Jóhanna hjá Sofusi

Hjá okkum - tí yngra slagnum - var hon Jóhanna hjá Sofusi, tí at hon var gift við Sofus Debes. Tey eldru nevndu hana Jóhanna í Geil, tí haðani var hon ættað. Jóhanna, f. Klein 1896, giftist við Sofus Debes, f. 1896, og tey fingu trý børn, sum øll eru deyð: Hannelina, (1937 – 2006), (Oddvør, 1939 –2015) og Óli (1944 – 2020).

Jóhanna var ein sjáldsama blíð og fyrikomandi kona. Gestablídni setti hon í hásætið, og tað er ikki smávegis tal, ið har er komið á gátt og hevur notið alt gott frá hesi hjartagóðu konu. Óli og eg vóru javnaldrar og hildu nógv saman, og so var hon har við síni eymu rødd og altíð við tí góða orðinum. Eg havi nógv góð minnir um Jóhonnu, og eg haldi, at eg fari at nevna eitt orð, ið hon lærdi meg sum smádrongur, og sum eg ongantíð havi gloymt. Eina tíð, meðan vit gingu í barnaskúla, lá Óli á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað feilti okkurt við nýrunum. Ein dagin, eg komi fram við køksvindeyganum hjá Jóhonnu, letur hon vindeygað upp og sigur: “Áh, Jesus, góði! Tað er sovorðin onkur at síggja teg.” Hon hevur helst sæð á mær, at eg ikki skilti, hvat hon meinti við, tí so sigur hon: “Jú, góði! Tá ið eg síggi teg, so fært tú meg at hugsa um Óla, og eg fari at leingjast so illa eftir honum, tað er onkur.” Ikki veit eg meg hava hoyrt hasa merkingina aftur.

  

Jóhanna og Sofus                                  Systkini Hannelina, Óli og Oddvør

Pól Hans Jacob Debes, f. 1938, í Ólastovu – búsitandi í Skopun - hevur tikið Jóhonnu upp á band í 1976, stutt áðrenn hon fylti 80 ár. Hetta, og mangt annað, ið Pól Hans Jacob hevur avrikað – ikki minst myndasavn hansara – átti at verið varðveitt. Pól Hans Jacob skal hava tøkk fyri, at vit sluppu at hoyra hetta bandið. Vit taka við gleði ímóti øðrum. Nú fær Jóhanna orðið:

Tey gomlu húsini í Geil (teknað Torbjørn Andreasen)

Eg eri slektað úr Geil. Pápi mín æt Óla Christian Klein, f. 1871, og mamma æt Berlina, f. Joensen, 1871, og var slektað úr Blásastovu. Abbi mín bygdi húsini í 1868, og pápi giftist inn har, og vit blivu fimm systkin, men bæði foreldrini doyðu, tá ið eg var níggju ára gomul, so eg havi nógv ring minnir. Í barnaheiminum var ein mørk av jørð, og tað hjálpti so grúuliga væl, tí neytini vóru álitið tá. Vit høvdu bæði tvær og tríggjar kýr, og vit livdu av tí, sum landið og sjógvurin góvu.

Tað kom so nógvur fiskur upp á land her. Her hjá Óla Debes, f. 1856, handilsmanninum, lá so nógvur fiskur uttanfyri, at hann lá næstan upp undir syllina á teimum gomlu Gortruhúsunum, men tey húsini vóru ikki so høg. Hálvvaksnir dreingir arbeiddu eisini í fiski. Olaf, f. 1904, beiggi mín, var hvørja nátt niðri hjá Óla og flakti. Eg minnist ein morgun, hann kom aftur við átjan krónum í hondini, og at omma bleiv púra ovfarin av øllum hesum pengunum, sum hann hevði fingið. Óli handlaði við Restorff í Havn. Skip kom við varu og salti, tá ið kyrra var, og tað tók so fiskin umborð niðri í fjøru. Teir bóru fiskin í leypi oman í fjøru, tí tað var lættari enn at fara í Gjónna. Tey turkaðu eisini nógvan fisk her í bygdini – tey tóku stakk, sum tey kallaðu tað.

Nógvir raskir menn komu aðrastaðni frá til Gjáar at rógva út, og summir giftust higar. Eg kann nevna Dánjal í Bíggjarlagnum (Daniel Niclasen, f 1874, Kollafirði) og Petur Julius á Teigunum (Peter Juleus Joensen, f. 1876, Kollafirði) og so giftist Jóan Pauli (Kollafirði) við Petru í Trøðni (Petra Christiane Joensen, f. 1872). Tað kom so eisini nógvur fiskur upp á land her frá avbygdabátum. Tá ið vindur var og ófýsið veður, settu teir upp og avreiddu her. Teir settu serliga upp her, tá ið tað var lágættarstormur, tí so var tað lættari hjá teimum at fara av stað aftur út á hav dagin eftir. Mat og hús fingu teir her. Eg minnist serliga væl til leirvíkingar og fuglfirðingar, ið settu upp her. Tað kundu vera heilt nógvir menn, og teir blivu allir væl móttiknir, bodnir til hús at fáa sær mat og turr klæðir, og viðhvørt var eisini dansur um kvøldið. Tá var lív í bygdini. Eingin dansistova var í bygdini, men tey dansaðu í ymiskum húsum. Á Grótheyggi var ein stór roykstovu, og har var mangan dansur. Gjáarmenn settu ofta upp í Funningi, tá ið hann kom høgt, og tað bleiv ókyrt í Gjónni.

Lat meg minnast til at siga, hvussu vakurt tað var at hoyra teir syngja, tá ið teir fóru um morgnarnar, og tá ið teir komu aftur. Teir róðu so spakuliga út og eisini inn, so sálmurin skuldi vera liðugur, áðrenn teir løgdu at. Fyrst, ið eg minnist, vóru fimm áttamannafør, men Brúðrin gekk burtur í 1901, og so vóru bara fýra eftir. Tann dagin, ið Brúðrin gekk burtur, var Gortrubáturin nær teimum. Sjúrður á Fløtti (Sivert Sivertsen, f. 1878), ið var við Gortrubátinum, sá, at Brúðrin fekk ein sjógv og fór runt. Teir róðu so skjótt teir kundu til teirra. Einir tveir vóru komnir á kjøl, men skolaðust av aftur. Djóni á Jolluni (Djóni Debes, f. 1867) var ein, ið bjargaðist. Teir sóu niður í hárið á honum og fingu drigið hann upp úr sjónum. Hevði hann ikki havt so stórt hár, so høvdu teir ikki fingið bjargað honum. Tað vóru átta mans við Brúðrini, men Gortrubáturin bjargaði fimm og tríggir sjólótust. Tað vóru fimm brøður úr Niðarustovu við Brúðrini tann dagin, og tveir av teimum sjólótust. Sum tú veitst, so gingu tvey áttamannafør – Fríðriksbátur og Rættarbáturin - burtur í 1870 og eitt áttamannafar – Samløgan - í 1884. Tá vóru nógvar ungar einkjur við Gjógv. Tá ið Samløgan fórst í 1884, blivu sekstan børn faðirleys. Omma í Geil sat eftir við 6 børnum, Elspa í Horni við trimum, Gamla á Fløtti (Kathrina) við trimum og ommusystir á Grótheyggi (Jóhanna) við fýra børnum. Tær kláraðu seg bara við arbeiði, og tær vóru so stórar í sær sjálvum, at tær fóru leiðandi eftir torvi – allar einkjurnar – fyri at børnini ikki skuldu doyggja í kulda. Men bygdin var øll ein eind, fyrst ið eg minnist, og gjáarmenn vóru soleiðis, at teir hjálptu øllum – eisini einkjunum við tí tunga arbeiðinum, t.d. at skera torv, velta, sláa, ganga á fjall, fletta o.s.fr. uttan eitt tað einasta eitt oyra. Einkjurnar fingu fisk og annað, og var ein sjúkur maður, so bóru teir eisini honum fisk. Maturin var av sjónum og tað, sum landið gav, og ikki at gloyma mjólkina, sum bleiv borin út í húsini til tey, sum onga áttu. Ta fyrstu tíðina, sum eg minnist, tá tey fóru at selja mjólk, tá kostaði hon 12 oyru liturin. Tey kókaðu mat tríggjar ferðir um dagin. Tað  var so deiligt at koma úr skúla og fáa livurhøvd og eplir. Til døgurða fingu vit sum oftast okkurt av heystinum, og um kvøldið fingu vit fisk. Grind og spik fingu vit eisini ofta. Pengar vóru eingir, og einkjunum vórðu bjóðaðir pengar úr Havn, men tær vildu bíða sum longst, til tær noyddust at taka ímóti hjálp. Eingin vildi skylda nakað. Omma segði tað, at einaferð fekk hon sendandi tíggju krónur úr Havn, og tá høvdu havnarfólk spælt komediu, og pengarnir fóru til einkjurnar við Gjógv. Tað var vakurt gjørt.

Nei, tað er vist, at mangt er at minnast afturá. Tað bleiv arbeitt og arbeitt, og mann brúkti bara síni egnu ting. Eg kom at hugsa um hetta nú eitt kvøldið. Putur var einki at fáa til børn, og tá brúktu tey bara øsku. Tað var eitt stað heimi á Krossum, har sovorðnar hvítar torvur komu undan. Hetta bleiv so brent í ordiligum eldi, og tað var so ógvuliga fínt og gott at brúka til at smyrja uppá. Vit – og fleiri onnur – høvdu torv har heimi, og ofta komu fólk at biðja um eitt sindur av hesum torvinum, so gott var tað at brúka sum putur. Seinni fóru tey so at brúka kartoffilmjøl sum putur til børnini.

Tað vóru 56 kýr og 15 ungneyt í bygdini, fyrst ið eg minnist. Neytini fóru ofta so tíðliga út, tí hoyggið var ikki so nógv, men teir begintu í 1901 at leggja hetta nýggja gerðið inn og býttu í 1904, og tá fekst meiri hoyggj. Teir høvdu eitt øgiligt stríð av gørðunum, tí teir høvdu eingi onnur amboð enn haka og eitt jarnstykki. Neytini lógu nógv á Ambadali, so tað var langt at ganga til neytar, og neytalønin var ikki stór. Tey søgdu, at tey gingu fyri tvær krónur fyri kúnna um árið, men eg gekk fyri fýra. Vit gingu tvær ferðir á Dalin um dagin. Plagdu at fara um áttatíðina og vóru aftur klokkan ellivu ella hálvgum tólv. Viðhvørt skundaðu vit okkum at koma aftur og fara í fisk hjá Poul Klein, f. 1861, ella í torv sama dagin, og um kvøldið fóru vit so aftur til neytar. Hetta var alt sum eitt spæl, og øll vóru væl nøgd.

Tann stóra grindin í Funningsfirði var um ta tíðina, tá ið Sanna systir fór til dópin. Hon fór til dópin 5. juni 1898, og tað doyðu 675 hvalir í Funningsfirði tann 3. juni 1898. Eg eri knapt tvey ár eldri enn Sanna, men tað merkiliga er, at eg minnist tann dagin, tí eg græt so illa, tá ið tey fóru av stað við henni í einum skjúrti, tí eg helt, at hon fór ikki at koma aftur. So var tað hesi góðu grindaboð. Tað kom onkur rennandi úr Funningi við grindaboðum, og hvørjaferð vit sóu onkran koma rennandi til bygdina, so hildu vit tað vera grindaboð. Hendan dagin bleiv ein sovorðin hurlivasi í bygdini, tí tað var so ógemeint, sum teir skundaðu sær og leikaðu í, tí grind var í Funningsfirði. Jarðarhvalur var eisini í Funningsfirði, og eg havi hoyrt, at tað komu 70 heilir hvalir til Gjáar úr tí grindini. Vit áttu ein hjall uppi á Heygnum, og eg minnist, at hann var avtaglaður við turrsaltaðum spiki undan syllini og niður á gólv í fleiri ár. Tann sama dagin kom pápi og bar meg oman í fjøru at síggja allar hvalirnar. Vit gingu oman við skúlanum, og eg hevði ongantíð sæð skúlan fyrr, so eg spurdi pápa, hvat hatta var fyri eitt hús. Eg minnist so akkurát, hvar tann hvalurin lá, ið vit áttu, tí pápi koyrdi eygað á honum upp, so eg skuldi síggja eygað. Tá helt eg fast í hondina á honum, tí eg væntaði hvalin koma eftir mær. Hesin hvalurin lá í Hornastøðini, og annars var øll fjøran full av hvalum.

Búgvin - og Fløttir

Sum teir tóku nógvan fugl. Teir vóru í Búgvanum og kundu liggja har í einar átta dagar, so tað má hava verið strævið hjá teimum. Tað var gott at fáa fugl. Teir býttu fuglin í tríggjar partar: teir, sum vóru uppi í Búgvanum, fingu ein triðing, undirløgubáturin ein triðing og jørðin ein triðing. Vit, ið áttu nógva jørð, fingu eina rúgvu av fugli. Eg minnist, hvussu nógv var at royta, men við Gjógv hevur tað verið soleiðis, at eingin átti einki, og tey, ið áttu nógv, lótu teimum, ið minni áttu. Øll hjálptust at. Funningsmenn eiga øll fuglabjørgini uttan Búgvan og Torvu, og tað hevur altíð verið gott vinalag bygdanna millum. Teir hjálptust at, og funningsmenn kundu vera saman við gjáarmonnum í Búgvanum og gjáarmenn saman við funningsmonnum í Funningsbjørgunum. Eg minnist, at onkuntíð vóru funningsmenn í Fløttum, meðan vit vóru til neytar á Ambadali, og tá fingu teir mjólk frá okkum. Eg havi sæð menn gingið uppi á toppinum á Búgvanum og runt um sjálvan toppin. Eisini havi eg hoyrt, at onkur hevur staðið á høvdinum uppi á sjálvum toppinum, men eg veit ikki, um tað passar.

Tað er eingin gjáarmaður farin í bjørgunum í mínari tíð, og tað er nógv at takka fyri. Ein funningsmaður datt oman norðuri á  Ambadali í 1898. Hann var farin at fleyga sær nakrar lundar til hvítusunnudøgurða. Tá ið funningsmenn fóru í bjørgini, gingu teir sum oftast oman fyri garðarnar, men teir fóru eisini av Skarðinum og gingu um Slættirnar niður í Ambadal.

Gjáar kirkja

Vit fingu ikki kirkju fyrr enn í 1929, so fyri ta tíð høvdu vit kirkju saman við teimum í Funningi. Funningsfólk og gjáarfólk hava altíð sitið væl um sátt, og gjáarfólk vóru so væl móttikin í Funningi, at vit høvdu føst hús at fara í, tá ið vit fóru í kirkju, so tað kann ikki hava verið betri eftir teimum umstøðum, sum tá vóru. Eg haldi, at prestur var 12 ferðir í Funningi um árið og 6 ferðir við Gjógv. Tá ið prestur var við Gjógv, bírættaði hann tey gomlu. Tey gingu niðan í Sjúrðarstovu, um tað bar til, tí har helt prestur til tá. Annars fór prestur inn til teirra, ið ikki orkaðu at fara í Sjúrðarstovu. Lestur bleiv lisin í skúlanum og fyrst, ið eg minnist, lósu pápi og Poul Klein í skúlanum. Tað var so nógv fólk í skúlanum, at børnini blivu sett upp í vindeyguni, og tá sungu tey Kingo. Annars bleiv lestur lisin í hvørjum tí einasta húsi. Tey vóru ikki altíð liðug at lesa, tá ið vit komu niðan aftur úr skúlanum. Tá ið eg fór aftur til hús – niðan í Geil – so kundi eg hoyra tey syngja í hvørjum húsi, meðan eg gekk niðan. Eg minnist hvussu væl, ið Kvívíks-Jógvan (Joen Danielsen, f. 1843) hoyrdist, tá ið eg gekk fram við Lon. Kvívíks-Jógvan kom her sum húskallur í Ólastovu, men framman undan hevði hann verið húskallur í Mikladali, og her giftist hann við Lisu í Lon, f. 1846. Hann var so óførur at yrkja, og fyrstu ferð, ið tey lósu føroyskan lestur í skúlanum við Gjógv, var á jólum í 1907, tá ið Jógvan á Fløtti (Joen Joensen, f. 1879) datt út av Gjónni fyrsta jólakvøld. Tað vóru eini verri jól. Dánial Klein, f. 1883, mammubeiggi, las lesturin, og tey sungu føroyskar sálmar. Tann fyrsti sálmurin, ið tey sungu, var “Til kristin fólk á foldum her”, ið Kvívíks-Jógvan hevði yrkt, og hann var eisini í skúlanum tann dagin.

Jólini vóru annars grúuliga høgtíðslig. Alt húsið bleiv vaskað og skrubbað væl og virðiliga. Mannfólkið vaskaði í erva og konufólkið í neðra. Jólaaftan var heilagt klokkan 6, men omma helt eisini altíð heilagt leygarkvøld klokkan seks og setti seg at lesa bøn. Jólaaftan bleiv kjøtið tikið inn og skorið sundur, so alt skuldi verða klárt jóladag, tí einki mátti gerast jóladag. Tað var eingin feskur matur, so tað vanliga var ræstur fiskur og sperðil jólaftan og ræst kjøt leygardag. Onkur, sum átti væl av jørð, kundi hava eina ær gangandi til jólar – eina jólaær – og so høvdu tey feskt á jólum. Veðragjólingarnir, sum blivu tiknir aftan á nýggjár, blivu dripnir tá í tíðini, og so kundi mann fáa ein feskan bita av teimum. Pápi stoytti okkum okkurt jólaljós av fløti, og eisini stoytti hann eitt stórt ljós, tí vit áttu ein staka, og tað ljósið stóð á borðinum og brendi jólamorgun. Tað vóru míni fyrstu jólaljós. Eg eri vaknað øll míni barnaár, við at pápi sat og las lestur hvønn jólamorgun fyri lýsing. Tá ið tann fyrsti lesturin – morgunlesturin – var lisin, fóru tey at ambæta neytunum. Tað mátti gerast, men sópað bleiv ikki um jólini.

Omma var uppvaksin hjá ommu sínari í Ólastovu, og omma segði fyri mær, at húskallarnir tóku ryggirnar úr krovunum til jólar og skóru teir sundur í smá stykkir, og so blivu stykkini kókað. Tað vóru so ringar tíðir tá, at fremmand fólk kundu koma langvegis frá til bygdina at fáa sær mat. Ólastovu mundi vera tað størsta ognarhúsið í bygdini, tí tey áttu 40 gyllin í jørð. Tey mettaðu eisini mangan svangan munn, sum var komin inn á gólvið – og ikki minst um jólini. So var tað eini jól. Veðrið var ringt, so tey væntaðu sær ongar gestir, men knappliga gekk hurðin, og fimm fólk duttu inn á gólvið av berum maktarloysi – trý hálvvaksin børn og tvey vaksin fólk. Hesi fólkini høvdu gingið líka úr Havn og norður til Gjáar, men sjálvandi hevur onkur ført tey um Sundalagið. Tey blivu móttikin við opnum ørmum og fingu fyrst flógva mjólk at drekka, áðrenn tey fingu ta góðu máltíðina. Tað var einki óvanligt í Ólastovu, at fólk komu hagar úr Havn bara at fáa sær mat. Tað var jørðini, tey yvirhøvur livdu av í Føroyum ta tíðina. Hetta ljóðar ótrúligt í dag, men hatta fortaldi omma mær. Eg segði hetta fyri einum havnarmanni nú ein dagin, og hann svaraði mær aftur, at tað var betri at doyggja í Havn enn at koma til Gjáar at bidda mat. Omma fortaldi eisini fyri mær, at pápi sín (Fríðrikur á Grótheyggi – Frederik Joensen, f. 1817 í Oyndarfirði) hevði til vana, tá ið hann kom av útróðri, at hann legði seg á knæ innan fyri dyrnar og takkaði Gudi fyri dagin, fyri at hann hevði ført teir aftur og fyri, hvat teir høvdu fingið. Einaferð – tá gekk hon sum lítil smágenta á gólvinum – tá hevði hann lagt ein hálvan tosk á bonkin, og tá segði hon við hann: “Pápi! Hatta er einki at takka fyri.” Tá flongdi pápin hana og segði: “Jú, vit skulu eisini takka fyri tað lítla, tí við Guds vælsignilsi verður tað nóg mikið álíkavæl.” Omma segði, at ta hendingina gloymdi hon ikki, so leingi hon livdi. Hann átti bátin sjálvur, og hendan dagin høvdu teir býtt tað sindrið, teir høvdu fingið, í millum allar á bátinum, soleiðis at allir fingu eitt sindur, tí øllum tørvaði. Eg havi eisini hoyrt, at hann hevði kjøt við á bátinum til teir, ið einki kjøt áttu. Teir gingu so burtur við Fríðriksbáti í 1870.

Fríðrikur á Grótheyggi (1817 - 1870)

Tað fyrsta bílætið, ið er komið til Gjáar, er av Fríðriki á Grótheyggi. Tað hongur soleiðis saman við tí, at Fríðrikur var ein av teimum fýra monnunum, sum vóru við til at matrikullera ta føroysku jørðina tá í tíðini. Hvat ár, ið hetta var, veit eg ikki, men Vilhelm var ein, og hann hevði biðið Fríðrik sett seg í ein stól, og so visti hann ikki av, fyrr enn hann fekk hetta bílætið sendandi. Tað var eitt lítið bílæt, men vit hava forstørrað tað.

Omma segði tað, at tey fingu klokku í 1868. Hetta var ein klokka við loddum, og hon hekk hjá okkum Uppi í Geil, til tey gomlu húsini blivu niðurtikin. Kjartan á Heygnum (Kjartan Klein, f. 1918) tók klokkuna við sær til Klaksvíkar, og hann setti nýtt verk í hana, og nú gongur hon har inni – frá 1868.

Fyrr var bara ein handil við Gjógv, og tað var niðri í Gamla Pakkhúsini. Tað var langabbi mín, Jóan Petur Joensen, f. 1803), ið hevði tann handilin. Abbi mín, Jóhan, er tann fyrsti, ið er doyptur Klein. Tað hevur Poul Petersen, úr Funningi, fortalt fyri mær. Handilin hjá Óla Debusi, sum vit nú hava, kom í 1883, og so vítt, sum eg minnist, kom handilin hjá Petur Christiani (Petur C. Joensen, f. 1880) í 1903.

Sum fólk vóru røsk at arbeiða tá. Tað bleiv nógv bundið í hvørjum húsi. Menninir karðaðu og spunnu, meðan konufólkið bant. Menninir spunnu og karðaðu eisini, tá ið teir komu aftur av útróðri, og konufólkini bundu eisini, meðan tey gingu til neytar. Í okkara húsi fóru menninir upp at spinna klokkan fimm á morgni. Skipstroyggjurnar vóru bíligar. Eg havi sæð í handilsbókum hjá Óla, at tey fingu 60 oyru fyri trímarkatroyggjur, 80 oyru fyri fýramarkatroyggjur og eina krónu fyri fimmmarkatroyggjur. Abbi mín var úr Blásastovu, og hann gekk blindur. Eg kann minnast, at hann plagdi at koma niðan til okkara, og hvørja ferð segði hann Guds friður í húsi. Tað var annars nokkso vanlig heilsan tá í tíðini. Tá ið hann hevði heilsað, sigur hann: “Liva (Oliva, f. Joensen, 1845) mín, nú er góð stund. Nú kostar troyggjan niðri hjá Óla tvær krónur og fimm og tjúgu oyru.” “Nei, nú sigur tú ikki sannheit,” sigur omma. Hatta minnist eg so týðiliga.

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna