Ymisk eru áhugamál menniskjans. Fyri einum góðum ári síðani hevði ein amerikumaður eina viðmerking á heimasíðu mínari – bygdin.fo. Amerikumaðurin hevði lagt til merkis, at tvey høv vóru við Gjógv: Havið hjá Kvívíks-Jógvani og Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu. Samstundis boðaði hann frá, at hann ætlaði sær at koma til Føroyar í 2022 at lyfta høv.
Vit hava samskift av og á hetta farna árið, og nú hann kom til Føroyar, avtalaðu vit at hittast við Gjógv tann 30. juli.
Jens, Sean og Ásfinn
Tiverri eri eg ikki serliga stinnur í enskari tungu, so tað var gott at hava Jens Dalsgaard við sum hjásita á havtúrinum.
Vit vóru ikki meir enn komnir til bíggjar, so var havmaðurin har saman við foreldrum sínum. Vit heilsaðust og fóru á Gjáarveg 11 – barnaheim mítt – at fáa okkum ein drekkamunn.
Á Gjáarvegi 11
Hetta gjørdist ein hugnalig løta, prátið gleið væl, og vit fingu meir at vita um havmannin:
Havmaðurin, sum eitur Sean Urquhart, er ættaður úr Ohio og starvast sum lærari. Hann er av skotskari rót, og í Skotlandi hevði hann sæð eina sjáldsama kapping: at kasta/blaka telefonpelar í teimum kendu Highland Games. Hann var eisini við í pelakappingini og kláraði seg væl. Har upplivdi hann eisini hetta: at lyfta høv. Tað vakti hansara serliga áhuga, og tað besta av øllum vóru søgurnar, ið vóru knýttar at høvunum.
Í USA visti hann einki um nøkur høv, so hann setti seg við telduna og fann eina rúgvu av høvum m.a. í Skotlandi, Íslandi og í Føroyum. Áhugin – at lyfta høv - bara vaks og vaks. Hann hevur verið í Skotlandi og Íslandi og lyft, og nú hevur hann so verið í Føroyum, og úr Føroyum fór hann aftur til Íslands at lyfta.
Í Føroyum hevur hann funnið fram til knattstøðurnar (og søgurnar) hjá umleið 60 høvum. og hvussu hevur hann so borið seg at við hesum? Jú, við at brúka orðabók (Sprotan) orð fyri orð kundi hann manað søgurnar fram umvegis danska og enska tungu. - Ikki eiti á. Eisini nevndi hann, at hann hevði í kvittanum møguliga at geva eina bók út um høvini.
Steðgurin í Føroyum var átta dagar, og roknaði hann við at klára at lyfta eini 40 høv, so hann verður noyddur at koma aftur.
Hendan dagin vóru sjey høv á skránni: Malunarhav í Fuglafirði, Havið hjá soni Anfins bónda, í Elduvík, Havið hjá Kvívíks-Jógvani og Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu, við Gjógv, Símunarhav, undir Eiðisskarði, Havið hjá Jógvani í Glasstovuni, á Eiði og Havið hjá Ormi bónda á Skála, í Skálafirði.
Hann visti, at eingin kundi lyfta Havið hjá Ormi bónda, men hann vildi síggja tað kortini. Eisini visti hann, at ein kappróðrarbátur úr Fuglafirði æt Malunarhav.
Havið hjá Kvíviks-Jógvani
Tá ið drekkamuðurin væl og virðiliga var komin niðurum, varð farið til verka. Havið hjá Kvívíks-Jógvani lyfti hann sum einki, men Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu er nakað tyngri og liggur so illa – næstan fjalt av grasi – í einari brekku, so tað var ikki lætt at síggja í grasinum, um tað var uppfrá ella ikki.
Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu
Næst á skránni var Símunarhav, og av tí at tað liggur (stendur) so nær við bygdagøtuna, sum funnings- og gjáarfólk brúktu, áðrenn vegasamband fekst til Eiðis, so fóru vit við honum hagar. Símunarhav er eitt sonevnt neytakonuhav, og tað skal lyftast upp á ein serligan máta, soleiðis sum myndin vísir.
Símunarhav
Gjáarfólk nevndu steinin (havið) bara fyri Símun. Hvørt navnið er komið av Símuni av Skarði, ið røddi á einum fólkafundi her á Eiðisskarði ella av einumhvørjum øðrum Símuni, er ein opin spurningur.
Símun - við Slættaratindi sum bakgrund. (Høgrumegin á myndini sæst ein varði við bygdagøtuna)
--------
Hetta var ein fínur túrur, og havmaðurin fekk nógv at vita um neytakonur, torv og varðar, men satt at siga, tað var merkisvert at hoyra, hvussu væl hann visti um alt hetta og mangt annað, sum hann hevði lisið sær til um Føroyar.
Vónandi gekst havmanninum væl restina av Føroyaferðini, og kanska kemur hann aftur higar. Hvør veit?