Friðrika M. Kristiansen, deknur

Tann 26. mai í 1929 varð kirkjan vígd, og  sunnudagin 2. juni í 2024 hevði bygdarfólkið avgjørt at markera 95 ára føðingardagin. Boðið var til morgunmatar í Bygdarhúsinum klokkan hálvgum tíggju, og eftir umstøðunum møtti fitt av fólki. Arbeiðsmannafeløgini hava nú verið í verkfalli í tríggjar vikur, og hetta hevur m.a. ført við sær, at hvørki bensin ella diesel er at fáa longur. Hevur tú ikki elbil, so mást tú brúka apostlarnar, um tú ikki hevur kraddað tær nakrar litrar at hava framíhjá. Sostatt er tað væl skiljandi, at tey, ið ikki eiga nakrar eyka dropar, eru aftursetst.

Klokkan  ellivu hevði Jonhard Jógvansson gudstænastu við altargangi, og eisini hann fegnaðist um, at so fitt av fólki. var komið saman at halda føðingardagin. Friðrika var deknur, og Símun N var bæði klokkari og urguansari. Veðrið vísti seg ikki frá síni bestu síðu.

Restin í myndum:

Jonhard Jógvansson, prestur

Símun Niclasen, klokkari

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna