Hendan gudstænastan - 13.08.23 - var, sum allar tær undanfarnu, bæði hugnalig og hugtakandi í allar mátar. Eg fór at fregnast, hvør ið tað mundi vera, ið hevði funnið uppá hetta tiltakið - at hava gudstænastu í Gjónni. Jú, svarið var, at tað er ein vestmenningur, Uffe Bærentsen at navni. Líka síðani í 2016 hevur hann verið høvuðsfyrireikari av tiltakinum, so tað er ikki smávegis tøkk, ið hann eigur uppiborna fyri hugskotið og stríðið. Koronatíðin gjørdi tað, at eingin gudstænasta var í 2020 og 2021, so hendan gudstænastan var tann sætta í røðini. Til ta fyrstu gudstænastuna í 2016 virkaðu Eiðisprestur, Emil Olsen og Hvalvíksprestur, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar. Í 2017 var tað Fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klementsen, í 2018 var Emil Olsen aftur, í 2019 Eiðisprestur Jonhard Jógvansson, í 2020 0g 2021 eingin gudstænasta (korona), í 2022 Jógvan Fríðriksson, bispur, og í ár Uni Næs, dómpróstur.

Hendan dagin prædikaði, sum áður nevnt, Uni Næs, dómpróstur. Sofus Johannesen var deknur, Símun Niclasen klokkari og Gudmund Mortensen orgulspælari. Eiðis Ljómfelag spældi, og fyri mær hoyrir tað felagið til hendan dagin. Kvinnukórið Silvitni sang, og tey, ið hava skil fyri sangi og tónum, søgdu, at sangurin var vakur og yndisligur. Uppi á tí stóra steininum - uppi yvir Magnusbátaholið - spældi guitarmaðurin Sergio Martinez so lystiliga. Og tá kom tankin - sum so mangan: Hvat mundu t.d. teir gomlu sagt, ið mannaðu Magnusarbát, tann tíð tað var?

Hetta var ein góðveðursdagur. Ein landnyrðingsond inn um Kallin, so tað bar til hjá dómpróstinum at koma flótandi inn í Gjónna við árabáti. Bátsmanningin var úr Sundalagnum. Men landnyrðingurin - tann kúllur hann er her norðuri - hevði lagt mjørkan av Skarðinum og næstan á húsini. Restin av landinum kundi brúnka sær kroppin av sólskini. Líkamikið - ein rúgva av fólki var til gudstænastuna, men kanska í tynra lagi enn onnur ár. Tað er so nógv ymiskt á vási um alt landið á sumri, so fari eg har, so missi eg teg her. Enn ber so ikki til at vera í tveimum støðum í senn.  

 

Símun  - klokkari og kirkjuráðsformaður

flótandi dómspróstur

Sofus - deknur

Uni Næs, dómspróstur, og Eiðis Ljómfelag 

--- nógv fólk

m.a. Høgni, Tulla, Oda, Jørgin og Kristian Jákup.

Kórið Silvitni 

solosangari Ingibjørg ?

guitarspæl, hornblástur og sangur --- 

 Maria, Dagny, Mary og Asbjørn

 Sergio Martinez á steininum yvir Magnusbátaholi 

Dómprósturin lýsir vælsignilsið

 Sjúrður, Uni Næs, Petur Jacob og Arne

Britta, Erling og Neli 

Símun, Marner, Sofus og Jóhannes Juul 

 Jona, Pætur og Bjørk

--- prát

Marjun og Sjúrður 

m.a. Karstin og Hergerð

Sergio Martinez

 

Kategori: Tíðindi

 

Sunnudagin 20.01.19 hevði Emil Olsen, prestur, fráfaringargudstænastu við Gjógv eftir at hava verið sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í meira enn 35 ár, og sunnudagin 28.07.19 stóð tann nýggi sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, fyri fyrstu ferð á prætikustólinum í Gjáar kirkju. Hann varð innsettur sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi tann 23.06.19. Jonhard og eg eru bygdarmenn, og so kenni eg hann eisini væl frá tíðini, tá ið hann sum smádrongur (unglingi) gekk í Runavíkar skúla. Eftir kirkjugongdina við Gjógv heilsaði eg upp á tann nýggja prestin, og tá avráddu vit at markera henda dagin á heimasíðu mínari. Longu 11.08.19 var Jonhard aftur við Gjógv og helt gudstænastu í Gjónni. (Mær dámar einki, at lýst verður við útigudstænastu í Gjónni - tað næsta verður kanska innigudstænasta í kirkjuni).

Kategori: Tíðindi

h Medium

Hesaferð byrja vit við endanum. Tað er leygarkvøld - 15.08.15 - klokkan er 23.00 - og nógv fólk er á Gjónni. Í hesari løtu vórðu tey nýggju ljósini í Gjónni roynd. Tað var ein ávísur spenningur í luftini, tí hesi ljósini kunnu meira enn tey, ið hanga á teim ymisku steyrunum í bygdini. Umframt at veita "vanligt" ljós kunnu hesi eisini skifta yvir í eitt ljósspæl við øllum ælabogalitum. Tað var nevnliga ljósspælið, ið fjøldin á Gjónni vildi síggja, og ikki blivu tey svikin. Ljósspælið var sera vakurt, men tøkniligir smátrupulleikar - smærri stillingar og annað putl - tóku eitt sindur av broddinum. Tó vísti tann fyrsta royndin, at hetta fer at verða eitt spennandi ljósspæl. Fólk vóru væl nøgd, og onkur hevði á orði, at nakað vakurt verður hetta, tá ið landnyrðingur vísir seg frá síni ringastu síðu.

Kategori: Tíðindi

 

 

Heimasíðan hevur mestsum verið óvirkin alt hetta árið, av tí at hon hevur álopin verið (hakkað) av einum ella øðrum teldusníki. Tað hevur verið eitt verri baks – serliga við myndasavninum - at fingið alt at virka aftur, men nú vóna vit, at tað er í lagi. Frá 2005 til 2018 havi eg regluliga lagt myndir út í savnið, men eg haldi uppat við tí nú. Tøknin er nógv broytt hesi árini, og tað er blivið so deiliga lætt og skjótt hjá øllum at blaka myndir út, at eg haldi, at tíðin er farin frá mínum savni. Í savninum eru nú slakar 30.000 myndir, og tað er ogn í teimum. Tær seinastu myndirnar – desembur 2017 – er júst útlagdar. Ikki ætli eg mær at leggja heimasíðuna deyða. Nakrar frásagnir eru á skránni, og so eigi eg eina rúgvu av gomlum bandupptøkum, sum eg kundi hugsað mær at hugt nærri at. Øll staðanøvnini við Gjógv finnur tú, um tú trýstir á kortskipanina, sum liggur á forsíðuni.

Hetta var tað – síggjast!!

    

    

Kategori: Tíðindi