Vit, sum vóru børn í 1950unum, minnast væl allar køstarnar í bygdini. Kúgv var í hvørjum húsi, so køstarnir vóru ein sjálvfylgja.

Tarakøstar vistu vit lítið og einki um, men hann, ið spyr, fær okkurt at vita. Pætur í Nýggjustovu, f. 1920, dugdi væl at siga frá, og einaferð bað eg hann fortelja mær okkurt um tarakøstarnar.

Tað stóð ikki á. Tímir tú at lurta (lesa), so fært tú hetta at vita:

Pætur og Ebba  (2004)

 

«Tarakøstarnir, sigur tú.  – Ja, nú er at kalla eingin tari. Merkiligt. Á, tann tari, ið legði upp í Taravíkini fyrr. Tarabrúgvin kundi vera eina manshædd høg. Tarin leggur bara upp á lágætt, og tað sama er við malargrótinum á Sandinum. Tað leggur eisini bara upp á lágætt – ímóti vindinum. Merkiligt.

So koma vit til tað at sanka tara. Tað var at taka sær tara og bera hann eitt sindur niðanfrá. Um hetta var til at kjørra (kanna sær) sær taran – hetta er mín tari – ella tað var okkurt annað, tað dugi eg ikki at siga, men soleiðis gjørdu teir.

Tá ið teir so hildu seg hava sankað sær nóg mikið, so fóru teir at bera taran niðan á bakkan – niðan í tarakøstarnar, sum vóru har á leiðini. Teir brúktu taraleyp, og teir leyparnir vóru størri enn teir vanligu tøðleyparnir.

Køsturin hjá okkum í Nýggjustovu var eysturi í teirri gomlu Flatnarættini eysturi á Bakkanum, Dánjal í Bíggjarlagnum hevði sín heiman fyri Sámalsstovugróthúsið – heim ímóti Garðará. Petur Julius á Teigunum hevði eisini sín køst har á leið. Annars vóru køstar – ella rúgvur – allan vegin niðan í gjøgnum Geilina. Geilin gekk tá av Bakkanum og niðan eystan fyri Garðará.

Háfjøra

Hetta var so um summarið, at teir sankaðu taran, sum lá í rúgvu veturin yvir. Tað legðist ein sovorðin evja oman á tararúgvuna, at seyðurin rørdi tað ikki.

Men so um várarnar, tá ið teir fóru at seta niður eplir, tá bleiv farið eftir taranum, sum skuldi brúkast í staðin fyri tøð. Ikki dámdi teimum at brúka beran tara, tí teir søgdu, at eplini blivu so bleyt av tí, so teir blandaðu eitt sindur av mykjutøðum upp í taran.

Taran máttu teir skera við haka, tá ið teir skuldu taka hann úr køstunum, og tá hevði hann næstan tann sama litin, sum hann hevði, tá ið teir sankaðu hann. Seyðurin var kvikur at kom í køstin, tá ið tú bart taran, tí tarin var næstan líka frískur, sum tá ið tú sankaði hann.

Tað var ikki meir enn, at tað kom fyri, at nakar breiddi tara á bøin, nei, har fóru tøðini.

Ikki dámdi teimum so væl taran, sum rak upp heimi á Sandinum, tí tað skuldi vera so nógvur sandur í  honum. Teir vildu bara hava reinan tara. Tað man ikki var meir at siga um hatta.»

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna