- 29 oktobur 2024
Hans Jacob Joensen, prestur (seinni bispur)
Tað var tann fyrsta august 1971, at minnisvarðin Eysturi í Kinnini var avdúkaður. Niels Juel Arge, táverandi útvarpsstjóri, var við Gjógv tann dagin, og hann tók alt hátíðarhaldið upp á band, og tað hevur alt verið sent í útvarpinum.
Hendan dagin talaðu: Hans Jacob hjá Onnu Malenu, Jógvan á Fløtti, Sigurð í Hoygarðinum og Óli hjá Sofusi. Hans lærarin beyð vælkomin og bar fram eina tøkk, tá ið hátíðarhaldið var liðugt.
Eg havi avskrivað hesa upptøkuna og leggi hana út her, soleiðis at hon altíð er við hondina. Aftast eru nakrar myndir at síggja. Upptøkan verður løgd út í fýra pørtum, og tann fyrsti kemur her:
Niels Juel Arge, útvarpsstjóri hevur orðið:
Sunnudagin var minnisvarðin norðuri við Gjógv avdúkaður, og tað var Hans Kristiansen, lærari, sum beyð fólki at vera vælkomin og greiddi frá, at fyrst talar Hans Jacob Joensen, prestur, og síðani fer avdúkanin fram, og verður minnisvarðin avdúkaður av Kristiani á Rætt og Kristiani í Hoygarðinum, og navnapláturnar verða avdúkaðar av Fredrikku á Fløtti.
Síðani verða nøvnini lisin upp av teimum farnu - og aftaná verður ein stutt tøgn, og eftir tað verður sálmurin ”Tað sigldi ein bátur um stormbardu vág” sungin. Eftir tað talar Sigurð í Hoygarðinum, og so verður sangurin ”Tit sum í fjøru fóru” sungin.
Síðani tosar Jógvan á Fløtti, sum er formaður í minnisvarðanevndini og Óli Debes, sóknarstýrisformaður. Er tað so onkur annar, sum tá hevur hug at siga nøkur orð, so er høvi til tað aftaná. Til seinast verður sálmurin ”Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur” sungin.
Hjartaliga vælkomin øll somul!
Hans Jacob Joensen, prestur:
Náði og friður frá Guði, faðir okkara og harra okkara Jesusi Kristi veri við okkum øllum, amen. Vit kunnu vist øll vera á einum máli um, at ymisk eru tey kor, vit sum menniskju hava fingið at liva undir. Fyri ein part kunnu vit siga, at korini hjá okkum menniskjum skifta, alt eftir nær og hvar vit fingu lívsverk okkara at gera, og fyri ein stóran part er tað beint, at maður ikki bert skal men eisini kann smíða sær eydnuna góða. Ikki minst okkara tíð ber prógv um hetta.
Okkum, sum í dag eru komin saman her, var tað lagað at liva í einari tíð, hvar ið tað er vorðið lættari at vera menniskja, enn tað nakrantíð fyrr hevur verið. Ikki minst tey gomlu, tey sum minnast, hvussu trupult lívið kundi vera á hesum oyggjum - ikki minst tey vita og duga at meta um, hvussu stórur og týdningarmikil tann framburður hevur verið, sum tey seinastu tjúgu, tretivu árini er farin fram her á landi.
Men hesin framburður hevur eisini borið tað í sær, at ræsurnar eru blivnar rúmari hjá tí einstaka menniskjanum. Næstan sum ongantíð fyrr er menniskjað vorðið ført fyri at standa á egnum beinum. Næstan sum ongantíð fyrr hava vit í dag varhugan av, at lív okkara er nakað, sum bert hoyrir okkum til, og sum vit tí kunnu gera við, sum tað nú einaferð sømir okkum.
Framburðurin hevur gjørt okkum før fyri at vinna á næstan øllum trupulleikum. Okkum nýtist ikki longur at svara nøkrum fyri lívi okkara. Freistingin at taka lívið í egnar hendur - slíta tað leyst frá upphavi tess - er í dag nógv sterkari og liggur í dag nógv nærri, enn hon nakrantíð hevur gjørt.
Men tann veruleiki, sum samlar okkum í dag, hvar Gjáar bygd avdúkar minnisvarða fyri teimum gjáarfólkum, sum mitt í lívsverki teirra fórust á havinum ella av vanlukku á landi - hesin veruleiki minnir eisini okkum, sum í dag liva á, at væl kann tað vera rætt at tala um, at stór eru mannakor - ikki minst á okkara døgum. Men tað er ikki minni rætt, at hesi stóru mannakor ein dag kunnu gerast bæði døkk og døpur.
Tá ið tað í Fyrstu Mósebók verður sagt við Ádam: ”av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða,” so er hetta ein sannleiki um lív okkara, ein sannleiki, sum vit øll kenna, og sum eingin av okkum hevur trongd til at mæla ímóti, at lív okkara er avmarkað, at eitthvørt mannalív skal livast ímillum vøggu og grøv, at skaldið hevur rætt, tá hann syngur: ”Jeg ved kun to havne, bekendte af navne, den ene vor vugge, den anden vor grav”. Hetta er nakað, sum vit øll kenna, og sum vit mega boyggja okkum fyri, hvussu treyðugt vit enn gera tað.
At broyta hesi kor okkara stendur ikki í okkara makt. Hesi kor hava fylgt menniskjanum frá fyrsta degi, og tey fara at fylgja okkum, so leingi tað liva menniskju á hesum knøtti.
