12057090993 a77503e577 b1

 Funnings kirkja - bygd 1847.

Sunnudagin 28.08.16. fóru fólk frá Gjógv til Funnings í kirkju - til gongu eftir Mannagøtuni. Tað var Emil Olsen, prestur, ið var komin við hugskotinum, og hann skipaði eisini fyri tiltakinum. Veðrið var gott, og eini 80/90 fólk vóru samlað uttan fyri Gjáar kirkju kl. 15 henda dagin. Umframt gjáarfólk og onnur, ið hava tilknýti til bygdina, so var eisini væl av øðrum fólki, ið vildi royna hesa søguligu upplivingina. Prestur beyð vælkomin, greiddi frá ymsum praktiskum og helt eina stutta bøn, áðrenn farið varð til gongu. Hann hevði orðað við meg um at siga nøkur orð við Líkstein - heimi undir Skarði, og tá ið vit fóru um markið í Funningshaga, skuldi Petur hjá Elspu (Petur P. Dahl) taka um endan. Eg visti á leið, hvat ið Petur fór at siga, og fyri at tað ikki skuldi verða ber endurtøka, so royndi eg at halda meg til Gjáarpartin: Gjáar kirkja er bygd í 1929, og skúlin í 1883. Lestur og onkur gudstænasta vóru í skúlanum, men allar tær kirkjuligu handlingarnar fóru fram í Funningi: dópur, konfirmatión, brúðarvígsla og jarðarferð. Kirkjugarðurin kom í 1918, og fyrsta líkið varð grivið í honum í 1919, so fyri ta tíð vórðu gjáarfólk grivin í Funningi. Líkið bleiv fyrst borið úr heiminum og heim á Heygarnar - til tann gamla garðin (Gamlagarð) - og sett á eitt pláss, ið nevndist Líkstaðurin. Heim higar bleiv sungið og fylgt, og víðari við líkinum fóru so berarar og syngjarar (aðrastaðni siga tey sangarar). Berararnir skiftust um at bera - tvær bátamastrar vórðu bundnar undir kistuna, so 10 kundu bera í senn - 5 hvørju megin. Bert eina ferð settu teir líkið frá sær í Gjáarhaga, og tað var heimi undir Skarði - á Líksteini. Haðani bleiv líkið so borið oman til Funnings og sett á ein stein, ið eisini eitur Líksteinur - skamt oman fyri Funnings bygd. Haðani bleiv so sungið oman í kirkjugarðin.

Tá ið farið varð til messu í Funningi, varð gingið heim eftir Mannagøtuni, men tey í Nýggjustovu, Jákupsstovu, Jógvansstovu og Sámalsstovu gingu niðan á Brekkur - niðan undir Klubban - og so heim eftir Rásini undir Skridnabrúgv, tí har var turrari at ganga. Tey gomlu, ið ikki hættaðu sær at taka ta tungu Hóvabrekku á veg aftur úr Funningi, steðgaðu við Kirkjustein í Hóvabrekku - haðani kemur Funnings kirkja undan. Her hildu tey so bøn, áðrenn tey raggaðu sær oman aftur til Gjáar. Hini gingu so oman ímóti Hóristeini - skamt oman fyri Gjáarportrið. Her skiftu summi skógvar - pyntaðu seg eitt sindur, áðrenn tey fóru oman í bygdina - og tí nevndu tey (kanska í spølni) steinin fyri Pyntistein (tvætlinavn siga funningsfólk!!). At ganga norðan fyri Ánna heim til Funnings var eisini vanligt í gomlum døgum, og í tí sambandinum er vert at nevna staðarnavnið Krossarnar - Heimi á Krossum - í Dalagerðinum, stutt heiman fyri Marknagarðin. Tað staðarnavnið kann goyma eina spennandi søgu, tí nøvn við "krossheiti" eru kend aðrastaðni í landinum við hesari frágreiðingini: Tá ið fólk - í gamlari tíð - gingu millum bygdir, kundu tey á ávísum støðum ganga seg fram á trækrossar, sum vóru settir upp - og haðanífrá kom bønhúsið ella kirkjan undan í teirri bygdini, gingið varð til, og her hildu tey eina lítla bøn. Á bygdagøtuni millum Kvívík og Hvalvík er Krossbrekka - haðani kemur kirkjan í Hvalvík undan. Heimi á Krossum kemur bygdin undan, men vit vita einki um nakað bønhús við Gjógv, men tó so - ein bygdarmaður hevur fortalt mær, at hann í eini søgubók hevur sæð bønhús við Gjógv nevnt.

DSC 0282 - KopiDSC 0271 - Kopi

Petur Dahl - við Líkstein í Funningi                                               Neli og Jógvan Højsted

Tá ið vit komu heim á Skarð, vóru nøkur fólk úr Funningi komin hagar. Tey skuldu fylgjast við okkum oman til Funnings. Funningur eigur nógv góð frásøgufólk, og millum hesi fólk vóru Petur hjá Elspu (Petur Dahl) og Jógvan hjá Knúti á Geil (Jógvan J. Højsted) á Skarðinum. Teir báðir eru vitandi menn og fortaldu okkum ymiskt áhugavert á vegnum, men tað var Petur, ið hevði orðið, tá ið vit steðgaðu við Kirkjustein og Líkstein. Hann segði m.a. :

Hetta við at gjáarfólk komu til Funnings í kirkju, áðrenn kirkja kom við Gjógv, minnist eg sjálvsagt einki til, tí hetta var fyri mína tíð, men tey komu so higar til messu (til altars). Tá var tað soleiðis, at tey áttu messu aðru hvørja ferð, ið prestur var. Tey kundu taka nakað soleiðis til: "Vit eiga ikki messu í dag". Prestur var ikki so ofta - kanska einar seks ferðir um árið. Gjáarfólk høvdu føst tilhaldshús her í Funningi. Higar til okkara í Hvanngarðin komu tey hjá Debusi, tey hjá Elini á Bø og tey í Nýggjustovu. Tað er so ymiskt, hvussu tað verður sagt frá. Summi siga, at tey fingu ongan bita, áðrenn tey fóru í kirkju, men mamma segði, at her hjá okkum fingu tey ein drekkamunn, áðrenn tey fóru í kirkju. Men tá ið tey komu úr kirkju, fingu tey breyð, smør og søtsuppu - tað var fast - og tað var eisini fast til ervið. Gjáarfólk sótu í teimum innastu stólunum í kirkjuni. Tá ið menninir komu inn eftir gólvinum, høvdu teir húgvuna í hondini og løgdu hana upp á bitan, áðrenn teir settu seg niður. Áðrenn Gjógv fekk kirkjugarð í 1918, blivu gjáarfólk grivin her í Funningi. Var bátsveður, so kom líkið við bát. Her kann eg leggja aftrat, at í niðara enda á kirkjugarðinum, var eitt portur - eisini í mínari tíð - og tað portrið var til gjáarmenn at bera lík ígjøgnum, tá tey komu sjóvegis. (Her kann eg leggja aftrat, at ein kona, sum gekk við okkum til Funnings, segði tað, at á kirkjugarðinum í Kunoy vóru eisini tvey portur, og at annað var til fólkið av Skarði).  Gjáarfólk og funningsfólk blivu ikki grivin hvørt um annað í kirkjugarðinum. Gjáarfólk blivu grivin norðan fyri kirkjuna, og tað kallaðu vit Gjáargrevsturin, men funningsfólk blivu grivin niðan fyri kirkjuna. - Tað, sum er oman við ánni - sunnan fyri kirkjuna - er ikki gamal grevstur. Tá var tað pliktarbeiði at gera kirkjugarð, og gjáarmenn vóru eisini her heimi. Tann fyrsti, ið er grivin har, er Jógvan á Fløtti (Joen Joensen, f. 1879). Jógvan datt í Gjónna og doyði og bleiv grivin her millum jól og nýggjár 1907. Tá í tíðini fóru tey ikki inn í kirkjuna við líkinum, men beint í kirkjugarðin, har tey blivu grivin. Nær tann skikkurin er avlagdur, veit eg ikki, men eg veit, at seinast í 1920unum fór lík fyrst í kirkjuna. Mamma segði tað, at tað vóru bara menn, ið komu til Funnings við líkinum, og tá ið líkið var komið í jørðina, fóru allir inn í kirkjuna - settu seg niður og boygdu seg framyvir, áðrenn teir fóru av stað aftur. Eg havi eisini verið við at borið lík til Gjáar, tá ið tað var brim við Gjógv. Tað var í 1954, at líkið av Dalberg kom upp á land her, og vit bóru tað niðan undir Fossabrúnna, har Benadikt kom eftir tí í lastbili sínum. Kistan stóð fatlað á tveimum bátamastrum. Vit vóru 10 um kistuna og høvdu eisini band upp um herðarnar. Tá ið lík kom til Funnings og skuldi til Gjáar, so bleiv sungið og fylgt úr fjøruni og niðan til Lið - til tey ovastu húsini - meðan kirkjuklokkan ringdi. Hetta var í mínari tíð. Nú vit tosa um tað kirkjuliga, má eg fortelja tykkum um eina hending, ið omma fortaldi fyri mær. Omma kallaðist Elspa Jóhanna Debes. Hon var fødd við Gjógv í 1865 og doyði í 1952. Omma segði soleiðis frá: Ein arbeiðskona í Ólastovu sá eina ferð ein blóðreyðan loga Eysturi á Skarði (Skúvadalsskarði). Login flutti seg spakuliga og steðgaði so á einum staði. Á hesum staði bleiv Gjáar kirkja bygd. Var tað ikki merkiligt? legði omma aftrat. Omma nevndi navnið á arbeiðskonuni og navnið á staðnum, har login steðgaði, men nøvnini havi eg gloymt.

Tá ið komið var til Funnings, stóð Funnings kirkja opin, og ein rúgva av fólki var komið saman at taka ímóti okkum. Nú var farið at regna, so vit skundaðu okkum í kirkjuna. Funningsfólk kenna nokk tann gamla skikkin - at gjáarfólk skuldu hava teir innastu stólarnar - tí tey høvdu sett seg uttarlaga og miðskips. Kirkjan var nærum fullsett, og áðrenn Emil, prestur, segði nøkur góð orð, sungu vit nummar 1 í Sálmabókini: Harra Gud, títt dýra navn og æra. At enda sungu vit nummar 390 í Sálmabókini: Himnafaðir vár vit biðja - og síðani blivu øll boðin niðan í skúlan til ein drekkamunn. Í skúlanum stóðu borð fylt við køkum av ymsum sløgum, so sjálvsagt fyltist skúlin líka heilt upp á loftið. Hetta var ein mikið hugnalig løta við kaffi og góðum práti. Jú, blíðskapurin í Funningi var stórur, og eg haldi, at tað merktist ein so hjartalig kensla aftan fyri tað heila - soleiðis sum tað sømir seg røttum grannabygdum. Tøkk eigi funningsfólk fyri tað - og fyri dagin í síni heild. Tað er gott at eiga góðar grannar. 

-----

ps. Nøkur fóru til gongu oman aftur til Gjáar, fyri at túrurin skuldi verða fullkomin. Sum onkur tók til: "Tey gomlu fóru ikki í bil úr Funningi." 

Myndir?  bygdin.fo/myndasavnið/Til Funnings í kirkju.







Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna