Her eru tríggir fløttir, ið vanliga hava rættuliga fitt av lunda. Navnið Fløttir verður brúkt sum felagsnavn. Tikið kann verða til: "Nú er langt síðani, at nakar hevur verið í Fløttum!"


Eitt lítið sindur um tær seinastu bjargaferðirnar í Fløttum:
Á ólavsøku 1962 vóru hesir í Ovasta Fløtti: Knút á Geil (Knút Højsted), Kjartan Klein, Herluf Joensen og Árni Brattaberg. Í erva var Sivert Martin Joensen. Teir fingu 800 lundar. Í 1963 vóru hesir í Miðfløtti: Pól Jóhannes í Lon (Poul Johs. Thomsen), Petur Andrew Bláberg, Petur Eivind Petersen, Jógvan Nónsgjógv og Árni Brattaberg. Í erva vóru Sivert Martin Joensen og Jóan Petur á Reyninum (Joen P. Johannesen). Teir fingu 250 lundar. Onkur smávegis túrur hevur verið í Fløttum síðani 1963, men hetta var so seint í august mánað, at teir fingu einki.

ktlum copy

Petur, Jóhannes Køtlum, Jón, Wentzel og Jóannes Erik. (síggið tað síða grasið og tær stórvaksnu hvannirnar)

Men so í 1994 varð aftur ein roynd gjørd. Við vóru Jóhannes Køtlum, Petur P. Dahl, Wentzel Andreasen, Jóannes Erik Køtlum, Jón Højsted og Kristian Dahl. Teir høvdu fingið loyvi frá Náttúrugripasavninum at draga lunda, men bara pisur - tí fóru teir um dagin. Vanligt var fyrr at fara um náttina, tá tann gamli lundin lá inni, so tóku teir báðar.

Bjargamenninir høvdu lovað Náttúrusavninum frágreiðing frá túrinum, og hon ljóðaði soleiðis:
Tann 9. august 1994 kannaðu vit lundalandið Ovasta Fløtt og Miðfløtt í Funningi. Eingin hevur verið har síðani 1963, tað vit vita, og tá fingu teir 250 lundar - pisur og gamlan lunda - allan í Miðfløtti. Nú var eingin lundi har. Út fyri hvørjari einastu lundaholu sat ein havhestaungi. Vit kannaðu gjølla tað økið, har sum lundin bygdi fyrr, og gjørdu stakroyndir ymsastaðni í upsini - alt við sama úrsliti. Havhesturin sat so tættur um báðar fløttirnar - eisini á teimum økjum hvar lundi ikki hevur átt. Viðmerkjast skal, at í 1963 var rotta sædd í Ovasta Fløtti. Tað verður helst ikki í bræði, at tað aftur verður søkt um loyvi at draga lunda har, ella er nakað at gera fyri at fáa lundan at koma aftur? endaðu bjargamenninir frágreiðingina.

bjargalinur

Bjargalínurnar á loftinum í Funnings kirkju

Kategori: Bjørgini

Torva er beint undir Tí Norðara Horninum. Tá ið fuglabjørgini vóru býtt millum bygdirnar, Funning og Gjógv, fingu gjáarmenn Búgvan og Torvu, meðan funningsmenn fingu restina av bjørgunum.

Torva

Teir gomlu vóru ofta í Torvu eftir lunda, men teir hildu seg ikki fáa so nógv - samanborið við allan fuglin, ið Búgvin gav. Uppgongdin í Torvu er beint innan fyri Skurvholið. Teir brúktu stranga, men uppgongdin er so vát, at teir plagdu at siga, at best var at vera í roðklæðum.
- Svend Joensen, f. 1912, greiðir soleiðis frá einum túri í Torvu: Tað var í 1928 ella 1929, at eg var í Torvu saman við Jákupi í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Dánjali í Gortru, (Daniel Johannesen, f. 1900), Akku og Lítla - Djóna. Tað var rættuliga trupult at koma upp, tí fyrstani man kom av stranganum, gjørdist man ígjøgnum. Fyrr plagdu teir at vera í roðklæðum. Oljuklæði vóru møguliga komin, tá ið vit vóru í Torvu, men vit vóru berir. Í einum staði var mestsum meitilberg at fara um, men har skuldi ein kongur vera. Strangartræið rakk upp til kongin. Ein bukt varð gjørd á línuna, men tá ið vit skuldu smoyggja hana niður yvir kongin, løgdu vit til merkis, at kongurin var burtur. Men so funnu teir upp á nakað. Teir settu Jákup í Stólpa í fleygastongina og studdaðu hann soleiðis upp í gjøgnum bergið. Upp kom hann - og sloppið var - síðani hálaði hann okkum upp. Áðrenn vit fóru niður aftur, boraðu vit ein nýggjan kong har.
Hetta var eingin serlig veiðuferð - vit fingu ikki meira enn einar 80 lundar. Rotta var komin í Torvu, so pisa var eingin. Hildið var, at annaðhvørt var hon komin við skalvi, ella hevði fuglur borið hana.
Vanligt var at vera í Lundatorvu í Búgvanum og Torvu sama dag, men tað vóru ikki teir somu menninir. Soleiðis var eisini hesa ferð.
- Nakrar bjargaferðir eru tíbetur festar á blað, og her hava vit eitt ískoyti til bjargasøguna.

Torbjørn og Tórunn (abbadóttirin)

Torbjørn Andreasen, f. við Gjógv, búsitandi á Oyrarbakka, sigur soleiðis frá:
 "Nú fari eg at siga eitt sindur um ta seinastu bjargaferðina, soleiðis sum eg minnist hana. Hetta var 27. juli 1944. Boðað varð til bjargaferð í Torvu og Lundatorvu (í Búgvanum). Hann, ið stílaði fyri, var Símun Joensen í Sámalsstovu.
Í Lundatorvu vóru Símun í Sámalsstovu, Jóan Petur Heimi í Horni, Pól Sigurd á Rætt og Torbjørn Uppi í Geil. Í Torvu vóru, Oliver Debes, Klæmint í Stólpa, Meinhard á Skipinum og Kjartan á Heygnum. Vestur undir var Fløttabáturin. Við vóru Sivert á Fløtti (við soninum Jógvani) og Kristian Jóhannus Yviri í Stovu.
Farið varð í kirkjuskotið eftir stranganum og línum. Hetta var vanligt pláss at goyma bjargaútgerð í. Strangin var 22 alin langur. Hann bleiv sleipaður vestur undir Torvu og bleiv reistur nakað innan fyri Torvu - innan fyri ánna. Tað gekst væl at koma upp. Tá so menninir vóru komnir eystur ímóti Torvu, bleiv strangin tikin niður.
So gekk leiðin vestur í Búgvan. Veðrið var av tí fagrasta - tað stóð við klettin. Vit fóru so á land undir Smørkletti og kundu ganga upp á Smørklett við hjálp av fleygastongini. Uppkomnir hálaðu vit strangan upp og bóru hann inn undir ytra enda á Lundatorvu, og har bleiv hann reistur.

Lundatorva  (fuglurin flýgur beint uppi yvir Lundatorvu)


 Vit komu upp tætt uttan fyri vallingina. Her var lítið pláss, men tað bar uppfyri, so fuglurin, sum sat í Lundatorvuni, sá okkum ikki. Vit blivu sitandi her, til dimmið kom. So varð farið at draga. Símun bant okkum tríggjar í somu línu, og sjálvur sat hann við uppi við bergið. Tað gekst væl at draga, men tað var lítil lundi inni, tí veðrið var so gott, at lítil landkoma var. Pisan var ikki væl búgvin, so nakrar vórðu koyrdar innaftur. Fongurin var 350 lundar - pisan íroknað. Síðani fóru vit upp undir bergið at fáa okkum ein bita. Símun bant okkum tætt saman, og løgdu vit okkum so at sova.
Tá dagurin kom, kom báturin vestur undir Tangan. Vit kastaðu so lundan, sum var vørðaður saman, og so bleiv gjørt klárt til niðurferðina. Hon gekst skjótt og væl, og tá ið báturin var liðugur at henta fuglin upp, vóru vit komnir niður í sjóvarmálan.
Báturin kom fyrst heim í Gjónna við okkum og fór so vestur eftir teimum í Torvu. Tá ið so allir vóru komnir í Gjónna, bleiv fuglurin breiddur eftir Helluni - teir fingu gott 500 lundar í Torvu. So varð farið í kirkjuskotið við stranga og línu.
Fuglurin varð býttur sum vanligt: til jørðina og til bjarga- og undirløgumenn. Soleiðis minnist eg hesa bjargaferðina 27. juli 1944", endar Torbjørn frásøgnina.
-Leggjast kann aftrat, at tá hevði eingin verið í Torvu síðani 1928 ella 1929.

