Ein heystardag seint í oktober mánað 2009 møtti eg Óla Andreasi á Rætt, uppi á Gjógv, og tá spurdi hann meg, um eg hevði hoyrt um tað stóra omanlopið á Búgvabarmi, sum hann tann dagin hevði sæð av Ambadali. Tað hevði eg ikki.

So byrjar søgan, men eg má ansa eftir, at hon ikki kemur undir sjálvrós. Vandin er har, tá ið nógv "eg" eru í tekstinum. - Tann 17.10.2009 hevði eg verið saman við Petur Skeel (Funningi), Absalon og Herman Eysturoy í Fløttum eftir veðrum, sum Petur Skeel hevði havt gangandi har. Tá var einki omanlop at síggja, men vit løgdu til merkis, at sjógvurin á Heimara Búgvabarmi var morreyður av onkrum smærri omanlopi. Tað sæst á teirri fyrstu myndini.

 

Hendan myndin er tikin úr Fløttum 17.10.2009. Til høgru - niðast á myndini inn ímóti berginum - stingur ein "fótur" seg frá Búgvanum og inneftir. Hatta varð kallað Inni á Hálsi. So síggja vit ein lítið glopp, sum skilir Búgvan frá berginum. Hatta varð kallað Sundið inni á Hálsi, og tað var farandi um sundið í bestu líkindum. Fremst á myndini - inn ímóti berginum - síggja vit ein lítlan part av Vestara Búgvabarmi. Í millum Búgvan og Rivtangan, ið vit síggja longst burturi, til vinstru, er Heimari Búgvabarmur. Legg til merkis, at hendan dagin var sjógvurin inni við land á Heimara Búgvabarmi morreyður av einum minni omanlopi.

 

 

Hendan myndin er eisini tikin úr Fløttum 17.10.09. Alt sjóøkið, ið sæst á myndini, hvarv í omanlopinum, sum kom nakrar fáar dagar eftir, at myndin er tikin. Fremst sæst ein lítil partur av Vestara Búgvabarmi, Flesin á Vestara Búgvabarmi (nú burtur), Holið á Vestara Búgvabarmi - brimið fer inn í tað - Holið er eisini burtur, Inni á Hálsi (fóturin á Búgvanum) er burtur, Sundið Inni á Hálsi er burtur, og Urðin Inni á Hálsi, sum sæst á Heimara Búgvabarmi, er eisini lutvist burtur.

Frá vinstru: Petur Skeel, Ásfinn og Herman rigga til at taka veðrin. Petur slepti tveimum lombum í Fløttir, men annað datt oman

----

 Vit skrúva nú tíðina aftur til summarið 2009. Eg var so heppin at sleppa fleiri túrar vestur undir øll bjørgini saman við Hans á Skipinum og Jógvan Sørin hjá Theodori á Toppi. Hans eigur ein skjóttgangandi bát, ið eitur ”Sanna” (eftir konuni), og Jónas og Jónfinnur, synir áðurnevndu, vóru eisini við viðhvørt.

Hetta vóru ógloymandi túrar havandi í huga, at vit vóru uppi á landi á øllum navngivnum plássum, har komast kundi at við bátinum. Myndatólini vóru alla tíðina á lofti, og eru tær myndirnar, eftir mínum tykki, dýrgripir í staðarnavnasavni mínum.

Í hesum førinum verður bara nomið við tann eina túrin á Búgvabørmunum tann 08.08. 2009, tí tann túrurin hevur eina heilt serliga ”søgu”í sambandi við áðurnevnda omanlop á Búgvabarmi.

Fóturin á Búgvanum – inn ímóti berginum – verður kallaður Inni á Hálsi (sí mynd nr. 1). Tá var Búgvin leysur úr landi og siglast kundi innan fyri hann – í gjøgnum Sundið inni á Hálsi -  í heilt góðum veðri, og soleiðis hevur tað verið so leingi, sum nakar veit um at siga. Við sjóvarmálan í berginum millum Heimara Búgvabarm og Vestara Búgvabarm segðist eitt stórt hol ganga tvørtur ígjøgnum, soleiðis at gangast kundi í millum báðar barmarnar. Holið sást so serliga væl á Vestara Búgvabarmi og verður kallað Holið á Vestara Búgvabarmi. (sæst á mynd). Holið á Heimara Búgvabarmi var ikki so sjónskt.

Vit venda nú aftur til 08.08.2009, tí tann dagin sigldu vit í gjøgnum Sundið inni á Hálsi og fóru upp á land á Heimara Búgvabarmi fyri at vita, um Holið á Vestara Búgvabarmi mundi ganga tvørtur ígjøgnum, soleiðis sum okkum var fortalt. Jú, sanniliga gekk holið tvørtur ígjøgnum, og har var líka rúmligt at ganga sum í einum tunli. Vit tóku nógvar myndir har á leiðini, og eg haldi meg kunna siga við fullari vissu, at tað eru tær einastu og tær seinastu myndirnar, sum tiknar eru í Holinum á Vestara Búgvabarmi, tí tað óvanliga stóra omanlopið í oktober 2009 hevur væl og virðiliga breitt seg um alt hetta økið. Ikki tykkum at siga! Okkara forfedrar fóru ikki upp á land "hist og her" bara til stuttleika. Nei, fóru teir upp á land, so var tað til nakað.

Tað er trupult at lýsa hetta bara í orðum, og tí royni eg at lýsa tað í myndum og orðum – fyri og eftir tað stóra omanlopið seinast í oktober mánað 2009. Eg vísi fyrst tær báðar myndirnar, ið eru tiknar í oktobur mánað 2009. Mynd nr. 1 er tikin nakrar fáar dagar fyri omanlopið. Sí frágreiðing!

 

Hendan myndin er tikin av Bergstokkinum - uppi yvir Fløttum - seinast í oktobur mánað 2009. Samanber við ta fyrstu myndina, sum er tikin nakrar fáar dagar frammanundan

----

Tær komandi myndirnar eru tiknar 8. august í 2009:

Vestari Búgvabarmur

Hendan myndin er tikin ein dýrdardag, 08.08.09, á Rygginum, sum býtir Vestaru Búgvaurð, sum eisini verður kallað Lúsurðin, í tveir partar. Vit síggja Flesina á Vestara Búgvabarmi, Holið á Vestara Búgvabarmi, Inni á Hálsi (fóturin á Búgvanum), Sundið inni á Hálsi og ein part av Heimara Búgvabarmi. Myndin er mær serliga kær, tí hon vísir okkum tað mesta av tí, ið hvarv í omanlopinum. Flesin á Vestara Búgvabarmi er burtur, Holið á Vestara Búgvabarmi er burtur, økið Inni á Hálsi er burtur, Sundið inni á Hálsi er burtur, og Urðin inni á Hálsi er eisini burtur. (sjá mynd nr. 2).

Holið á Vestara Búgvabarmi

Hendan myndin er eisini tikin á sumri 2009. Vit eru nú á Vestara Búgvabarmi og síggja Holið á Vestara Búgvabarmi. Tann innari báturin - "Tjaldrið" hjá Símuni hjá Sigurdi í Bíggjarlagnum - er staddur beint út av Flesini á Vestara Búgvabarmi, sum er tað ljósa, ið sæst ímóti berginum. Teir gomlu søgdu, at Holið á Vestara Búgvabarmi skuldi ganga tvørtur í gjøgnum bergið og koma útaftur á Heimara Búgvabarmi. Hetta ætlaðu vit okkum at kanna hendan dagin.

 

Sundið Inni á Hálsi

Á hesari myndini síggja vit Sundið Inni á Hálsi og Vestara Búgvabarm - vestur ímóti Fløttum

Og her hava vit so siglt í gjøgnum Sundið Inni á Hálsi og eru komnir á Heimara Búgvabarm. Á myndini eru Jógvan Sørin og eg  og smádreingirnir Jónas og Jónfinnur. Hans á Skipinum er farin upp á land á Heimara Búgvabarmi - í Urðini inni á Hálsi.

Urðin inni á Hálsi

Urðin inni á Hálsi (á Heimara Búgvabarmi). Her fóru vit upp á land og inn í holið, sum sæst á myndini.

 

Hendan myndin er tikin vestureftir út úr Holinum á Vestara Búgvabarmi. Vit báðir Hans á Skipinum fóru upp á land í Urðini inni á Hálsi á Heimara Búgvabarmi og gingu so í gjøgnum Holið og tóku so hesa myndina út á Vestara Búgvabarm. Uppáhaldið um at Holið gekk í gjøgnum bergið av Heimara Búgvabarmi og út aftur á Vestara Búgvabarmi, bleiv hervið staðfest at vera satt. Flesin á Vestara Búgvabarmi sæst eisini væl á myndini.

Ein betri mynd vestur í gjøgnum Holið á Vestara Búgvabarmi. Her síggja vit ein part av Rygginum (tað grøna) og so Flesina

Hans á Skipinum í Holinum - við Vestara Búgvabarmi í baksýni

 

 Vit hava nú gingið í gjøgnum Holið og eru á veg aftur til bátin (sí mynd), ið bíðaði eftir okkum á Heimara Búgvabarmi. Myndir er tikin úr Holinum og út á Heimara Búgvabarm

Urðin inni á Hálsi - á Heimara Búgvabarmi. Rivtangin sæst longst til vinstru á myndini

Á veg inn í Holið av Urðini inni á Hálsi (á Heimara Búgvabarmi)

Legg til merkis handan ljósa steinin í Urðini inni á Hálsi - og hygg at næstu mynd!

Tann sjáldsami steinurin var ein góðan metur í tvørmáti

Tær komandi myndirnar eru tiknar 22.05.10:

Her sæst (minus høvdið á mær) ein partur av teirri nýggju urðini

 

Tann 22.05.10 vóru vit báðir Hans á Skipinum uppi á teirri nýggju urðini. Hon er ómetaliga stór, og her síggja vit bert ein lítlan part av henni frá Búgvanum og vestureftir. Báturin er "Fliðan", sum Heri - sonur Torbjørn uppi í Geil - eigur. Heri og Øssur Johannesen eru á bátinum.

 

Myndin er tikin av urðini og út ímóti Búgvanum. "Fliðan" sæst á Vestara Búgvabarmi og Ásfinn á urðini

Av Vestara Búgvabarmi - Búgvin og Dranki til vinstru

Av urðini og vestureftir. Vit hóma Rygg (tann grøna blettin), "Fliðuna" og Ásfinn (í gulum jakka) á urðini.

 

Búgvin og ein partur av Heimara Búgvabarmi

 Hans á Skipinum á veg aftur í "Fliðuna". Heri tekur ímóti honum.

 Frásøgnin endað!!! Hon fyrikemur mær at vera nakað fløkjaslig. Ein maður segði: "Sagað er sagað!" Eg sigi: "Skrivað er skrivað!"

 

Kategori: Frásagnir