Gráfelli

Nú hevur Theodor aftur ríkað okkum við sínum góðu hugleiðingum. Hesar hugleiðingarnar, ið hann nevnir "Ein heimur hvørvur", hava eisini sínar røtur í heimbygdini, og so er bara "at taka brillurnar fram."

Mangt broyttist eftir kríggið. Bløðini komu út aftur, og teir gomlu príslistarnir komu aftur. Okkum dreingjum kom væl við, at Candor og Sport komu aftur. Mangan hevði eg saknað smíðareiðskap. Tá fóru dreingirnir at gera sær smiðju í kjallaranum. Nú keyptu vit bíligan smíðareiðskap úr Candor og Sport. Eg gjørdi mær borð í kjallaranum og hongdi tað sindrið av smíðareiðsskapi upp sum í eini veruligari smiðju. Eg veit, at dreingirnir høvdu góðan hug at smíða, tí næstan einki varð keypt í handlunum av tílíkum. Vit smíðaðu mangt: lapparar, sleingipílar, skoytur, træbogar, pílar og sleingjur t.d.

 

 Smiðjan hjá Siverti (Siver) sæst beint oman fyri Samkomuhúsið

Eitt, sum óvitin ongantíð gloymir, er smiðjan hjá Sivert á Fløtti. Latum okkum nú hugsa okkum, at vit eitt vetrarkvøld síggja, at ljós er í smiðjuni. Vit fara inn, og Sivert er blíður við okkum og prátar við okkum. Her inni verður skapað ymist og vælt um ymist. Hann trívur í eitt ørindi. Her er hugni inni. So stendur hann við alvan og traðkar hjólið. Vit síggja, hvussu tað kyknar og neistafokið. So leggur hann jarnið í gløðurnar. Jarnið gløðir. Hann leggur tað so á amboltin og fer at sláa við hamrinum. Tá ið avtornar er ein nýtslulutur skapaður

Eg haldi, at eg fekk henda smíðihugin, tá ið eg mangan regndagin sat uppi á loftinum, meðan Jákup abbi smíðaði ymist: legði upp undir tuflur, setti rívutindar í, vældi um leypar. So vóru vit mangt kvøldið niðri á Gomlu Teigum, har abbi Jason, Petur Julius, sat og smíðaði størri lutir. Tá stóð gamla heim hansara tómt, tí húskið var flutt til Havnar. Hann búði uppi hjá dóttur síni Á ovaru Teigum. Har sat hann so hugagóður við brillum undir eini áttalinju lampu á slagborðinum. Petur Julius plagdi eisini at siga okkum frá ymsum. Hvønn sunnudag sat hann í halgidóminum; hann var gudsóttandi maður. Eitt illveðurskvøld segði hann okkum frá Paulusi og Silasi. At enda tók hann brillurnar av, hugdi upp á okkum báðar og segði fastliga: “Minnist til eitt, dreingir - Guðs makt er stór!” Eisini rennur fram fyri meg, at ein sunnudag seinnapartin vóru vit við honum Eysturi á Skarði. Eg minnist hesa stóru hondina, sum leiddi okkum, og ein blá stjørna stóð á handarbakinum. Eysturi á Skarði var tiltikið at vera vakurt útsýni.

Niðri á Bakka var so mangt, sum minti um gamlar dagar. Vit spældu niðri í Sandsgarði, har vit plagdu at fanga állar. Har á leið lógu størri og smærri løgarsteinar eystur á Sandin. Seinast í august mánaði komu sjósílini niðan í ánna at gýta. Tað stóðu stórar torvur av sjósílum úti fyri áarósanum á flóð, sóu vit. Onkuntíð sóu vit eyrriðurnar niðri í Niðasta Hyli. Niðan fyri Høvdafossin greindist Stórá, og millum áargreinirnar lá Hólmurin. Hann var so mikið væl vallaður, at kálvar plagdu at standa har. Niðri á Hólminum var Grunningshøvdakrógv, har teir í gamlar dagar plagdu at ræsa grunningshøvd.

Jákubina og ?

Høvdafossurin var fyrsta spælipláss okkara. Tá ið sólin skein, sóu vit nógv síl har í ánni. Vit sóu eisini blankállar. Áin umboðaði hitt umskiftiliga. Viðhvørt møk, viðhvørt stríð. Dagarnar seinast í august, tá ið áarføri var, hildu vit Høvdafoss vera øgiligan. Tá komu nógv sjósíl niðan í ánna. Smádrongurin hugsaði mangan, hvussu sjósílini vunnu niðan um fossin. Einaferð sá eg í sporlið á einum stórum sjósíli, tá ið tað smeyg sær niðan um fossin. Tílíkar dagar tóku nógvir við glúpi og fingu nógv sjósíl.

Heiðriksstovuáin og Jákupsstovuáin

Áin har var fitliga djúp. Vit floyttu har við skipum og bátum, men róðu eisini við balju. Einaferð hugsaðu vit vinmenninir um at fara at smíða okkum ein bát, tí baljan var so ótrygg at rógva við. Vit høvdu lagt kjølin, men so góvust vit. Nærindis stóð har einaferð ein mylla. Niðanfrá var Tøðan, einskyns almenningur, har plagdu at standa kálvar og heimalomb. Okkum varð sagt, at har var einaferð langt síðan kirkjugarður. Besta tekinið um tað var, at har vaks nógv brenninota, og henda plantan var vanlig í kirkjugørðum fyrr. Slíkt var eisini okkum smádreingjum í huga. Annars vuksu nógvar aðrar plantur har, sløkja, hømilia og fleiri aðrar. Øll børnini hentaðu blómur í bønum: eygnagras, akkuleyu, børkubónda, smæru og summardáar. Blómurnar vórðu bornar til hús at pynta seg við.

“Komið og pyntið hømiliudukkur!” plagdu børnini at siga. Tey hentaðu sær hømiliur niðri í Tøðuni at gera til dukkur. Blaðið varð tikið av legginum, og leggurin varð gjørdur til armar. Blaðið varð rullað saman langvegis og lagt mitt um leggin. So tóku tey ein annan legg og drógu ein trevil burtur av. So vavdu tey trevilin um tað samanballaða blaðið og gjørdu høvdið, og so vavdu tey ein annan trevil um miðjuna. Kjólin var eitt hømiliublað við holi í miðjuni, og so varð smoygt niður um høvdið. Funnu tey so eitt gult blað, so var tað fyriklæði. Hetta kallaðu tey at pynta hømiliudukkur. So plagdu tey eisini at fara oman í ánna, kasta hømiliudukkurnar út á streymin og lata tær reka oman á sjógv. Dreingirnir plagdu serliga at spæla at royta seyð. Tá var hømiliuleggur seyður og blaðið ullin.

Áin við húsini bar navn eftir húsunum, t.d. Guddá, Gortruá, Innistovuá, Fløttaá. Nakað oman fyri Høvdafossin var Grynkan við barkholunum. Har bardu tey bark fyrr á døgum.

Gott spælipláss 

Niðara brúgvin varð gjørd í seinasta kríggi. Undir brúnni plagdu vit at byrgja. Tá ið vindurin lá niðan gjøgnum ánna, plagdu allir dreingirnir at sigla við bátum og skipum og lapparum. Tá var lív í ánni! Gamlir menn plagdu at standa uppi á brúnni og hyggja, meðan dreingirnir sigldu og mundu droyma seg burtur. Kanska runnu barnaárini fram fyri teir. Og tann tíð tað var, tá ið teir vóru fulltiknir menn, sigldu fremmand høv og sóu fremmand lond.

Dreingirnir plagdu eisini at byrgja Lítla Fløtt. Hesin hylurin var nógv størri og meira spennandi. Har var rúmligari og lá betur fyri at rógva tunnu ella flaka. Heiman fyri Heimaru Brúgv varð mylla gjørd í krígnum, tí tá fekst lítið mjøl. Tá upplivdi óvitin at fara á mylluna við korni at mala og síggja, hvussu mjølið kom til. Og nú koma vit longri heim á Stórá - heim til Smálambahylin, sum vit eisini byrgdu. Hann var hin veruligi svimjihylurin. Tá ið vit vóru komnir á lagið at svimja, svumu vit á sjónum. Vit plagdu eisini at byrgja Funningsdýpdina, og har varð mangan svomið.

Uttan fyri Ryssufossin

Einki var sum sílaferðirnar. Dreingirnir kendu hvønn hyl og vistu, hvar tað loysti seg at seta niður. Fram við áarbakkanum hevði mannahond verið á. Tær ymisku árstíðirnar var altíð fólk fram við ánni: tá ið várað varð, hoyggjað varð, eplini tikin upp. Men so var eitt, vit kallaðu sílaveður – tá skuldi vera mjørki og sirm. Um summarið kundi áin vera lítil og renna møk. Og so aftur grovasta áarføri, tá ið óvitin mátti vera við hús. Onkuntíð, tá ið friður var í Funningsdýpdini, settu eg og vinmaður mín, Kristian Martin, sílagarn. Vit settu um kvøldið, og dagin eftir tóku vit upp. Onkuntíð vóru fleiri síl í. Men nú skulu vit minnast til, at vit áttu pisu, og hon skuldi ikki sita svong. Mammur okkara reinsaðu okkum sílini og antin kókaðu ella steiktu tey til okkara til morgunmatar. Sílaútgerðin mátti vera í lagi: góð, løtt tráða og sílaskjátta, sum vit sjálvir høvdu gjørt okkum. Ikki øll maðkasløgini vóru líka gott sílaagn. Teir dimmastu maðkarnir vóru bestir, og so nýttu vit eisini krækling.

Vit kendu allar áirnar heim gjøgnum Dalin. Summar veittu vit eftir sílum, t.d. Rættaánna og Fríðagilsánna.

Spælið broyttist eftir árstíð og veðri. Illveðursdagar plagdu dreingirnar at spæla tjúgu eitt ella bank um svávulspinnar. Vit plagdu at spæla í ymsum kjallarum. Smádrongurin keddi seg ongantíð. Vinalagið var framúr gott millum børnini, minnist eg á. Eitt sindur sárt plagdi at vera sólrík og turr summar, tá ið Stórá var grunn og møk. Mangan sóu vit másafuglarnar flykkjast yvir ánni og taka sær síl. Ofta rennur mær í hug ein dagin, tá ið eg og Kristian Martin skuldu fara at veiða síl. Vit fóru fyrst inn í køkin hjá abba hansara, Kristiani á Rætt. Tá helt Kristian Martin, at nú skuldu vit fara at fáa okkum smør upp á breyð og skerpikjøt, áðrenn vit fóru. Tá var abbi hansara á Ambadali og sá til seyð; men eitt vistu vit, at abbi hansara unti okkum hvønn einasta bita.

Hugsa vit nú um Gamlagarð, Nýggjagarð og Dalagarð, so vóru hesir garðir einskyns tíðarmark. Sum vit óvitar tóku til í árum, vágdu vit okkum heim til Gamlagarð og hildu okkum vera raskar dreingir. Tíðin leið, og so ein dagin komu vit heim um Nýggjagarð, og at enda komu vit heim um Dalagarð. Jú, sanniliga, hetta er ævintýrheimur mikil! Á tremur av áhuga, spæli og spenningi. Hvør veit – man hann ikki eisini eiga sítt í tí grundvølli, sum heimbygdin legði í okkum?

Á Dalarætt

Sjálvandi hevði eg verið á Dalarætt. Abbi átti ein gyllin í Dalinum, so eg hevði onkuntíð verið á fjalli, og mangan framman undan rikið haftseyð av Dalarætt til hús. Góð sílaleið var eisini heimam fyri Dalagarð. Ta tíðina, sjósíl vóru komin niðan í ánna, sá seg stórt sjósíl bæði uttan fyri Nýggjagarð og heiman fyri Dalagarð, men fekk hvørki. Sjósíl var einaferð á hjá mær í Langahyli, men tað slitnaði úr, tá ið sílið kom upp á bakkan. Eg var so grammur, at eg leyp í hylin aftan á tí, men einki bar til. Tá ið vit nú koma nakað  oman aftur í ánna, har áin greindist, vórðu vit varir við okkurt, vit ikki høvdu gáað um. Syðra áargreinin var grunn og rann møk. Har lá væl av sandi. Eg minnist, vit gjørdust bilsnir, tá ið vit sóu, at tað livdi í sandinum. Hetta var gýtingarpláss hjá sílum, og vit sóu sílaavkom við posa undir búkinum. So líðandi læt náttúran seg upp fyri okkum bygdaróvitum.

Síladreingir vóru ikki einsamallir í torvtíðini Heimi í Dal. Vit sóu menn skera torv, konufólk bera burtur. Soleiðis var sjónin, tá ið vit skimaðust um lendið. Heiðafuglurin prýddi eisini lendið. Ein røktingarmaður segði okkum, at heimi við Heimasta Ból átti villdunna við áarbakkan. Vit hoyrdu eisini um áarpisur, sum komu oman úr fjøllunum og flutu so oman eftir ánni á sjógv, um ikki onkur hevði tikið tær.

Niðan frá Stórá vóru Steinhórisgrøv, Brúnisteinur og Antarsteinur okkum í huga. Vit dugdu søgnina um Ísland, sum strandaði Eysturi í Fjøru. Tá ið vit so komu til Antará, spektist fótafarið, tí við steinin skuldi ein av sjómonnunum vera grivin. Vit plagdu at veiða nakað niðan í ánna, men, sum niðan kom, var hon brøtt og stríð. Áin stoytti sær út av Uppi í Barmi.

Eg minnist, at ein dagin var eg uppi í Barmi í torvi við Jákupi abba. Eg spældi mær hugaliga og var farin eitt sindur burtur frá honum. Tá rakti eg við, at Antará var eisini uppi í Barmi. Eg fylgdi ánni og rakti við, hvar hon spretti upp. Har vóru eisini síl. Vit kendu allar áir á hesum leiðum. Í einari á vóru eingi síl. Eg minnist, hon rann so klár. Har vaks næstan eingin áarmosi heldur. Longri heim móti Skarði, vit komu, meira broyttist Stórá. Hon bara smalkaðist og smalkaðist burtur. Og har stóðu vit albilsnir: Her endaði Stórá! Nú sóu vit bara nakrar smærri áargreinar. Ella beinari sagt: her spratt upp Stórá! Summar greinir runnu undir heilum – har bæði klukkaði, dunaði og ringdi. Nei, hetta høvdu vit ikki hugsað um! Her endaði barnaævintýr mítt. Nú lá ein nýggjur heimur fyri mær, og nú var stundin komin at líta annan veg.

   

Hermonfjallið                                                     Gráfelli

Mong ár seinni var eg í Ísrael. Ein dagin var tað Jordan á, vit skuldu síggja og uppliva. Har andaði alt av søgu. Sum vit komu niðan móti Hermon fjalli, sá eg, at har var sama skilið sum Heimi undir Skarði við Gjógv. Jordan á datt burtur og greindist. Har var alt væl vallað. Fyri oman stóð Hermon fjall. Leiðvísi okkara greiddi okkum væl frá øllum, hvussu stóran týdning áin hevði. Ójavnt var, hvussu stór áin var; men tá ið kavin tók at bráðna á Hermon fjalli, gjørdist áin størri.

Hon spurdi, um vit vóru tyst. Vit kundu ekkaleys drekka hetta vatnið. Ikki hissini – hugsaði eg – liggja á grúgvudrekk við Jordan á! Gott, kalt vatn. Eg hugdi niður í ánna: full av miðalsílum! Tá fleyg hugurin Heim undir Skarð. Har stóð okkara Hermon fjall – Gráfelli! Ella, hvussu var tað hin dagin, tá ið vit løgdu stilt á Genesaret vatni? Vit vóru við einum báti, sum líktist Jesubátinum, ið funnin varð í vatninum, tá ið tað einaferð var lágt. Tá var tað 8-mannafarið á Norðhavinum á altartalvuni í Gjáar kirkju, sum rann fram fyri meg. Soleiðis hevði eg lyndi til at bera alt tað, sum eg upplivdi í Ísrael, saman við heimbygdina. Tí haldi eg, at dygt samband er millum heimbygdina og Hitt heilaga Landið.

Theodor Hansen 8/3-2020

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna