"Kvikk" og bilparkin hjá Benadikt

Tað sonevnda Hundabrævið er skrivað millum 1350 og 1400. Brævið er um hundahald í Føroyum, og har verður skrivað, hvussu mangir hundar – seyðahundar, lírahundar og fuglahundar - eru loyvdir í teimum ymisku bygdunum, men bygdin Gjógv er ikki nevnd í hesum fyrsta yvirlitinum. Hundabrævið er soleiðis eisini ein týdningarmikil kelda til at staðfesta aldurin á fleiri bygdum.

Tað eru nógv orðafelli, har orðið hundur er uppií, men eitt av hesum mongu orðafellunum, ið ikki standa í orðabókum, havi eg frá Dia í Jákupsstovu. Tað brúki eg mangan, og tað er kent í bygdini.  Tað stavar frá tí tíðini, tá ið gjáarmenn – saman við eiðis- og funningsmonnum – arbeiddu veg í 1950/1960unum. Summir dagar vóru strævnari enn aðrir, og arbeiðsformaðurin kundi eisini koyra harðari á enn annars, og so kundi vera spurt, hvussu  tað var í dag.  Ein dagin fekk Dia spurningin: “Nú Dia, hvussu var í dag?” – Eg minnist  so væl svarið hjá Dia: “Hundur í dag, gamli!” Tað vil siga, at tað gekst illa – var strævið.  Eisini minnist eg, at vit ungu tóku hetta orðafellið til okkara og brúktu tað í heilum (mest í spølni): “Eg sigi sum Dia, hundur í dag!” Orðafellini - “tað gekk av hundanum til” –  “hundalív” – “spæla hund” – “hundakunstir” -  kenna vit væl, og tey vera nógv brúkt, men eg haldi meg til Diasa - “hundur í dag!” – tí eg haldi tað vera so fitt og minnir meg aftur á tann fitta, lívsglaða og serstaka persónin, Dia í Jákupsstovu.

Eivind Weyhe, málfrøðingur, hevur skrivað eina áhugaverda grein um “Hundatáttin”, sum í mestan mun er ein uppreksan av hundanøvnum í Kollafirði. Eivind vísir eisini til eina uppskrift úr Fugloy um Hundatáttin. Eg loyvi mær at “læna” eitt sindur úr hesi greinini, tí hon viðger eisini hundanøvn, sum hava verið og lutvíst eru við Gjógv. Hann sigur m.a., at ikki verður skilt millum - ir og - ur í ending, og at tað oftast er skrivað - ir, til dømis  Snærir, Fløjir, Haddir, Jørtir, men Falkur og Frammur, og so heldur hann fram: Samanumtikið eru nøvnini á hundum hesi, her endurgivin í normaliseraðum líki: Blakkur, Floyur (Fløyur), Frammur, Hjørtur og Snarur. (Her havi eg bara valt tey nøvnini burturúr, ið eru brúkt við Gjógv).

Nú fari eg at royna at nevna tey hundanøvn, sum hava verið brúkt við Gjógv, og byrjað verður har heimi norðan fyri Ánna. Hetta er sjálvsagt bara eitt leysligt yvirlit, sum eg havi sett upp, men eg havi eisin i spurt meg  fyri. Er eitthvørt komið skeivt fyri, og manglar okkurt, so vil eg gjarna frætta.

Hjá Ritu og Kristiani í Gamla Pakkhúsi: Pia

Heimi í Horni: Søk - svartur/spakur hundur. Tey fingu hann úr Gøtu.

Hjá Pól Jóhannesi í Bíggjarlagnum: Kvikk

Kvikk endaði sínar dagar á ein sjáldsaman hátt. Nýggjársaftan høvdu og hava hundar tað ikki gott. Tað eru hesi ólukku skotini, ið teir ræðast. Hvør minnist ikki teir hvøllu brestirnar av “kinesarum”. “Kinesararnir” gjørdu enda á Kvikk. Hann var so bangin eina nýggjársaftansnátt, at hann leyp út ígjøgnum loftsvindeygað í heimara enda og doyði.

Hjá Sigurdi í Bíggjarlagnum: Rúna

Hjá Esther og Jógvani á Fløtti: Lassie (Lassi?)

Á Gamla Fløtti: Sivert á Fløtti hevði fyrst eina tík, ið æt Freja og seinni eina, ið æt Lona.

Á Rætt: Blakk

Blakkur: Í norrønum skaldamáli kann blakkr vera heiti á hesti, og í norskum er tað vanligt hestanavn (tá vanliga bundið). Tað er leitt av lýsingarorði, ið sipar til lit (mest á hesti), t.d. gulbrúnt, bleikt og illlitt grágult, men eisini døkt brúnt (t.d. um lit á bjørn). (Eivind Weyhe)

Í Stólpa: Snar og Fram

Snarur: Av lýsingarorðinum snarur (Eivind Weyhe).

“Gamli Jákup” (f. 1873) hevði ein hund, ið æt Snar. Jákup var røktingarmaður í Líðini. Ein dagin í lembingini, ið Jákup fór burtur í haga, hevði hann læst Snar inni heima við hús, tí hann vildi ikki hava hann at forstýra seyðin í lembingini. Tá ið Jákup var komin Eystur á Dal, er Snar knappliga í hølunum á honum. Onkur hevði av óvart lovað honum út, og so hevði hann elt slóðina hjá Jákupi líka Eystur á Dal. Jákup gav honum ein umgang, og eftir tann dag gjørdi Snar hetta ikki aftur.

Jákup í Stólpa (f.1929), ið eisini røktaði í Líðini, hevði ein hund, sum æt Fram.

Frammur: Leitt av hjáorðinum fram og sipar tá helst til eginleikan “framfýsin” (Eivind Weyhe).

Pætur í Stólpa og Jona á Klá hava nú ein hund, ið eitur Fram.

Á Grótheyggi: Justinus á Grótheyggi (f. 1882) hevði ein hund. Ein dagin, ið Justinus velti Heimi í Dalagerðinum og hevði sett seg niður á ein stein at hvíla seg, leyp hundurin knappliga á hann og beit hann í nakkan. Tað leikaði so mikið hart á, at Justinus drap hundin og kom aftur at húsum við ongum hundi. Eingin, ið eg havi tosað við, minnist navnið á hundinum. Minnist nakar navnið??

Hjá Debusi: Kom(m) (úttalast Komm), Trofast og Lítli Trofast.

“Gamli Debus” (f. 1856) hevði ein hund, sum æt Kom(m).

Sofus Debes (f. 1896) átti fyrst ein hund, ið æt Trofast, men hann bleiv skotin, tí hann hevði lopið á onkran. So fekk Sofus sær ein annan hund, ið bleiv kallaður Lítli Trofast. Ein dagin hoknaði Lítli Trofast niður uttan fyri úthurðina hjá Debusi og doyði. Eftir tað hevði Sofus ikki hund.

Í Gortru: Hjørtur

Dýranavn brúkt sum hundanavn. Eisini brúkt sum mansnavn (Eivind Weyhe)

Í Sámalsstovu var ein hundur , ið æt Trofast, men hann kom nógv seinni enn Trofast hjá Sofusi

Hjá Petur Kristiani: Snapp

Tað var mest Jens Petur (f. 1915), ið hevði hundin sum kelidýr. Jens Petur lærdi hann ymiskt - sum t.d. at lyfta labban fram og “biðja góðan dag”, um tú rætti hondina fram ímóti honum.

Á Teigunum  í 1950unum: Vaps

Í Nýggjustovu: Snar

Snarur: Av lýsingarorðinum snarur (Eivind Weyhe).

Í 1943 (undir Krígnum) komu gassmaskur til Gjáar, og vóru tað Carl Johan Bech, djóralækni, og Dánjal Jákup Bærentsen, nýlærdur djóralækni, ið komu við teimum – við djóralæknabátinum “Tusk”. Við í ferðini var ein hundahvølpur – úr Haraldssundi – og Ejolvur á Skipinum var biðin um at bera hann niðan í Nýggjustovu, og hann so gjørdi. Dánjal Jákup Bærentsen segði við Ejolv: “Bið tey kalla hann Churchill!” Tað bleiv kortini Snar

Kristian Jákup og Ásdís hava nú ein hund, ið eitur Snar.

Í Jákupsstovu: Hadd

Haddur: Á fornmáli merkti orðið “hár á høvdi (serliga á konufólki). Sum hundanavn kann tað møguliga sipa til ullferð. (Eivind Weyhe).

Í Jógvansstovu: Køppur

(Sprotin) hundahvølpur áðrenn hann fær navn, sova sum køppurin - dreingjabarn áðrenn tað er doypt

Í Hoygarðinum (stuttligt navn): Spyr hann!

Hjá Klæmint Juul: Prikk. Teir høvdu eina tík umborð á sluppini “Acorn”, og hon hevði fingið ein hvølp, ið Klæmint Juul skuldi fáa. Hvølpurin var nokkso fitt vaksin, tá ið hann kom til Gjáar. “Acorn” man ikki hava sett nakran av við Gjógv tá, tí hvølpurin kom av Eiði. (Helst hevur tað verið ókyrt).

Hjá Kristiani á Rætt: Floy (Fløj)

Norrønt hevði lýsingarorðið fleygr -  “sum kann flúgva, skjótur.” (Eivind Weyhe).

 

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir