Í staðanavnasavni mínum havi eg m.a. nærmyndir av (øllum) navngivnum steinum við Gjógv. Nú havi eg samlað hesar myndirnar saman og lagt tær í eina mappu í myndasavininum, ið eg nevni náttúra. (Nærmyndir av keldum, hyljum o.ø. koma eisini undir henda bólkin). Navnið náttúra kennist kanska eitt sindur misvísandi í hesum førinum, men á ferð míni í náttúruni við myndatólinum eri eg so mangan komin fram á ónavngivnar steinar, skortar, kneysar, bringar o.a., ið hava eina so serstaka útsjónd, at hesir eisini eru lagdir út á netið undir heitinum náttúra.

hovd medium

Líka frá oyggjanna morgni hevur náttúran evnað hesar harðvunnu klettar til ymisk listaverk, ið eru eindømi og ikki finnast í nøkrum listasavni, og framsýningin er ókeypis opin dag og nátt. Aðrar "vanligar" náttúrumyndir fara sjálvsagt eisini at fáa pláss í náttúrumappuni.

Síggj myndabólkin við at trýsta her.

Kategori: Kunnandi

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna