Í mong ár - líka síðani Gjáargarður kom - hevur verið  tosað um at fingið eina nýggja brúgv um Stórá onkustaðni um Huldheyggjarleiðina. Nú (2009) er spónurin settur í, og seinni í hesum árinum man hon fara at vera liðug.

brugv

Brúgvin fer um ánna beint uttan fyri Ryssufossin, so nú verður ómakaleysari hjá teimum stóru ( og mongu) ferðafólkabussunum at koma í túnið á Gjáargarði. Tað er hopleyst at koyra í gjøgnum bygdina við stórum bussum og lastbilum, og tað hevur eisini staðist ein ávísur ampi av hesi nógvu ferðsluni um summarið, tá ið Lítlifløttu er fullur av spælandi børnum, so hetta fer at vera ein lætti hjá bygdarfólkinum og bilførarunum. Hetta verður so tann fjórða brúgvin, ið gjørd er um Stórá. Tann núverandi Niðara (Ytra) brúgv er gjørd í 1939, men fyri tað var ein træbrúgv - átøk Heimaru brúgv, men heldur breiðari. Ein stórur steinur lá mitt í ánni, so træbrúgvin gekk eftir tí steininum. Hesin steinurin varð sprongdur burtur, tá ið tann nýggja brúgvin kom í 1939. Sunnan fyri tann stóra steinin var ein djúpur hylur, ið nevndist Kíkhylur. Navnið kom av tí, at her plagdu teir at bloyta kíkar.
Eingin veit at siga, nær henda fyrsta træbrúgvin (sí mynd) kom, men at eingin brúgv var í 1870 - bert løgasteinar - vita vit av hesi hendingini: Tann nógv umrødda skaðadagin, 30. apríl 1870, tá ið bygdin misti tvey fullmannað áttamannafør, var Elspa í Horni ( ættað úr Nýggjustovu - f. 1853) við mammu síni eftir garðatorvi Eysturi við Gjógv. Elspa segði tað, at so knappliga brast ódnarveðrið á, og so skjótt vaks áin, at høvdu tær roynt at farið um ánna niðan í Horn, komu tær ikki vegin fram. Sostatt svav Elspa hjá mammu síni í Nýggjustovu ta náttina.

gomulbrugv

- So er tað Heimara Brúgv. Ikki hevur tað eydnast at tíðarfesta hana, men Kristian á Rætt bygdi umleið 1910, so fleiri meiningar benda á, at brúgvin kann vera komin eftir tað. Óli Berg bygdi eisini um ta tíðina. (Sambært fólkateljingini eigur hann 3 børn í 1916). Hann bygdi Heimi í Forna og tók seinni húsini niður og flutti tey suður til Hovs, og har standa tey enn. Jógvan Sofus bygdi á grundina hjá Óla Berg í 1937. -- Kanska onkur kann seta aldur á Heimaru Brúgv? Og verður tað nú Ytra (Niðara) Brúgv - Heimara Brúgv - og Heimasta Brúgv - ella?

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna