hava ligið frammarlaga í huganum á monnum, tá ið teir har á leiðini býttu í millum kongs og ogn - gjørdu semju.
- Eingin niðurstøða verður gjørd um upprunan til navnið, hóast mangt bendir á, at sátt (semja) ella sátt (góðska) sýnast at ganga aftur í teimum ymisku frásøgnunum.
Í sambandi við sjálvt haganavnið kann vera lagt aftrat, at í vanligari talu millum eldri menn hoyrir tú mangan (oftast) bendingarvillu, tá ið navnið verður framborið.
Rættur og vanligur framburður: "Í dag eru teir á fjalli í Sáttarenni". Skeivur og vanligur framburður: "Í morgin fara teir í Sáttarenna".
Í staðarnavninum Heimi í Enni er henda villan ikki at hoyra. Har verður sagt: "Teir eru Heimi í Enni!" ella "Teir fara Heim í Ennið!"
Villan hevur møguliga okkurt við samansetingina av kvennkynsorðinum sátt at gera.
Hagaparturin  
Í hagabýtinum millum Gjógv og Funning fekk Gjógv Sáttarenni. Hví Gjógv fekk Sáttarenni, nær hetta hevur verið, og hvussu býtið fór fram, er ikki gott at siga.
Ein kelda sigur seg hava hoyrt frá gomlum fólki, at gjáarmenn fingu Sáttarenni, tá ið teir býttu fyri ross. Funningsmenn skuldu fáa fimm rossafrælsir í Dalinum. Fýra av rossunum skuldu vera arbeiðsross, meðan tað fimta skuldi vera reiðrarhestur.
Reiðrarhesturin skuldi brúkast til at reiða embætismenninar millum bygdir. Býtið fór fram undir Skeggjanøvini, og sum gamal siður var, hildu teir í skeggið á hvørjum øðrum, sum prógv fyri at avgerðin skuldi vera líka føst sum skeggið á høkuni. Seinni vildu funningsmenn skifta Sáttarenni um við Ytru Gongu í Funningslíð, og funningsmenn ynsktu, at markið skuldi ganga heim ímóti Uppsalaryggi. Gjáarmenn søgdu tað, at teir lótu ikki Sáttarenni, uttan teir fingu allan Uppsalarygg, men tað vildu funningsmenn ikki, og soleiðis bleiv tað.
Avtalað varð eisini gjørd um torv undir Sondunum. Funningsmenn og gjáarmenn fingu lov at skera hjá hvørjum øðrum, men sá tað út til, at torvið fór at minka, so skuldu funningsmenn geva seg undan, men tað sá út at vera nokk av torvi hjá báðum pørtum.
 satdjsig Medium
Andor, Dánjal Jákup og Sigurd í Hoygarðinum
Funningsmenn og gjáarmenn hava verið ósamdir um markið millum Sáttarenni og Inni í Haga fyri Innan og markið millum Sáttarenni og Hús fyri Heiman. Fyri Innan stóðst ósemjan um Skipagjósoyruna. Gjáarmenn kannaðu sær alla Oyruna við teirri grundgeving, at áin í gomlum døgum hevði runnið innan fyri Oyruna. Úrskurðurin ásetti, at Skipagjósoyran hoyrdi til hagapartin Inni í Haga.
Ósemjan fyri Heiman móti Húsi snúði seg um, hvussu markið skuldi ganga úr Tungusporanum í fjallið. Funningsmenn pástóðu markið at ganga eftir Lægdá og úr ánni í beina linju niðan í Svartbakstind. Gjáarmenn pástóðu markið at ganga úr Tungusporanum, eftir Vombini og í Marknastíggin og tínæst eftir røðini innan fyri Húsaskor. Úrskurður varð gjørdur 23.07. 1974, og hann ásetti, at markið gongur úr Tungusporanum í beina linju í røðina innan fyri Húsaskor og haðani eftir røðini í fjallið.
Tann 28.04.1976 setti Matrikulstovan tað endaliga markið. Fyri Matrikulstovuna møttu Ólavur Clementsen og Hans Thomsen. Fyri Sáttarenni møttu Pætur Joensen, Sigurd Niclasen og Andor Sivertsen. Fyri Hús møtti Sámal Petur Petersen.
Matrikulstovan lýsir markið soleiðis: Markið fer av Blámansfjalli eftir enninum millum Húsaskor og millum Skornar niður í ein stóran stein í urðini undir enninum, har marknamerki er sett í steinin. Haðani fer markið í beina linju í ein lágan eystan umleið 470 m í nýggjan marknavarða, har marknamerki er sett. Haðani í somu beinu leið umleið 370 m í nýggjan marknavarða, har marknamerki er sett. Haðani 103 m oman í Tungusporan, har marknamerki er sett, og varði laðaður. Ljósá og Ljóságjógv eru síðani mark millum hesar hagapartar.
Hagaparturin Sáttarenni, sum saman við Fløtum og Líðini hoyrdi til Suðurhelvt, er 404 ha. Í sambandi við útskiftingina, ið kom í gildi 1. nov. 1990, varð upplýst, at áseyðatalið í tí nýggja haganum skuldi vera 190.
Áseyðatalið í Sáttarenni 2012 togar upp ímóti 200.
Fylgi
Lítið hevur verið at hoyrt um seyðafylgi í Sáttarenni, men í gomlum  døgum vóru hesi fylgini:   
1) Tær á Ljósádali - frá Lægd og omaneftir,  
2) Tær í Lægd,  
3) Tær Oman Heyggj,  
4) Tær undir Hvannarókini - og niðan móti Oknadalsskarði og  
5) Tær á Kvígandali.
Kenning  
Av gomlum skjølum sæst, at áðrenn Funningur og Gjógv býttu hagarnir sundur í millum bygdirnar, hevur ein partur av Sáttarenni verið kenning og ein partur feli. Hvussu stórur, ið hvør parturin var, er ikki greitt.
Frá tí at hagaparturin kom at hoyra til Gjógv, hevur hann megin- partin av tíðini ligið í felag, men av og á varð tosað um at býta ein part í kenning, tí tað kom so mikið lítið til býtis úr Sáttar- enni í mun til hinar hagarnar við Gjógv.
Í 1947 mestsum ruddaðist hagin. Nøkur ár seinni doyði aftur nógvur seyður - tá røktaðu funningsmenninirTummas Eli Juul og Steingrímur Funding. Tað vóru kanska fyrst og fremst Sjúrður á Rætt og Sofus Debes, ið gingu undan til at fáa ein part býttan í kenning.
Fyrru ferð, ið atkvøtt varð um kenningina, var fleirtalið ímóti, men í 1953 varð aftur roynt, og tá var fleirtal fyri kenningini.
Ein góðan dag varð so farið á fjall at býta í kenning, men tá ið komið varð inn í Sáttarenni, var so nógvur ísur í brúnum, at Sjúrður á Rætt mælti frá at fara at reka. So varð vent aftur til Gjáar, og tað var ikki so væl dámt av øllum, hóast avgerðin var skilagóð. Brýr og stíggir ísa skjótt av, so hetta var hvørki fyrsta ella síðsta ferð, at Sáttarennisfjallið varð útsett av hálku.
 odreid copy
Á Reiðgøtu 1990 (taka kenningina inn) - Símun, Jóhan, Jákup, Óli, Kári og Neli
Sum áður sagt, vóru 120 gyllin á Suðurhelvt, og ein ær varð býtt í kenning upp á gyllinin. Tá ið kenningin varð býtt, var ov lítið av seyði, so summir eigarar máttu sjálvir seta við, tí tað skuldi eisini vera eitt sindur av felaseyði til brundseyðir og annað.
Eigararnir høvdu seinni hug at minka um felaseyðin, tí teir vóru bangnir fyri, at felaseyðurin kom at ganga út yvir kenningina. Eina ferð bleiv felaseyðurin tikin so nógv niður, at bara 29 ær blivu eftir, og tá stóð á at fáa líkinda brundseyðir úr felanum, og tí blivu av og á kenningarlomb tikin til brund.
Ból  
Tað eru fá ból í Sáttarenni, og gomul eru tey heldur ikki. Teir gomlu munnu ikki hava hildið, at tað hevur verið so stórt brúk fyri bólum, tí har eru so nógv nátúrlig skýli. Í Ovaru Hvilvtini eru grótgarðar laðaðir - átøkir gróthúsum - til lívd. Ein slíkur garður er stutt innan fyri Ljósá og ein inn móti Ólavsøkugjógv uppi undir Selasheygabrúnni. Her kann leggjast aftrat, at oftari søkir seyðurin sær skýli undir sjálvari brúnni enn undir grótgørðunum. Á Selasheygabrúnni eru tvey ból: Annað er beint innan fyri Ólavsøkugjógv, meðan hitt stendur á tí hægsta miðskeiðis millum Mjóstígsá og Blæingsgjógv. Eldri menn halda, at neyvan hevur seyðurin tikið hesi bólini, tí her er so veðurringt, at seyðurin heldur stoytir longri oman undan óveðri. Í Breytahjalla er eitt ból, og tað stendur stutt heiman fyri Blæingsgjógv. Bólið hevur ein vong omanúr. Heim ímóti Ólavssøkugjógv eru skýli laðað upp av grótgørðum. Hesi skýli eru átøk teimum, ið eru í Ovaru Hvilvtini. Niðri á bakkanum inn móti Skipagjógv stóð eitt ból - og seinni eitt hús - sum nú er farið í vegin. Einki ból hevur verið í Trøðni ella á Høvdanum. Góð skýli eru í Ólavssøkugjógv, undir einum lofti oman fyri Høvdan og innan fyri Mjóstígsá, so tað man hava verið óneyðugt við bólum her.
Rættir  
Tann gamla rættin var í Trøðni, og hetta plássið var so væl egnað fyrr. Har var lætt at koma til sjógvin, og var seyðurin komin oman í Trøðna, var hann sum í pottinum. Onkuntíð fór rættin av brimi, og eftir at kenningin kom í 1953, vaks áseyðatalið so nógv, at rættin gjørdist ov lítil. Í 1972 varð víðkað um rættina, og síðan oman móti sjónum stoypt, og betonskilarúm vórðu sett í hana. Samstundis varð vaskirættin gjørd oman fyri rættina. Síðstu ferð, ið regluliga varð rikið í gomlu rætt, var á várgongu í 1987. Á skurðfjallinum 1987 varð tann nýggja rættin tikin í brúk. Hon stendur við vegin stutt innan fyri Mjóstígsá.
Samstundis varð nýtt seyðahús gjørt áfast við rættina heimanífrá. Í 1996 varð eitt sindur skoytt upp í rættina inneftir, og samstundis varð nýtt seyðahús gjørt áfast við rættina innanífrá.
 lukkaf copy
Sigvør, Fríðgerð og Daniella
Seyðahús  
Umframt tey bæði seyðahúsini, ið, sum áður nevnt, eru bygd við ta nýggju rættina oman fyri vegin ávikavist í 1987 og 1996, so vóru 4 onnur seyðahús. Øll hesi seyðahúsini eru komin fyrrapartin í 1970unum. Húsið í Trøðni kom í 1971, meðan raðfylgjan av hinum trimum er eitt sindur ógreið.
Líkamikið, eitt hús stóð eitt sindur innan fyri Brøðrinastein, men tað fór so illa undir vegagerðini, at tað var mestsum avdankað, og eina ódnarnátt tók ein hvirla húsið út á fjørðin, so bara pettir av betongveggjunum standa eftir. Eitt hús stóð beint heiman fyri Skipagjógv - niðan fyri vegin. Tað varð niðurtikið undir vegagerðini, og í staðin fyri tað, varð eitt nýtt hús bygt har inni oman fyri vegin í 1990. Tað fjórða húsið stóð á Selasheygabrúnni - tætt innan fyri Ljósá. Tað var í ringum standi, og varð rivið niður í 2008.
Rakstur  
Fjalldagurin í Sáttarenni var strævin. Aftansvarsul varð givin kvøldið fyri, og tú fekst samstundis at vita, hvussu farast skuldi. Tað vóru tríggir møguleikar : 1) við bát frá Gjógv, 2) til gongu allan vegin ella 3) til gongu til Funnings og so við bát inn á rættina.
Varð farið til gongu, so var tað gamal siður at steðga á Gullheygnum í Húsi. Teir gomlu fóru so tíðliga frá húsum, at tað kom ofta fyri, at teir sótu á Gullheygnum og bíðaðu eftir lýsing.
Varð farið við bát, so fylgdist øll fjallskipanin av rættini. Summir fóru niðan gjøgnum Ólavsøkugjógv, meðan summir fóru í gjøgnum stíggin heiman fyri gjónna. Soleiðis varð hildið fram niðaneftir - stundum í gjøgnum gjónna, stundum ikki - til allir samlaðust uppi á Selasheygabrúnni. Har skipaði man seg. "Eg plagi at vera fyri Innan". "Eg plagi at fara heimeftir". "Eg plagi at vera á Oknadali". Soleiðis kundi verða tikið til, tí enn vóru tær føstu ódnirnar ikki heilt burturdotnar.
Annars var tað soleiðis, at seks mans fóru inneftir, einir fýra / fimm  heimeftir og einir fýra / fimm niðaneftir. 
Sum vit vita um, hevur fyri tað mesta verið gingin ein gonga, men eina tíð, tá ið illa gekst at reka, vórðu tvær gongur gingnar. Tá róku teir Lægd og Ljósádal í fyrru gongu, meðan Oknadalur og Kvígandalur komu í seinnu gongu. Fyri Oman Rætt, í Dalinum og á Fløtum vóru børn ofta við á fjalli uttan at vera fyri mann, men so var sjáldan í Sáttarenni, tí hagin var so óhøgligur. Teir, ið fóru inneftir, gingu heilt inn á markið á Kvígandali. Har skipaðu teir seg, og ein av teimum fór heim á Oknadal og setti seg uppi undir brúnni miðskeiðis undir Hvannarókini. Hann skuldi stoyta tann seyðin, ið kom ímóti honum undan Oknadalsskarði. Heimi á Ljósádali varð gingið niðan við markinum og so niðan í Lægd, og maðurin í Ongisrókini hevði somu uppgávu sum maðurin undir Hvannarókini. Hann skuldi sita í Ongisrókini, nakað heimi á Ljósádali - við nakrar stórar steinar uppi undir brúnni - og skuldi stoyta seyðin, sum kom ímóti honum úr Lægd.
Maðurin Uppi við Gjógv skuldi ansa eftir, at seyðurin, sum kom av  Ljósádali, ikki skuldi seta tann vegin niðan á Oknadal.  
Maðurin í Heyggi var ongatíð í frið. Hann skuldi ansa eftir, at eingin seyður stóð eftir um Heyggj, og hann skuldi eisini ansa eftir, at eingin seyður kom niðan aftur heimanífrá. Um Heyggj er so hulið, so maðurin má alla tíðina ganga aftur og fram.
Tá ið so allur seyðurin kom oman av dølunum, varð rikið beint omaneftir.   
Tað var gjarna ikki nakar trupulleiki at fáa seyðin oman av dølunum, men á Reiðgøtu - "millum Gjáirnar" - mátti ansast serliga væl eftir. Her heldur brúgvin, so seyður kundi fara niður móti brúnni og verða standandi har. Tað var umráðandi at hava staðkent fólk har, tí ofta kundi tað koma fyri, at onkur ókendur stillaði seg har at blaka bøkkar niður yvir seyðin. Tað endaði bara við tí, at seyðurin leyp á og slapp. Nei, her var bara eitt at gera, og tað var at fáa seyðin spakuliga upp við lagaligheit og lata hann sleppa niðan við aðrari gjónni - oftast tí innaru - og so tvørtur um gjónna, so skjótt sum farandi var um hana. Var seyðurin styggur, var ógvuliga ringt at fáa hann niðan við gjónni og innum, tí hann hevði óbestan hug at halda móti fjallinum.
Síðani var bara at reka alt oman í Breytahjalla og oman móti sjónum. Teir innaru menninir róku so heim við Sjónum, heim um Ólavsøkugjógv og heilt heim í Hvilvtina. Síðani varð seyðurin rikin inn eftir brúnni oman fyri Trøðna, og so mátti hann mestsum leypa niður av í einum staði, men seinni varð nakað sprongt burtur her, so lættari var at koma niður.
Kortini var hesin raksturin ikki hildin at vera nóg góður. Seinni varð so ein viðtøkugarður gjørdur innarlaga úr brúnni oman fyri Hvilvtina og oman á brúnna niðri við Trøðna, soleiðis at seyðurin ikki longur slapp heim í Hvilvtina. Rikið varð so móti hesum viðtøkugarðinum og stoytt oman móti rættini. Tað allar mesta fór í gjøgnum stíggin heiman fyri Ólavssøkugjógv, meðan nakað kundi fara í gjøgnum sjálva gjónna, so tann maðurin, ið var komin heim við Sjónum, stóð altíð innan fyri ánna og forðaði og beindi tann seyðin heim í Trøðna.
Tað hevur altíð rikist verri fyri Innan enn fyri Heiman. Ymsar orsøkir kunnu vera til tað. Hagin er so dánaður, at hann gerst breiðari og breiðari, longri oman tú kemur fyri Innan, og tí verður tað eisini longri og longri millum menninar. Altíð varð sagt við teir heimaru menninar: "Gevið tykkum inneftir, tá ið tit koma oman!" Sjáldan vórðu hesi boðini nóg væl fylgd, tí oftast varð farið beint omaneftir. Eisini er tað so hulisligt nógva staðni í Sáttarenni, serliga fyri Innan, og av tí sama stendur ofta seyður eftir.
Heim við Sjónum gekk ein maður, og tann, sum var honum næstur, gekk eftir rundingini, tá ið komið var nakað heim. Hann mátti ansa væl eftir, tí ofta kundi seyður fara í Lúsatorvuna ella stilla seg undir okkurt høvd ella onkran kneysa.
Leggjast kann aftrat, at tað var styggur seyður í Sáttarenni, so tað  gekst ofta illa at reka.   
Ódnir  
Frá gamlari tíð hava fastar ódnir eisini verið í Sáttarenni, men tær munnu vera burturdotnar so við og við, men teir, sum vóru vanir at ganga á fjall her, fóru gjarna aftur og aftur í somu ódn. Á Suðurhelvt vóru, sum áður nevnt, 120 gyllin, og sum í hinum báðum høgunum var fjallskipanin 15, soleiðis at tað var ein hálvmørk (8 gyllin) til hvønn mann - ella hvørja ódn.
Seyðabýtið við Gjógv hevur, tað vit vita um, altíð verið fimtingsbýti. Teir 120 gyllinir vóru skipaðir í fimtingar, soleiðis at 24 gyllin - 3 fjallmenn ella 3 ódnir - vóru í hvørjum fimtingi. Fimtingarnir á Suðurhelvt vóru: Jákupsstovufimtingurin, Sjúrðarstovufimtingurin, Fløttafimtingurin, Ólastovufimtingurin og Ormurin.
Ódnirnar vóru skipaðar soleiðis, at tann, ið átti hægstu ódnina í Sáttarenni, átti lægstu ódnina í Líðini, ella øvugt. Roynt hevur verið at funnið fram til allar ódnirnar, men bara ódnirnar í Ólastovufimtinginum eru fullfíggjaðar. Hinar eru meir ella minni farnar í gloymskuna, men kortini taka vit tað við, ið enn livir eftir:
Tær tríggjar ódnirnar í Ólastovufimtinginum vóru: Teir í Sámalsstovu, og seinni teir hjá Petur Kristjani, vóru í Ongisrókini. Teir á Rætt vóru Uppi við Gjógv. Ólastova, og seinni Gortra, átti ódnina um Heyggj.
Pól Jóhannes á Bø átti ódnina undir brúnni á Oknadali, so hann gekk um, og Jógvansstova var millum Heyggj og Pól Jóhannes á Bø. Hoygarðurin og Gøtu-Jógvan vóru eisini í hesari hálvmørkini, so teir vóru á Oknadali, og onkuntíð gekk Kristjan í Hoygarðinum um á Oknadali.
Fyri Innan, á Kvígandali og har á leið, vóru Nýggjustova, Jákupsstova,  Dánjal í Bíggjarlagnum og Debus. 
Fyri Heiman, á Ljósádali og í Lægd, vóru Sjúrðastova (seinni Geil) og Fløttur. Røktingarmaður úr Funningi gekk um í Lægd, og næstur honum kom so Sjúrðastovumaðurin (seinni Geilarmaðurin).
Seinni er Jákupsstova farin at ganga fyri Heiman, tí Dia í Jákupsstovu (Heini Andreas Joensen, f. 1889) plagdi at ganga um fyri Heiman saman við Peri í Andrasarstovu (Per Juul Thomsen, f. 1830), úr Funningi, ið var røktingarmaður. Lagt kann verða aftrat, at røktingarmenninir úr Funningi vóru altíð á Ljósádali.
Jóan Pauli í Lon og Jákup í Stólpa plagdu at fara inn gjøgnum Breytahjalla, og teir fóru ikki niðan á dalarnar. Tá ið gongan kom oman, sótu teir og forðaðu í liðinum á tí garðinum, ið er heiman fyri Høvdan - innan fyri Ólavsøkugjógv.
Samgonga  
Røktingarmenn úr Svínáum vóru altíð til samgongu, men teir fingu ikki  samgongulamb. 
Røktingarmenninir úr Funningi vóru eisini til samgongu í Svínáum, og teir fingu samgongulamb úr Svínáum. Maður kom til gongu av Eiði til Funnings um morgunin við samgonguboðum.
Onkur spurdi Jóhan Klode, um tað ikki var drúgt at leiða lambið úr Svínáum til Funnings. Jóhan svaraði: "Bara høvdið vendir norðureftir, gongur onkran veg."
Haftseyður  
Tá ið alt var latið upp í haft, varð farið av rættini. Rikið varð heim um Ljósá, gjøgnum Kálvhaga og heim móti gomlu Húsarætt. Haðani varð rikið upp gjøgnum ein vánaligan stíggj upp í Urðarhjalla. Úr Urðarhjalla varð farið upp gjøgnum Áarstíggj, heim gjøgnum Haghjalla, heim á Kleiv og til Funnings. Síðani gekk leiðin gjøgnum bygdina, niðan gjøgnum Hóvabrekku, fram við Skarðánni, á Gjáarskarð og so til Gjáar. Túrurin tók vanliga einar fýra tímar.
 satolsen copy
Kristian í Lon, Jógvan Sofus, Eldbjørn og Gubbi (1990)
 
Stíggjurin úr Kálvhaga og upp í Urðarhjalla er so mikið vánaligur, at viðhvørt varð farið úr Kálvhaga og upp í Urðarhjalla gjøgnum Klokkustíggin, ið er beint heiman fyri Ljósá, tí hann er nógv betri at ganga.
Sjálvt um tað kundi vera bátsveður til Funnings, dámdi teimum eldru líka væl at reka haftseyðin allan vegin til Gjáar, tí teir søgdu tað, at seyðurin vildi so illa ganga eftir at hava ligið bundin í bátinum.
Viðhvørt varð seyðurin býttur á fløttinum oman fyri húsini hjá Kristiani á Rætt, men fyrr býttu teir á Lítlafløtti - niðan fyri húsini hjá Klæmint Juul.
Mannagøtan - sum var smøl - gekk heim handanvegin, og niðan fyri gøtuna var eisini valling - smáir fløttir, ella teigalendi, ið sóu út til at hava verið brúkt til korn.
Klokkustíggjurin  
Nú vit nevndu Klokkustíggin, er tað kanska ikki av leið at endurgeva eina avgamla søgn, ið møguliga gevur okkum greiði á, hví stíggjurin eitur Klokkustíggjurin:
Grind var á Funningsfirði, men hvussu teir stríddust, fingu teir hana ikki inn um Grynnuna. Nú vóru góð ráð dýr, og onkur helt, at teir skuldu fara til Funnings eftir kirkjuklokkuni. Sum ætlað so gjørt. Teir bóru klokkuna inn í henda stíggin og settu seg at ringja við henni. Hvussu tað gekst við grindini, meldar søgnin einki um, men tá fekk stíggjurin navnið Klokkustíggjurin.
Røkt  
Sáttarenni var óhøgligur hagi hjá gjáarmonnum, so tað vóru fyri tað mesta funningsmenn, ið røktaðu, og tað hava vanliga verið tveir røktingarmenn. Vit hava roynt at spurt okkum fyri, hvussu langt aftur vit kundu koma, hvørjir hesir menn vóru, og hvørjir ið hava røktað saman.
Úrslitið sær soleiðis út:  
Fríðrikur í Gomlustovu (Frederik Joensen , f. 1823), úr Funningi. Fríðrikur velti einaferð kál á Høvdanum, men tað vísti seg ikki at rigga so væl. Hildið verður, at seyðurin gjørdi enda á tí.
Per í Andrasarstovu (Per Juul Thomsen, f. 1830), úr Funningi. Per og  Fríðrikur hava røktað saman. 
Hans í Atustovu (Hans Johannesen, f. 1864), úr Funningi. Dávur (Joen David Juul, f. 1875), úr Funningi. Hans og Dávur røktaðu saman. Dávur gavst í 1952.
Jóhan Klode (f. 1883), úr Funningi. Hann búði í Atustovu og tók við í 1931 eftir Hans, sum doyði sama árið. Jóhan røktaði saman við Dáva til 1952. Sjúrður á Rætt (Sjúrður Christiansen, f. 1887), frá Gjógv. Hann fór at røkta í 1952 aftan á Jóhan, og Sjúrður røktaði til 1956.
Sjúrður var tá ein eldri maður, og langt er at ganga frá Gjógv inn í Sáttarenni. Hann hevði verið røktingarmaður í Líðini, og tá ið hann varð valdur sum røktingarmaður í Sáttarenni, tók hann soleiðis til: "Nú fari eg úr brattlendinum á slættlendið." Sum oftast gekk hann um Funning og inn eftir Hjøllunum, men við hvørt fór hann í erva yvir undir Eiðisskarð, upp um Vatndalsskarð og so niður á Ljósádal.
Thomas Eli Juul, f. 1906, úr Funningi. Hann fór at røkta aftan á Dáva fyrst í 1950unum og røktaði saman við Sjúrði á Rætt og Kristiani Hansen, úr Funningsfirði (og Meinhardi Hansen) til 1966.
Kristian Hansen, f. 1900, úr Funningsfirði, fór at røkta í 1956, aftan  á Sjúrð á Rætt. Hann røktaði saman við Thomas Eli. 
Kristian røktaði, til hann doyði í 1964, men tey seinastu árini var hann so plágaður av sjúku, at sonur hansara, Meinhard Hansen, f. 1943, røktaði fyri hann. Meinhard helt kortini fram til 1966. Tað var Petur Pauli Joensen, f. 1907, (vanliga nevndur Stóri-Petur), ið skeyt Kristian upp sum røktingarmann.
Heimanvert Ólavssøkugjógv - oman fyri vegin - var so ringt at ganga, at seyður bara slapp niður, men ikki upp. Um veturin kundi deyðseyði liggja har, sum var farin á glið á helluni. Kristian og Meinhard boraðu og skutu har, so nú er ein hampuligur stíggjur millum Hvilvtina og Ovaru Hvilvt.
Steingrím Funding, f. 1915, úr Funningi, varð valdur og fór at røkta í 1966, tá ið Thomas Eli gavst, og hann legði frá sær í 1979. Andor Sivertsen, f. 1932, úr Funningi, varð valdur og fór at røkta í 1966, tá ið Meinhard Hansen í Funningsfirði gavst. Andor og Steingrím røktaðu saman til 1979.
Petur Sofus Juul , f. 1929, úr Funningi, varð í 1979 valdur til røktingarmann aftan á Steingrím Funding. Hann var røktingarmaður til uttangarðsútskifitingin kom í gildi í 1990, men tey seinastu árini var hann so mikið heilsubrekaður, at sonur hansara, Petur Páll Juul, f. 1964, røktaði fyri hann. Petur Sofus (og Petur Páll) røktaði saman við Andori.
lukkafattini copy
 Dánjal Jákup, Ásfinn, Sofus og Sjúrður
Aftan á útskiftingina í 1990 fóru Dánjal Jákup Joensen og Ásfinn Sigvardsen at røkta saman við Andori. Andor røktaði, til hann doyði í 1998. Jógvan Nónsgjógv var í "hálvtíðarstarvi" sum røktingarmaður frá 2006 til 2010.
Røktingarlønin (2011) er 5 miðallomb og 3 hagalomb í part, meðan "hálvtíðarstarvið" gav 5 miðallomb. 
Hagalamb er tað besta lambið, ið er, tá veðragjólingar eru uppgjørdir.
 img 3746 copy
Kristian hjá Andori og Jógvan á Fløtti
Torv  
Sáttarenni er seragott torvpláss, bæði uppi á dølunum og niðari. Funningsmenn skóru nógv torv her í gomlum døgum, meðan gjáarmenn als einki skóru, tí torvheiðarnir lógu so langt frá bygdini, og gjáarfólk høvdu høgligari torvheiðar enn hesar.
Gjáarfólki man ikki hava dámt nakað serliga væl henda torvskurðin hjá funningsmonnum, tí í 1930unum royndu teir at steðga hesum torvskurðinum. Tá skóru bara nakrir heilt fáir mans her, men gjáarmenn fingu viðhald, og funningsmenninir vórðu uppsagdir.
Leggjast kann aftrat, at samstundis skóru funningsmenn í Gjáarhaganum uppi undir Sondum, men teir vórðu ikki uppsagdir. Undir Sondunum høvdu funnings- og gjáarmenn ta avtalu, at her kundu teir skera hvør um annan. Avtalað var eisini, at minkaði torvið so mikið, at tað var ov lítið til báðar partar, so skuldu funningsmenn víkja, men har var so mikið nógv torv, at tað kom ongatíð upp á tal. - Teir skóru hvør um annan í sátt og semju.
 
Seyðafrælsir
Einaferð vóru tveir brøður undir Reyni í Funningi, Per og Jóannes. Teir áttu hvør sítt frælsi í Sáttarenni. Annar av teimum fór inn í Stovu í Funningi, og har var so annað frælsið. Hesir báðir Per og Jóannes eru nevndir í manntalslistanum 1801. Tá er Per 30, og Jóannes 23 ár.
Í arvaskiftinum eftir foreldur teirra, sum er til skjals, er einki nevnt um frælsini, men tá var heldur eingin hagi, sum eitur Sáttarenni.
Hitt frælsið varð verandi undir Reyni. Gamli Pætur - Peder Johannesen, føddur 1803, sonur fyrrnevnda Jóannes, átti tað. Hann gav abbasoninum tað sum navnagávu í 1868. Abbasonurin æt Peder Pedersen (1868-1908), róptur Petur undir Reyni. Hetta frælsið hevur so verið í familjuni. Tey, sum hava átt tað síðani, eru fyrst Elsebeth Johanne Petersen (Debes), f. 1865, frá Gjógv.  So hevði   Jákup í Hvanngarðinum, Jákup Petersen, f. ??, tað, so Elsebeth Dahl, f. ??? og nú Jonna Dahl, f..
Húsini undir Reyni vóru um tað mundið roknað sum eitt hús, men onkuntíð millum 1801 og 1834 eru tey farin í tvey. Roykstovan og okkurt aftrat bleiv við at eita undir Reyni. Har búði Jóannes, meðan glasstovan og kanska okkurt aftrat fekk navnið inni í Stovu. Tað var áðurnevndi Per, sum fekk tann partin. Hann var giftur við Súsonnu Malenu Knudsdatter, av Eiði.
Tá ið Jóan Petur Knudsen, Jóan Petur inni í Stovu, doyði í 1922 fór alt, sum hann átti, á uppboðssølu, eisini Sáttarennisfrælsið.
Suðurhelvt við Gjógv hevði gjørt av at keypa og sendi Jógvan í Sámalsstovu suður til Havnar at bjóða. Komin til Funnings lógu boð fyri honum, at kúgvin hjá honum lá deyð á básinum - hekk á bandinum. Hann mátti so oman aftur til Gjáar at fletta kúnna.
Boð fóru so suður til Havnar, til sorinskrivaran, sum var uppboðshaldari, um at Suðurhelvt vildi keypa frælsið. Teir søgdu eisini, hvussu nógv teir vildu bjóða.
Jóannes í Katrinastovu, í Funningi, sum var giftur við Onnu Sofíu inni í Stovu, sum var ein av arvingunum, bjóðaði ímóti Suðurhelvt.
Tá ið hann gavst, spurdi Jens Christian Dahl hann, um hann ikki bjóðaði meira. Nei, hann helt, tað var blivið nóg dýrt.
"Kann eg so bjóða?" spyr Jens Christian.
"Ja, gjarna fyri mína skuld".
Tað gjørdi hann so og átti hægsta boð.
Seinni sama dag møtti Jens Chr. Justenesi á Grótheyggi, sum var giftur við Siggu Mariu, eisini innan úr Stovu. Hann bað tá Jens Chr. selja sær frælsið, men tað vildi hann ikki.
Nógv ár seinni, tá teir gjørdu vegin av Eiði til Funnings og Gjáar, segði ein eldri eiðismaður frá, at hann frá barnsbeini hevði hoyrt eiðismenn tosa um, at tað var størsta bragd, sum var gjørt har á leið, at ein einsamallur funningsmaður skuldi kunna køva alla Suðurhelvt við Gjógv. 
Varðar  
Varðar eru úr Funningi og inn í Funningsfjørð, og teir vóru bestir at ganga eftir, tí tá kundi man ikki ganga niðri við sjógvin.
Tann fyrsti stendur í Tummasarstíggi, og tann næsti stendur á Gjáarkjaftinum - við Hagagjógv. So stendur ein á Gjótustígnum og ein á Selasheygabrúnni tætt innan fyri Ljósá.
Tveir standa í Ovaru Hvilvt, og ein beint innan fyri Ólavsøkugjógv - oman fyri vegin. Einir tveir standa eftir enn í Breytahjalla - ein innan fyri ta nýggju rættina og ein miðskeiðis millum rættina og Blæingsgjógv. Tann seinasti varðin stóð við Rossastíggin - stutt heiman fyri Skipagjósoyruna - men hann er farin í vegin. Haðanífrá kundi gangast inn við sjónum, so ikki var neyðugt við fleiri varðum. Teir flestu av hesum varðum standa so nøkurlunda uppi, so tað hevði ikki havt so nógv upp á seg at hjálpt upp á teir, so teir kundu staðið sum minnisvarðar um farna tíð.
 

 Harur

Sáttarenni er ikki nakar góður haruhagi. Vit hava einki yvirlit yvir gongdina, men síðani 1967 hava Osvald á Klá  og Jónsvein Mikkelsen, Toftum, skotið harur her. Osvald doyði 01.04.2006, og Jónsvein gavst at skjóta í 2009. Tað besta árið fingu teir einar 45 harur, og tað ringasta árið bert 1. Miðalár fingu teir einar 20-30 harur.

Kategori: Hagapartarnir

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna