IMG 2958 

Tann niðasta opnahjallin átti Hoygarðurin, miðhjallin átti Jógvansstova ,og tann heimasta átti Nýggjustova

Leygardagin 27.08.16. vóru aftur arbeiðsboð frá Gjómanni, tí nú skuldu opnahjallarnir Niðri í Geil gerast lidnir: tekjast við flagi, skjøldrarnir laðast upp, og snøklarnir avlívast. Eisini hevði Gjómaður egnt við hugna Niðri í Fjøru eftir lokið dagsverk. Líkamikið - væl var egnt - tí har møtti nógv og fjølbroytt fólk. Veðrið var so gott, at tað fæst ikki betri til ein slíkan dag. Sjógvurin var sum eitt spegl - tað stóð við klettin. Frammanundan var flagið maskinskorið av einum stykki Eysturi undir Hamri, men tað skuldi so kappast sundur - berast heim á tann eystara endan á Flatnavegi og so flytast við vogni oman í Geil. Hetta var stórarbeiði, men, sum myndirnar í myndasavninum vísa, so var manningin góð.

DSC 0182 - Kopi

Erling og Neli

Eg má nevna Erling og Nela  - tveir aldrandi menn. Trúgvir sum trøllið møta teir upp til hvørt tiltak, og teirra partur liggur ongatíð eftir. Teir spara seg ikki við at taka tey tyngstu tøkini, so tað er stuttligt at "betragta" teir, hvussu væl teir eru fyri - annar er farin at ganga ímóti teimum níti, og tann yngri nærkast teimum áttati. Teir seta sín serliga dám á slíkar dagar.

Les meira: Gjómaður endurreist opnahjallarnar

Kategori: Gjómaður

13199509 10209185305971669 990070879 o

Tað er leygardagur 7. mai. Gjómaður hevur boðsent fólki at endurreisa teir tríggjar opnahjallarnar Niðri í Geil. Tann heimasta átti Nýggjustova, miðhjallin átti Jógvansstova, og tann niðasta átti Hoygarðurin. Opnahjallarnir høvdu - sum aðrir opnahjallar - grótlaðaðar endar  (galvar) og vóru opnir á síðunum. Upprunaliga vórðu teir brúktir til at heingja fisk í, men seinni vórðu síðurnar rimaðar, og tá vórðu teir bara brúktir sum aðrir hjallar. Viðhvørt kundi mann hoyra onkran brúka orðið varðahjall í staðin fyri orðið opnahjall, og hyggur tú í Móðurmálsorðabókina, so er ilt at síggja mun á opnahjalli og varðahjalli, tí báðir hava opnar síður við grótlaðaðum galvum. Kann orðið varðahjallur koma av tí, at sært tú beint í galvin (endan), so minnir hann eitt sindur um ein varða? Hesir tríggir opnahjallarinir eru avdankaðir einaferð í 1960unum. Hoygarðshjallurin endað sínar dagar sum hoyggjhús.

Les meira: Gjómaður og opnahjallar - 07.05.16.

Kategori: Gjómaður

Leygardagin 09.07.11 gjørdi felagið Gjómaður aftur ein vørr. Henda dag hevði felagið á øðrum sinni sett limum og áhugaðum stevnu á Skarðinum við tí í hyggju at laða gamlar kráir uppaftur.

482

við Tassistein

Fyrrapartin var mjørki og surk á Skarðinum - lítið fólk og ikki nakað serliga hugaligt, men so við og við sannaðist tað gamla orðatakið, ið sigur: "Tað blíðkar fyri hugaðum fólki"! So við og við lætti tokan, og tað fjølgaðist við fólki. Avgjørt var at fara at laða krónna hjá Sørini (Sørin Joensen, f. 1878) við Tassistein.

Tað størsta arbeiðið hevur altíð verið at fylt kráirnar við gróti, tí tær taka nógv meira, enn tú heldur. Hesaferð hevði felagið fingið ein lastbil at lagt nøkur tons av nevagróti við vegin, so nú var bara at fylla upp í ein vogn, og so dró fýrahjólari grótvognin niðan til krónna. Síðani gekk alt hond í hond: nøkur koyrdu grót og fyltu í krónna, nøkur laðaðu, og Erling í Nýggjustovu hevur altíð verið fastur flagskerari, tá ið kráirnar skulu tyrvast.

Les meira: Gjómaður aftur á Gjáarskarði

Leygardagin 10.05.14. - kl. 10.00 -  hevði Gjómaður samlað sær góða manning á Gjónni. Tað var fínasta veður. Á skránni vóru tvey mál: 1) at leggja kaðal til nýggj ljós í Gjónni og 2) at laða opnahjallarnar Niðri í Geil uppaftur. Til fyri einum 10 - 15 árum síðani vóru tvey ljós í Gjónni: annað stutt oman fyri Ljóshelli og hitt stutt uttan fyri Rugkleivina. Nú er ætlanin at seta seks ljós í Gjónna, soleiðis at tað ytsta verður heilt úti undir Støðuni - ytst á Niðara Nasa. Tað serliga við hesum ljósunum, ið ætlanin er at seta upp, er, at tað fer at bera til at skifta tey yvir til litir, um tað skuldi verið hildið at verið spennandi til ymsik høvi. - Ein slanga er grivin niður út eftir Nasanum. Í gjøgnum hesa slangu verður so ein elkaðal drigin, og úr hesum kaðali ganga so kaðalar niður til tey seks ljósini. Leggjast kann aftrat, at kommunan hevur stuðlað hesum átakinum við 50.000, -kr.

IMG 7162 copy Medium

Ein partur av manningini uttan fyri opnahjallin í Nýggjustovu

Herman Eysturoy - Herman hjá Marnu hjá Oliveri - okkara kendi sígari - tók tey gomlu ljósini niður. Tosað varð aftur og fram um ta tíðina - í 1956 - tá ið Benadikt (Benadikt Johannesen, f. 1917) hongdi ljósini upp í Gjónni.  Tað var so høgt upp til tað ytra ljósið, at Benadikt mátti binda sær tveir stigar saman fyri at røkka upp. Okkurt hongur enn eftir av tí ljósinum, og kanska átti tað at hingið í frið sum eitt minni frá 1956. 

Les meira: Gjómaður á Gjónni og Niðri í Geil

Kategori: Gjómaður

Felagið Gjómaður hevur gjørt avtalu við Sunda Kommunu um lán av skúlanum við Gjógv.

gjomadur

Ætlanin er at hava ymisk tiltøk í skúlanum at styrkja arbeiðið hjá Gjómanni, og fyrsta av hesum er at fáa lænt gamlar myndir frá Gjógv og skannað tær inn.

Tí verður opið komandi hóskvøldini í skúlanum (í vetur - 2011) frá kl. 20 til 22, har høvi verður at læna felagnum myndir, sum so verða skannaðar inn og latnar eigaranum aftur. Ætlanin er, at myndirnar vera verandi í skúlanum, til tær eru skannaðar inn, so eigarin er vísur í, hvar myndirnar eru.

Eisini verður høvi at lata Gjómanni onnur fornminni, um áhugi er fyri tí. Gjómaður hevur ætlanir at savna saman so nógvar fornar lutir sum gjørligt, sum so skulu vera partur av savni felagsins. Ætlanir eru um at byggja hús til savnið, men til tað er gjørt, verður skúlin nýttur til hetta.

Vit vóna, at nógv vilja rætta felagnum hjálpandi hond og læna okkum myndir, sum vit so skanna inn og goyma..

Vinarliga Gjómaður