Men er hetta allur sannleikin um lív okkara? Er tað tann einasti sannleikin um menniskjalívið, at við deyðanum er sett eitt punktum, sum einki menniskja er ment at flyta? Má so einasta avleiðingin av hesum vera - einasta avleiðing sum høpi er í - at vit taka lívið í egnar hendur, at vit gera okkum leys úr øllum darvandi bondum og royna at fáa so mikið burtur úr hesum lívi okkara, sum til ber?
Er tað so ikki beinast eftir førimuni at nýta lívið, meðan tíð er, tí skjótt kann tað gerast ov seint?
Eg dugi ikki at síggja, hvussu vit við egnari megi og við egnum viti kunnu koma longur. Her eru vit komin til eitt mark fyri tí, sum vit menniskju eru før fyri, og sum tað hjá okkum ikki er møguligt at fara um.
Um so er, at vit skulu um hetta markið fyri lívi okkara, so mugu vit vera leidd av einum, sum ikki er undirlagdur hesi somu kor, men sum kemur frá einum heimi, hvar onnur kor valda, og sum tí er førur fyri at broyta hesi kor okkara soleiðis, at hetta ikki meira er allur sannleikin um lív okkara.
Hin kristni boðskapurin til okkara er júst, at hetta ikki er allur sannleikin um lív okkara, at orðini «av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur vera», ikki er allur sannleikin um menniskjalívið.
Við komu Jesu Krists í hendan heim eru hesi kor okkara vorðin broytt. Tá ið Jesus einaferð segði: «Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á meg, skal liva, um hann so doyr,» so var tað júst hesi kor okkara, hann sipar til, at tey nú eru vorðin ella kunnu verða øðrvísi.
Nú er tað ikki longur beint, nú er tað ikki longur allur sannleikin um lív okkara, «at mold eru vit, og at mold skulu vit aftur verða,» men við orðunum «eg eri uppreisnin og lívið, tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.» Við hesum orðum vil Jesus leggja sum rætt, «at úr mold skulu vit aftur rísa upp.»
Lív okkara var av fyrstan tíð ikki ætlað at skula enda við deyðanum, men tað málið, sum Guð setti fyri hvørt einasta mannalív, var lívið heima hjá honum. Tá ið vit mistu hetta mál burtur, tá bleiv eisini lívið heima hjá Guði tikið frá okkum, men evangeliið til okkara er, at í samfelagi við Jesusi - at í fylgi hansara - kunnu vit aftur náa hetta málið, men bert í fylgi hansara.
Lat okkum tí binda lív okkara til hansara, og lat okkum ikki fara skeiv og halda, at tað einsta rætta er at taka lívið í egnar hendur. Gera vit tað, so endar tað í grøvini, antin hon so verður vát ella turr. Tað frælsið, sum vit øll somul meira ella minni tráa eftir - frælsið til at liva, sum vit finna fyri gott - tað frælsið vil at endanum vísa seg at vera trældómur undir egnum lyftum – trældómur undir okkum sjálvum.
Tað veruliga frælsið finst bert, har sum menniskju binda lív sítt til Guðs soleiðis, at hann verður einasti harri í lívi okkara. Fyrstani tá gerast vit óheft av hesum heimi og øllum, sum hoyrir honum til, og fyrstani tá kunnu vit brúka hendan heim soleiðis, sum tað var Guðs ætlan, at vit skuldu brúka hann, og fyrstani tá verður hann okkum til satt gagn.
Og tá kunnu vit av sonnum liva lív okkara undir Guðs lyfti um, at einaferð skal hesin heimur og alt, sum í honum er, hoyra eitt róp – eitt róp, sum mann ongantíð hevur hoyrt makan til - ella bert ta einu ferðina, tá ið hesin heimur bleiv til. Og tá skulu vit saman við teimum, sum undan eru farin, rísa upp fyri at møta honum, sum sjálvur er merktur av einum hørðum deyða - sum sær út sum eitt blóðugt slaktað lamb - fyri saman við teimum, sum undan eru farin at lovprísa honum, sum gjørdi deyðans makt til einkis, og sum tí kundi geva okkum lívið – hitt æviga lívið heima hjá Guði.
So biðja vit teg, Guð, at tú vilt ”geva okkum øllum tað landið at ná, har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá, tá hirðin sítt fylgi úr mold og úr bylgju skal savna, hvar sorgin um ævir er av, tí deyður er deyðin, og horvið er hav”, amen.-
---Og so avdúkaðu hin átta og fírsinstjúgu ára gamli Kristian á Rætt og seks og fírsinstjúgu ára gamli Kristian í Hoygarðinum minnisvarðan, og seks og hálvfemsinstjúgu ára gamla Drikka á Fløtti navnapláturnar.
------
NB! Tað hevði komið væl við at fingið fleiri myndir av hátíðarhaldinum, sum eg kundi lagt út til teir komandi partarnar. Osvald á Klá hevur tikið onkrar av hesum myndunum - og onkrar havi eg fingið frá Odu.
Kristian á Rætt, Kristian í Hoygarðinum og Hjalmar á Teigunum
Drikka á Fløtti og Sofía (dóttirin)
Lisa á Klá og ?
Anton á Klá (svørtum yvirfrakka) --- og hvønn annan kenna tit?
Kennir nakar??