Leygardagin 11.08.07 var tað seinna útitiltakið hjá Gjómanni í 2007. Hesaferð átti Olsensa gróhús á áarbakkanum í Fússagerðinum tørn.

img 7981 copy

Krákuting í Fússagerði

Tað var fínasta veður, og eini 30 fólk í øllum aldri fóru til verka um 10 tíðina. At reinsa innan úr húsinum og at samla grót var tað drúgførasta arbeiðið.Merkiligt nokk manglaði nógv grót, men áin og okkurt einstakt kráarlag vóru góð mið í so máta. Reinsing, grótbering og laðing gingu hond í hond, men tá ið skuffukakurnar - og harímillum (apropo dagin) sjálvsagt abbasaskegg - vóru vøllreiddar, sessaðist fjøldin á grønum sæti. Út á seinnapartin var alt komið so mikið áleiðis, at yvirtromin skuldi leggjast á. Ein avkubbaður SEV-peli varð lagdur úr enda í enda. Síðani varð sperrað - við hegnpelum - og tætt tróður lagt á.

img 8058 copy

Kristian í Lon tók sær av nævrini

Nævur varð so løgd eftir takskegginum, og so var bara eftir at flaga. Men áðrenn alt hetta var fingið frá hondini, var stór grilling á skránni. Serliga tað yngra ættarliðið tók henda nýggja rættin til sín, og hetta man vera fyrstu ferð, at Olsensa gróthús hevur kent tann rama roykin av grillaðum pylsum. Fram ímóti nátturðatíð stóð gróthúsið liðugt, og sigast má, at tað tekur seg væl út.

Ein bági er tó - tað stendur nakað einsligt - burtur frá alfaravegi, men kemur tú til bygdar - út um Grøndalsaleiti - út um Brúnastein - út í hálvt Fússgerðið, so sært tú tað har niðri á áarbakkanum. Set bilin! Gróthúsið hjá Olsen er eina vitjan vert. Gjómaður er komin væl í gongd við tveimum góðum útiátøkum í ár. Mestur hava teir eisini okkurt tílíkt í kvittanum at ári.

Fleiri myndir frá degnum: myndasavn - 2007 - Olsensa gróthús 11.08.07.

Eitt sindur um OLSEN

Jóan Jacob Olsen var føddur 09.09.1859. Pápi hansara var Óli Yviri í Stovu (Ole Christian Hansen, frá Gjógv), og mamma hansara Kristianna Sofía Pedersdatter, úr Havn. Í fólkateljingini 1860 verður Jóan Jacob skrivaður Joen Jacob Ole-Christiansen, soleiðis sum tann gamli navnasiðurin hevði verið, men í fólkateljingini frá 1870 verður hann bert nevndur Joen Jacob Olsen, sum tann nýgggi navnasiðurin, ið kom at virka í 1850árunum, gav møguleikar til. Um hetta eftirnavnaskiftið hevur givið honum heitið OLSEN er ilt at siga, men hann bar so einki annað navn. Leggjast kann aftrat, at Olsen var 2 ferðir giftur og átti eingi børn.

hj dalberg copy

"Húsini hjá Olsen" kallaðust tey upprunaliga

Hesi húsini bygdi Olsen upprunaliga einastaðni millum 1870 og 1900, og tey vórðu kallað "hjá Olsen". Meinhard á Skipinum keypti hesi húsini í seinnu hálvu av 1960unum. 

Olsen skar nógv torv í Fússagerðinum - og var so nógv har heimi - at alt bendir á, at tað er hann, ið hevur laðað gróthúsið, ið kallast Olsensa gróthús ell Gróthúsið hjá Olsen. Millum manna verður tað stundum nevnt Fússagróthúsið, tí hetta er tað einasta gróthúsið í Fússagerðinum.

Kategori: Gjómaður

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna