Systkini Súsanna og Andreas í Jógvansstovu

Súsanna í Jógvansstovu var fødd í 1895 og doyði í 1979, 84 ára gomul. Súsanna var egin og skilti seg burtur úr tátíðar bygdarsamfelagnum. Samtíðin skilti hana ikki, og eg eri av teirri hugsan, at hon upp á mangar mátar var framman fyri sína tíð. Súsanna breyt mørk. Sum kvinna í bestu árum svam hon “sum fiskurin” á sjónum – og tað sømdi seg jú ikki fyri eitt konufólk (hildu vit). Tak hana nú, nú konufólk flóta á firðum og sundum dagliga. Nógv av mannfólkaarbeiðinum tók hon upp á seg, ið ikki sømdi seg fyri konufólk at gera (hildu vit): skera torv, velta, sláa (við líggja), bera tøð, ganga á fjall, fletta og mangt annað.  -“Hatta er bara Súsanna.” – Tak hana nú. Nú renna kvinnur um dalar og fjøll og eru mangastaðni álitið, tá ið farast skal á fjall. Torv og tøð eru farin í søguna, og hoyggingin liggur í andaleypi, og lítið sæst nú til mørkini, ið Súsanna breyt. Javnstøða (halda vit).

Í sínum bestu árum skaraði hon eisini framúr á tátíðar kvinnuøkinum. Var okkurt meira ballkent á bygdarskránni, so vóru boð eftir Súsonnu. Hon hevði nevnliga verið í Danmørkini og vunnið sær hollan kunnleika innan matgerð og hondarbeiði, so hon var álitið, tá ið fólk í altarsklæðum sessaðust við búgvið borð.

Pól Hans Jacob

Pól Hans Jacob í Ólastovu (Poul Hans Jacob Debes, f. 1938) tók Súsonnu upp á band í 1976, og fyri mongum árum síðani gav hann mær bandið (ella eitt avrit), og nú eg havi fingið nakað av tí á blað, sum tit kunnu síggja her.

Poul Hans Jacob eigur – eftir mínum tykki – eitt dýrabart myndasavn úr heimbygd síni. Hann átti ta einu tíðina mestsum fast pláss í “Dimmalætting” við einari mynd um vikuna. Myndasavnið átti at komið til sín rætt á onkrari heimasíðu, sum nú- og eftirtíðin kundi fingið gleði av.

Nú hevur Súsanna orðið:

Tað sum eg veit um, so vóru fimm hús sunnan fyri Ánna, og tey vóru Jákupsstova, Nýggjustova, Jógvansstova, Í Halanum og Inni í Stovu. Húsini í Halanum stóðu beint eystan fyri Jógvansstovu, men tað er langt síðani, tey eru niðurtikin. Eg minnist ikki húsini, men eg minnist væl fólkini, ið høvdu búð har. Tey í Ólastovu tóku ein drong úr Halanum, og jørð fylgdi við honum. Hann bleiv kallaður Hanus í Óalastovu, og hann gjørdist gamal drongur. Tey í Sjúrðarstovu tóku ein drong, ið kallaðist Tummas, og jørð fylgdi eisini við honum. Vit kallaðu hann Tummas í Sjúrðarstovu. Ein systir teirra fór í Heiðriksstovu. Hana kallaðu vit Súsonnu í Heiðriksstovu. Hon var so grúuliga ring av eksem. Seinni fór hon í Stovuna – hjá Debusi – og doyði út haðani. Hon var gomul genta. Tann gamla Jógvansstovu stóð niðan fyri Jákupsstovu.

