Í ár fall ruddingardagurin á fyrsta summardag. Mjørkin lá tjúkkur um tað mesta av landinum, men landsynningsondin átti so frægt í honum, at tað var klárt við Gjógv, hóast fjallatopparnir ikki sóust. Stutt sagt: frálíkt veður.

Arbeiðarafeløgini liggja í verkfalli, og bensin og diesel eru uppi, so tað má sparast upp á droparnar, skalt tú ikki liggja billeysur ein skjønnan dag, um verkfallið verður drúgt. Einki sást tó til nakra slíka sparing hendan dagin, tí heilt fitt av fólki, sum hevur eitthvørt tilknýti til bygdina so ella so, var komið norður at taka eina hond í saman við teimum fastbúgvandi.

Tað var lítið at rudda. Bygdin er so rein. Tað liggur ikki tað nógva og rekst, soleiðis sum tað var fyrr. Vit blaka ikki í eyst og vest longur – í ánna ella á sjógvin. Vit hava broytt hugburð. Skipini taka ruskið til lands, so fjøran er at kalla gullrein.

(NB! Heimasíðan er merkt av elli - er ikki so kvik - so hav tol!!)

Hvat gjørdu fólk so? Nøkur dømir: Gingu runt bygdina og tóku okkurt smávegis upp. -  Gróðurin – hann fer eisini hagar, hann er óynsktur, so hann fekk eitt rivið skinn. Trappurnar í Gjónni fingu ein umgang við brandslanguni, og sum vant tók Símun N. sær av tí. Bátaflotin á Lítlafløtti bleiv gjørdur áarklárur og flotaður. Norðan fyri Lítlafløtt – undir Sjúrðastovuhjallinum – bleiv okkurt nýtt sett upp til tey smærru børnini at spæla sær á.

Eg havi nevnt tað fyrr, og tað kann saktans takast uppaftur eina ferð aftrat. Bygdarhúsið sær út sum fyrsta dagin, og tær sjálvbodnu hendurnar eiga alla æruna fyri tað. Tá ið køkurin er skiftur út, er alt tipp/topp. Bróðurparturin av ruddingardegnum fór eisini til Bygdarhúsið, og tann parturin fór væl.

Niðarabrúgv

Hon hevur sæð betri dagar. Rekkverkið er boygt og so illa rustað, at rustvæta rennur niður eftir teirri hvítu málingini. (Ikki gott!).  Fær kommunan eina vinaliga áheitan, fer okkurt at síggjast aftur.

 

 

Erling - elsti maður í bygdini.

 

Jacobina - elsta fólk í bygdini.

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

  

 

 

 

 

 

 

  

 

 

 

 

  

 

Kategori: Frásagnir