Kategori: Bjørgini
Síðani teir báðir veðrarnir (bukkarnir) hjá Petur Skeel vórðu sleptir niður í Fløttir í juni mánað í ár (2009), hevur fitt av umrøðu verið um veðrarnar og Fløttir.   -- "Eg var á Ambali í dag - og eg sá báðar!"  -- "Eg var vestan fyri Riv í dag - og eg sá báðar niðarlaga". Hvussu munu teir trívast?  Munu teir koma aftur? Nær fara tit eftir veðrunum?
flottir1
Hesin seinasti spurningurin gjørdist so við og við eitt sindur meinur, tí satt at siga, áttu veðrarnir at verið tiknir um miðjan septembur, men ymisk samanfallandi viðurskiftir gjørdu, at veðradagurin ikki upprann fyrr enn leygardagin 17.oktobur. Tey seinastu tíðindini um veðrarnar komu mánadagin 12.oktobur: "Eg var norðuri í Eggini í dag, og eg sá báðar veðrarnar. Í dag vór teir ikki so niðarlaga!"
 --- Góð tíðindi at hava í viðførinum leygarmorgunin.  Vit fýra, Petur Skeel, feðgarnir Herman og Absalon, og Ásfinn, fóru av Omansrætt um nýggjutíðina og vóru ikki aftur fyrr enn um áttatíðina á kvøldi. Ikki tí, tað gekst alt væl í hond, men tað vísir seg, at man hevur lyndi til at undirmeta, hvussu tíðarkrevjandi ein slík ferð er. Langt at ganga og nógv at bera: línur, borimaskinu, hegn, trol, pelar, veir o.m.a. Sigast kann um feðgarnar báðar - Herman og Absalon - at teir eru sera væl útgjørdir og ganga høgt upp í trygdina. Klokkan mundi vera farin um middag, tá ið alt var komið oman á Bergstokkin og fyrireikað, so klárt var at síga niður í Fløttir. Petur Skeel var fyrstur niður, og honum á baki komu so vit tríggir so pø á pø. Beinanvegin sást, at har var bara annar veðrurin, og at hin sostatt var omandottin í somu viku - eitt sindur hugstoytt. Væl gekst at fáa veðrin í ta nýggju hegnrættina, hann var sera spakur og ikki sørt fólkatekkin. Men alt tekur tíð. Herman og Absalon spentu ein rennistrong (úr veiri) av Bergstokkinum og í ein klett í Fløttum, og eftir hesum stronginum varð veðrurin so drigin upp - men tað var av sonnum eitt tungt tak. Vit báðir Petur vórðu drignir upp við hjálp av kontravekt, og gekk tað soleiðis fyri seg: Línan lá um ein blokk í erva - Herman klintraði seg upp (tað gjørdi hann eini 3-4 ferðir), og vektin av honum (meðan Absalon samstundis dró) fekk okkum báðar upp. Tað var ein góð kensla at verða drigin upp og møta Herman á hálvari leið ( "Góðan dag, Herman! Hvat gert tú her í dag?"!!).
flottir2
Tá ið veðrurin og alt dragslið var komið niðan undir hegnið á Sig, var meir enn hálvaskýmt, so tað gjørdist ein myrkur men góður túrur heim av Dalinum. Afturkomnir fingu vit ein deiligan drekkamunn við pannukøkum frá Marnu hjá Oliveri (mamma og omma Herman og Absalon). Mánakvøldið 19. okt. varð veðrurin so flettur hjá Petur Skeel í Funningi. Fleiri heilir og hálvir funningsmenn komu á gátt og royndu at meta um vektina, og úrslitið var 61 pund. Hetta man vera heilt í lagi, tí í fjør heyst vigaði bukkurin ikki meir enn eini 25 pund. Tá ið krovið var komið á ásin í hjallinum, bjóðaði Petur øllum inn til ein góðan drekkamunn, ið Hansy (konan) hevði sett á borðið. --- Hugnaligt prát og eitt sindur av reypi!! So kemur tann afturvendandi spurningurin: Var hetta nú ómakin vert? Óivað eru ymiskar meiningar um tað, men fyri meg hevur tað verið ein ógloymandi uppliving úr odd í egg og tøkk eigi tit (Herman, Absalon, Kathrina og Petur), ið tímdu at hava meg við. 
 
------- Fakta:
Í 1930 var Pól Jóhnnes í Lon, í Funningi, saman við øðrum funningsmonnum í Fløttum við tveimum veðrum, og tað er ikki roynt aftur fyrr enn nú. Annar kom aftur og var sum ein miðal veðrur. Nú vóru aftur tveir veðrar, annar kom aftur og vigaði 61 pund. (mest sum endurtøka av søguni).

--- Hesa ferð varð mált upp, hvussu langt tað er av Bergstokkinum og niður í Fløttir. Rætta svarið er 35 metrar.

ps. Eitt stórt omanlop fargaði Heimara Búgvabarm brúnan henda dagin - tað sæst á einari mynd. 

Fleiri myndir: myndasavn - 2009 -  Eftir veðrum í Fløttum 17.10.09.
Kategori: Bjørgini
Hóast Eysturoyggin er bæði stór og høg, so eru Funningsbjørgini og Búgvin tey einastu fuglabjørgini á oynni.

Sum nevnt aðrastaðni, lógu Gjógv og Funningur saman í einum og øllum til umleið 1826. Tá fekk Gjógv frábýtt markatal, 15 merkur, sum er helvtin av jørðini í báðum bygdunum. Eisini vórðu bjørgini býtt tá. Funningsmenn býttu, og gjáarmenn tóku. Býtt var soleiðis, at øll bjørgini fram við landi - av Múlanum og vestur til Stein - vóru býtt javnt móti Búgvanum og Torvu. Gjáarmenn tóku Búgvan og Torvu, og hetta býtið av bjørgunum er galdandi dagin í dag.
 

Manna millum hevur hetta býtið mangan verið á munni. Eyðvitað hava gjáarmenn hildið Búgvan og Torvu verið tann betra partin, tí annars høvdu teir tikið fastlandið.
Einaferð varð ein gjáarmaður spurdur, hví teir ikki tóku fastlandið heldur enn Búgvan og Torvu. Hann svaraði: "Tað er óneyðugt at taka fastlandið, tí skeiðin liggur hjá". Hetta skuldi óivað skiljast soleiðis, at bjørgini vóru so høglig, at har kundi tú altíð "sníkja" teg við stongini.
Funningsmenn munnu eisini hava verið væl nøgdir við sín part, tí bjargamaðurin Pól Jóhannes í Lon, úr Funningi, nevndi m.a. í eini útvarpssamrøðu, at hann helt, at bjørgini høvdu líka nógvan fugl sum Búgvin. 
Hóast bjørgini eru býtt, so hava funnings- og gjáarmenn í góðum felagsskapi røkt tey. Gjáarmenn hava verið nógv í Funningsbjørgunum saman við funningsmonnum, meðan funningsmenn harafturímóti lítið hava verið í Búgvanum við gjáarmonnum - hvør orsøkin til tess man vera.
Nýtt er tað, ið sjáldan sker! Fyrstu og einastu ferð seyður hevur verið í Fløttum í Funningsbjørgunum - tað nakar veit - var í 1930. Tá høvdu funningsmenn tveir veðrar har, men bara annar kom aftur, og ikki royndist hann heldur. Hesi seinastu árini hevur tað vundið alt meir og meir upp á seg at sleppa veðrum í meir ella minni óatkomulig fitilendi.
SNV34593
Í vetur lak út, at onkur arbeiddi við hugsanini um aftur at royna at sleppa veðrum í Fløttir. Skjótt kom tað ítøkiliga fram, at tað vóru "eysturoy-ararnir" - feðgarnir báðir Herman og Absalon - garparnir, ið endurtóku Búgvan í 2007 - ið áttu hugsanina. Petur Skeel Skarðsá, úr Funningi, var til dystin fús og føddi tvey heystlomb inni í vetur til endamálið. Sjálvur var eg eitt slags klæðsseksdrongur hjá "Búgvamonnunum" í 2007 og meldaði meg sostatt eisini kláran til veðratúrin í Fløttum. Mikudagin 03.06.09 var fínasta veður og avgjørt at fara. Vit báðir Petur Skeel leiddu seyðirnar norð á Sig, og har samlaðust tropparnir - Herman, Absalon og Kathrina (unnusta Absalons). Herman og Absalon leiddu so verðrarnir niður í gjøgnum Eggina og niður á Bergstokkin (langur vegur), haðani sígast kann niður í Ovasta Fløtt. Tað gekst heilt væl at koma niður í Ovasta Fløtt við veðrunum. Herman fór við tí fyrra, og Kathrina við tí seinna - og sá tað so sera einfalt og lætt út, sum um hetta var teirra dagliga yrki. Vit fýra sigu niður í Fløttir, meðan Petur var eftir í erva. Ein sera, sera, hugnalig og hugtakandi løta í Fløttum hetta kvøldið. Sítt gras, nógvar hvannir, ótal av havhestaeggjum, men tó - ikki ein tann einasti ein lundi (heldur ikki í Miðfløtti)- og so vesturskinið á Búgvanum og Rivinum.  Einki verandi stað kortini - upp aftur mátti farast - men tá ið eg sá, hvussu Absalon og Kathrina við egnari megi lestu seg upp gjøgnum bergið, gjørdist mær greitt, at hatta orkar ikki. Rætt fekk eg - komin einar 10 metrar upp við egnari megi, var orkan fullkomuliga burtur. "Herman! Tit mugu draga meg upp"! So var - og nú gjørdist uppferðin ein dreymaferð við deiligum kenslum. Petur hevði sitið so tolin og bíðað og fylgt við okkum - og túrurin heim av Ambadali var vakur og gevandi - bæði so og so. Eftir í Fløttum eru so tveir svartir veðrar, og spennandi verður - koma teir aftur? - og um so er - hvussu skerst og smakkar?
 
---- Eitt sindur um Fløttir: Fløttir eru í Funningsbjørgunum - eitt sindur inni vestan fyri Búgvan. Her eru tríggir fløttir, ið vanliga hava rættuliga fitt av lunda. Fløttir verður brúkt sum felagsnavn fyri Ovasta Fløtt, Miðfløtt og Niðasta Fløtt. Tikið kann verða til: "Nú er langt síðani, at nakar hevur verið í Fløttum!"
Eitt sindur um tær seinastu ferðirnar í Fløttum:
Á ólavsøku 1962 vóru hesir í Ovasta Fløtti: Knút á Geil (Knút Højsted), Kjartan Klein, Herluf Joensen og Árni Brattaberg. Í erva var Sivert Martin Joensen. Teir fingu 800 lundar. Í 1963 vóru hesir í Miðfløtti: Pól Jóhannes í Lon (Poul Johs. Thomsen), Petur Andrew Bláberg, Petur Eivind Petersen, Jógvan Nónsgjógv og Árni Brattaberg. Í erva vóru Sivert Martin Joensen og Jóan Petur á Reyninum (Joen P. Johannesen). Teir fingu 250 lundar. Onkur smávegis túrur hevur verið í Fløttum síðani 1963, men hetta var so seint í august mánað, at teir fingu einki.

Fleiri myndir:  myndasavninum - 2009 - Við veðrum í Fløttum
Kategori: Bjørgini