So fara vit yvir um Ánna. Har var eitt hús, ið æt Sámalsstova, og har stóð bara ein toft eftir. Har hevði einki fólk búð nær ella náminda. Tá ið Gamli í Sámalsstovu (Pætur í Sámalsstovu (Peter Pauli Joensen, f. 1842)) skuldi giftast, bygdi hann aftur á ta toftina. So var tað Niðara Stova – so eru tvey – og Gortra, so eru trý, Heiðriksstova, so eru fýra, Ólastova, so eru fimm, Rætt, so vóru seks, Sjúrðarstova, so vóru sjey, Fløttur, so vóru átta, og Hornur, so vóru níggju. Hatta er tey fjúrtan húsini, sum eg kann rokna upp. Gøtu-Jógvan (Joen Poulsen, f. 1853) og abbi í Jógvansstovu (Andreas Olsen, f.1815)  søgdu, at einaferð í tíðini stóðu eini hús uttan fyri Blásastovu, ið kallaðust Andrasstova.

Gerandisdagurin við Gjógv gekk nú ikki so illa, tá ið eg var smágenta. Tey tøttu - øll royndu at binda og spinna, og tey, sum einki áttu, fingu frá hinum, sum áttu, og so bundu tey fyri triðing – fingu triðjuhvørja troyggju afturfyri. Ikki kostaði troyggjan nógv, men eg kann bara siga tær tað, at tá ið troyggjan út ímóti jólum kostaði tvær krónur, tá bleiv hvørki sovið á kvøldi ella á morgni. Tá vakti mann til út á ta hálvu nátt og fór upp á hálvum morgni, tað er ganska sannheit, tí troyggjuprísurin var so høgur. So lækkaði hann, so hvørt tað leið út ímóti vári, so vitiligt er tað, og so fall hann niður á eina krónu og fýrs, eina krónu og trýss, eina krónu og fjøruti, eina krónu og tjúgu. Jú, onkur bant fyri eina krónu og tjúgu. Vit áttu trinni spunaløg í Jógvansstovu í mínari tíð: ein rokkur hesumegin og ein hasumegin, og so var eisini ein strábonkur til onkran, sum skuldi spinna fínt, og tað fína bleiv spunnið í stovuni.

Og tey bæði søgdu frá søgum og kvóðu eisini. Marin Inni í Stovu (Maren Hansen, f. 1853) var so ófør at kvøða, og hon dugdi so grúuliga nógvar rímur og vísur uttanat. Hon plagdi at læra Fíu (Fíu í Sjúrðarstovu (Anna Sofie Johannesen, f. 1895)) – mammu Kristian í Lon  (Hans Kristian Olsen. f. 1926)) og meg at kvøða uttanat. Tá vóru ikki so nógvar rímubøkur, men sálmabøkur vóru í hvørjum húsi.

At ganga til neytar – tað var eitt. Tað var bæði gott og ilt. Eg kann stóla uppá, at vit høvdu ilt av óðum tarvum. Festarsteinur (á Ambadali) var góður í so máta, men einaferð mátti Marianna á Teigunum krúpa inn undir steinin, tí hon slapp ikki upp á hann. Hon kláraði seg undir steininum. Jú, tað var mangan keðiligt – einaferð sótu neytakonurnar í Mibbistígum (Miðbotnsstigum) undan tarvi. Vit máttu hava gassa við okkum, og tað var ofta, at vit vóru noyddar at halda ímóti tarvinum og brúka gassan. Hvør neytakona hevði sín gassa, men ofta settu við gassarnar í Klovnastein uppi á Hálsi. Merkiligt – men eingin kom til skaða av tarvi her í bygdini. (Klovnastein - tað navnið havi eg ikki hoyrt fyrr (gott navn) - bara Tarvastein).

Á várgongu á Fløtum

Og so kornið og eplini. Korn varð nógv velt, ja, tað var akur í hvørjum húsi. Seint í mars fóru teir út at velta korn, og hægsta sáðtíð  at sáa korn var á summarmála (14. apríl). Tað bleiv velt soleiðis – ein fót í hvønn fýrkant, og so blivu fløgini lyft upp, og tøðini breidd og so fløgini áaftur. So gróvu teir aftur fløg og løgdu fløgini upp á hini og breiddu tøð undir – og so fløgini oman yvir aftur. Tá ið akurin var liðugur, so fór konufólkið út at saksa. Soleiðis var tað við tí. Ikki mátti sáast for tjúkt, ella bleiv akurin for tjúkkur. Tá ið heystið kom, so bleiv akurin skorin, og so bleiv tað lagt í skrú(g)v: eitt bunti av korni hendan vegin og eitt handan vegin – kornini inn ímóti hvørjum øðrum. So bleiv elman sligin, sum vit kallaðu tað, tí tað var so nógv gras uppií, og tað bleiv so rist niðuryvir. Skrú(g)vini vóru nokkso stór, og tað var ikki so sjáldan, at rotta kom í skrú(g)við. So bleiv kornið ripað, og tað var so forbiðið at fáa dumbuskriða av øgnunum. Hólgarnir – tað sum leyp av – blivu brúktir til at geva neytunum, og eisini blivu teir brúktir til madrassur. Tá ið kornið var ripað, so bleiv tað sett í hjallin at turka, og so fór mann í sornhúsið við tí, og tá ið har var liðugt, so skuldi kornið treskjast og malast. Áh, dett stríð, tað kann eg siga tær.

Nú sigur tú, at tit í Ólastovu eiga eina kvørn, men "mondulin" (handtakið) manglar, og so sigur tú, at tú hevur lært á Háskúlanum, at handtakið eitur "mondul". Eitt kann eg eisini siga tær, at fyri kortum kom eitt blað, sum æt “Mondul”, í hvørt hús í bygdini, har teir skriva um kvørnina og siga, at handtakið á kvørnini eitur “mondul”, men tað er nakað forfærdeligt tvætl. Her í bygdini kallaðu vit tað “moldil”, jú, men gjørdu tey tað.

---

Eg havi altíð hoyrt at tey jarðaðu lík niðri í Tøðuni. Eg rokni við, at okkurt hevur verið um hatta, tí her hevur verið so lítið fólk í bygdini at byrja við, at tey hava noyðst at grivið tey, har tey hava fingið tey niður í frið og náðum – tað billi eg mær inn. Einki fólk var at bera tey til Funnings.

---

Niðan fyri Sámalsstovu stóðu eini hús, ið kallaðust Andrasstova. Tað segði Gøtu-Jógvan (Joen Poulsen, f, 1856), og abbi (Andreas Olsen, f. 1815) segði tað eisini.

Jógvan Sofus, Klæmint Joensen, Súsanna, Kristian í Lon og Sigtór

Andreas, beiggi mín, var á háskúla í Føgrulíð, og eg havi eisini verið á háskúla, men tá var háskúlin fluttur til Havnar. Eg fór niður til Kjøbinhavn á hondarbeiðsskúla í 1920, og har var eg so summarið ígjøgnum – og heystið. Tað var ein deilig tíð, men har var nógv at gera. Skuldi mann læra nakað – og fínt var arbeiðið – so mátti mann hanga í. Vit broderaðu, kniplaðu og fileraðu (riðaðu) – gjørdu sovorðin net við smáum meskum, og so stoppaðu vit í tað, so tað sá so pent út. Tað kallar mann at filera. Nú sær mann tað m.a. í gardinum, men tá er tað maskingjørt. Tá ið skúlin var liðugur, kom eg aftur til Føroyar og lærdi gentur hondarbeiði her. Tá ið vit so fóru at fáa kirkju her (1929), tá fóru vit at arbeiða fyri kirkjuna, og tá hevði eg nógv fólk í arbeiði. Tær ungu genturnar vóru so flinkar, og eg segði við tær, at tær skuldu gera tað væl, og tær gjørdu tað eisini væl – tað kann eg siga tær. Tær broderaðu og hekklaðu, og vit fingu rættiliga væl av pengum inn fyri tað, tí tað vísti seg, at hondarbeiðið var lætt at selja. - Menninir vóru so óførir at bera sand til kirkjuna, og har var nógv stoyping. Teir bóru nógvan sand av Malinikletti, og konufólkið bar sand til trappuna úr Huldheygnum. Eg var ikki heima, tá ið kirkjan bleiv vígd. Eg hevði ikki frí tá, men eg kom heim seinni tað árið. Men dámar alt væl við hesi kirkjuni, tí hon er so ljós og venlig. Eiðis kirkja er ein pen kirkja, men mær dámar hesa líka so væl. Norðskála kirkja er eisini pen, men hon er nakað myrk. Funnings kirkja er av tí gamla slagnum, og tær kirkjurnar eru penar, men nakað myrkar. Lestur bleiv lisin í hvørjum tí einasta húsi sunnudag. Brochmandslestrarnir vóru langir og kundu taka einar tveir tímar. (Jesper Rasmussen Brochmand (1585-1652), prestur og biskupur á Sælandi. Lestrarbókin æt ”Huspostille” frá 1635-38, og bleiv brúkt í teimum allar flestu kirkjum í Føroyum fram til ár 1900). Lestur var eisini í skúlanum, áðrenn kirkjan kom, og lærararnir plagdu at vera deknar: Karl Kristiansen, Fuglafirði, Hans Marius Ejdesgaard, Oyndarfirði, Hans Olaf Hansen, úr Havn, og Pól Titus Samuelsen, úr Kirkjubø.

Tá ið eg hevði verið heima í seks ár, fór eg aftur til Danmarkar. Eg tráaði niður aftur, og tá fór eg á húsarhaldsskúla, og har var eg so, til tað kursusið var liðugt, men kom ikki uppaftur alt fyri eitt. Tá tók eg pláss. Tá ið mann nú hevði lært so nógv um mat niðri, og so bara koma heim aftur til Føroyar, og so lítið og einki gera við tað, so var tað upp á ein máta eitt sindur býttligt. Eg fór so í eitt danskt embætishús, og tá fekk eg brúk fyri tí, sum eg hevði lært. Alt í alt havi eg verið hálvt áttanda ár niðri í Kjøbinhavn. Tað vóru ikki øll húspláss, ið vóru líka góð, nei, men eg var heldig. Eg var í tveimum plássum, og hvørt var betri enn annað. Tað er einki at snakka um annað. Eg hevði ikki farið úr tí fyrra plássinum, um tað ikki var tað, at tey mistu allar sínar pengar. Tað var so forfærdeligt, og tey sótu eftir á berum, og dóttir teirra var deyð summarið fyri. Áh, Jesus, hvat mær tókti synd í teimum, men so áttu tey ein son, ið var lækni úti á Sjællandi, og so fluttu tey niður til hansara.  Sannheit at siga so hevði eg ikki so góðan hug at flyta út á landið, tí vit høvdu eina kristiliga ungdómsforeining í Kjøbinhavn, og har dámdi mær so óalmindiliga væl at koma eisini hvønn tann einasta sunnudag at vera saman við føroyingum, og eisini høvdu vit bíbiltíma hvønn mikudag. Tað var ein vælsignað tíð – ein hugnalig tíð – besta tíð í lívinum vil eg bara siga um tað. Hasi fólkini sóknast enn eftir mær. Tá ið tey einki bræv fáa frá mær, eru tey so beklemt og halda, at okkurt er í vegin – líka tann dag í dag.

Á várgongu á Fløtum

Og so bleiv tað tað, at mamma bleiv sjúk, og so mátti eg koma heim aftur til Føroyar, men eitt kann eg siga tær, at dersum tað ikki hendi, so hevði eg ikki sitið her í dag. Eg mátti koma aftur, tí foreldrini eru tey næstu – tað veitst tú.

Tey í Jógvansstovu áttu eingi børn. Tað var eitt ektapar har, og tey áttu eingi børn, men so bóðu tey prestin forværva sær eitt barn, og tey fingu ein drong av Toftum, sum var níggju ára gamal, men her vóru so fá børn í bygdini tá, at hann longdist so illa út aftur til síni systkin, at tað endaði við tí, at tey máttu fara avstað aftur við honum. Síðani fingu tey ein tvey ára gamlan drong av Strondum, og tá gekst betur. Drongurin æt Óli og vaks so upp í Jógvansstovu, og tá ið hann kom í manntal, bleiv hann forlovaður við eini bóndadóttur úr Garði, á Eiði. Hon var hálv norsk, tí pápi hennara, sum var norðmaður, var komin higar at læra føroyingar landbrúk. Hann var fyrst í Vágum, og hann skuldi fáa tann fyrsta garðin, sum var leysur í Føroyum, og tað bleiv garðurin niðri í Garði á Eiði. Norðmaðurin æt Knud Ellingsgaard, og dóttirin æt Gudrun Kristina, og tað var hon, ið giftist við Óla. Gudrun hjá Kristiani á Rætt – hon býr nú á Eiði – eitur eftir henni. Gudrun Kristina var olduromma hennara. Óli og Gudrun Kristina fingu bara eitt barn, og tað var abbi mín, Andras í Jógvansstovu. Gudrun Kristina, langomma mín, var fyrsta barn, ið var doypt Ellingsgaard í Føroyum, av tí at hon var elsta barn hjá oldurommu og norðmanninum, Knud Ellingsgaard. Gudrun búði í Jógvansstovu, til hon bleiv gomul kona. Gudrun er norskt navn. Slektin hjá okkum í Jógvansstovu er ikki farin víða. Sum sagt var abbi, Andras, einsamalt barn, og hini systkini í Jógvansstovu fóru sum ung. Tað bleiv bara mamma eftir og Kristina, mostir, á Rætt. Óli, mammubeiggi, doyði av tuberklum, og Sjúrður, mammubeiggi, gekk burtur tvey ár aftan á tað, og Anna Sofía, mostur, ið var gift yvir í Stovuna við Óla Debes, doyði eisini rættiliga ung, og Inga, mostir, bleiv heldur ikki nakað gamalt fólk. Soleiðis var tað við tí, og vit blivu bara tvey systkin, Andreas, beiggi og eg. Hann er giftur niðri í Danmark, og tey eiga eingi børn, og nú siti eg her einsamøll í Jógvansstovu, eftir at maður mín, Hans Hendrik (Hans Hendrik Olsen, f. 1897) er deyður. Hann var slektaður frá Gøtugjógv og var tríggjar ferðir giftur. Tann fyrsta kona hansara var sjúkrasystur sunnan úr Suðri, og tann seinna var av Eiði, og so var eg tann triðja. Hann plagdi at siga við meg: “Hevði tú skoytt um meg, tá ið eg vildi hava teg, so skuldi tú nokk fingið nakrar jassar at baldrast við.” Vit komu at kennast sum ung. Hann kom higar at dansa. Gjógv er jólabygd, so tá kom fólk úr nógvum bygdum at dansa, og sjálvandi mest  úr Funningi. Gøta er kyndilsmessubygd, so fólk hiðani fóru eisini líka til Gøtu at dansa á kyndilsmessu.

M.a. Kristian í Lon, Súsanna og Hans Hendrik

Eg havi skorið nógv torv og høgt eyrin omanav Eysturi á Dal og aðrastaðni.  Summastaðni var nógvur avgrevstur. Í seinastuni havi eg skorið her niðri á Bakka í einum stykki, sum vit eiga. Har er eisini gott torv. Eg gjørdi næstan alt arbeiði sjálv, tí eg var so nógv einsamøll. Eg skar torv, bar tøð, slerdi, gekk til neytar, fletti og gekk á fjall umframt alt annað vanligt arbeiði, sum hoyrdi húsinum til. Kristian í Lon plagar eisini at hjálpa mær við flettingi. Nú eri eg 80 ára gomul, men eg var á fjalli fyri seinastu ferð sum 79 ára gomul, men tá lovaði eg, at eg fór ikki aftur, tí eyguni vóru farin at bila. Nú er ikki so nógv jørð í Jógvansstovu longur, tí eg havi skift, so Heini, sonur Hans Hendrik, hevur fingið sín part.

 

Kategori: Frásagnir