So var aftur gudstænasta í Gjónni – tann níggjunda í røðini.
Høgættin norðanfyri – hygg ikki at, men ið løgin hon kann vera. Vit vóru á veg inn eftir Skálafjørðinum – tráur vindur av útnyrðingi og nógv regn. Hugsaði, at í dag verður eingin gudstænasta í Gjónni, men slá hann – útnyrðingin - tá ið vit komu á Gjáarskarð, mátti viskarin setast á lægstu ferð – og í bygdini var skróvturt. Óivað settust fólk aftur, tí vánirnar vóru av allari leið, men tá ið kirkjuklokkan ringdi klokkan trý, var kortini heilt fitt av fólki komið til bygdar. Trappurnar vóru fullar, og nógv stóðu eisini á Gjónni, men kleivirnar í Gjónni høvdu verið berligar, um vit strikaðu hornorkestrið og kórið.
Tað var á sumri 2009, at Hans á Skipinum og eg vóru uppi á landi á mestsum øllum gongdum og navngivnum plássum fram við sjónum av Føroyaklettinum á Funningsfirði og vestur á Vambarklett, stutt frá markinum móti eiðismonnum. Tað má havast frammarlaga í huga, áðrenn meir verður lisið, at tátíðar menn fóru ikki upp á land nakrastaðni, uttan tað var TIL nakað, men vit settu okkum fyri eisini at fara upp á land á teimum plássum, sum farandi var uppá, uttan at tað var TIL nakað. Jú, men - sanniliga var tað til nakað kortini, tí at við myndum og frágreiðingum hava vit rættiliga gjølla skrásett hesi plássini so mikið væl, at hetta verður áhugaðum nútíðar- og framtíðarbúgvum ein góð hjálp.
Nú hava vit flutt okkum vestur um Búgvan, og eg havi sett tøl á tey pláss, ið verða umtalað í hesum partinum. Á hesum túrinum høvdu vit verið uppi á teirri nýggju, ovurstóru urðini Inni á Hálsi, og við hesum væl egnaða bátinum - "Fliðuni" - vildu vit sleppa upp á Lús(a)urðina og inn í Holið á Lús(a)urðini, sum funningsmenn nevna Holið Inni við Látur.
Túrurin á Lús(a)urðini var gjørdur í august 2010, og í august 2009 vóru vit á Vestaru Búgvaurð, Ryggi og á Flesini á Vestara Búgvabarmi, so tey plássini fáa eisini eina umrøðu her - við myndum.