Brimgangur

Tað liggur ein bólkur við nøkrum myndum av brimi á heimasíðuni, og eg kalli tann nýggja bólkin Brim. Í tí sambandi havi eg fingið tveir heimildarmenn at fortelja okkum eitt sindur um brim.  Annar fortelur okkum um brim yvirhøvur, meðan annar fortelur okkum um eitt heilt serligt brim.

Pætur i Nýggjustovu (Pætur Joensen, (1920 - 2005) sigur soleiðis frá:


Gjógv er brimpláss, tó at ár kunnu ganga í millum teir heilt stóru uppgangirnar. Høgættin er ring hjá okkum, tí bygdin liggur so opin út ímóti Norðhavinum.Er hann landnyrðingur ella norðan á vetri - og stendur inn á landið - og brimið kemur niðan undir bakkan ella niðan á bakkan her heimi (á Sandinum). Tá er so bítandi kalt. Teir gomlu søgdu, at tað var eitt klædnaplagg á muni millum Funning og Gjógv á vetri - so køld er høgættin her. Tá er Fjøran ikki vøkur.

Tá ið tað fjarar niður í sovorðnum brimi - ella um tað ikki er so nógv brim - kundi nógv skúm leggjast í Fjøruna.Skúmið legst serliga tjúkt í ávísum plássum. Niðan av Íslandi og heimast í Taravíkini kundi tað vera eina manshædd tjúkt, og tá ið so tær snurlandi hvirlurnar komu, bóru tær skúmið heim yvir bygdina. Tá ið tað lagið var, var frægast at halda seg innanveggja.

scan0054

Teir gomlu plagdu eisini ofta at taka til, at brim er so vitugt. Teir høvdu lagt til merkis, at dunaði brimið á høgætt, so fór hann at koma lágt.

Brimið í Høvdafossinum:

Tá ið uppgangurin er av tí ringa, koma óløgini líka niðan í Høvdafossin. Men tað kann vera av mesta brimi, um tað ikki kemur so langt niðan í Ánna. Skulu óløgini sleppa niðan gjøgnum Ánna, skulu serlig viðurskiftir passa saman. Streymurin og ættin skulu passa soleiðis saman, at óløgið, ið kemur um Usina, brestur saman við óløginum, ið kemur inn eftir Buginum, soleiðis at bæði broyta kós og fara sum ein kíli – við nýggjari megi - niðan í gjøgnum Ánna.

Tað ovurstóra brimið seinna partin av 1940unum

SDC11469 copy

Torbjørn í Geil, (Torbjørn Andreasen f. 1928) sigur soleiðis frá:

Eg róði sjálvur út við 5-mannafarinum "Tjaldrinum" tá,  og tað hevði 4 hestar Stuart motor. Hetta hevur verið í seinnu helvt av 1940unum. Manningin á Tjaldrinum var: Dánjal í Bíggjarlagnum, Pól Erik, Leivur, Kjartan og eg. Hann var vestan í ættini, og tað gingu ringir ælingar. Dánjal í Bíggjarlagnum hevði verið úti á Gjógv ta náttina, og hann sá, at tað var ikki, sum tað átti at vera. Hann fór so oman í Gjónna, og tá sá hann, at tað niðasta laðið av bátum - kanska einir 6 í tali - var dottið á liðina og hekk í fanglínuni. Hann skundaði sær niðan og kom inn í Geil til mín - síðani niðan á Heyggin og út á Tarafløtt eftir Pól Eriki, og síðani fór tað sum grindaboð um bygdina at koma at bjarga bátunum. Eg minnist, at  tað lýsti fyri degi, og at tað kom maður av húsi í Gjónna. So var farið at draga, og tá brúktu vit tað gamla "gangspælið" - við ørmum. Bjargalína varð bundin um toftubekk, og so runnu teir runt við spælinum. Menn stóðu so rundanum - klárir at skifta við spælmenninar. Línan lá heimeftir - oman fyri Lonahúsini - og har stóðu eisini menn og tóku inn av línuni, so hvørt sum báturin kom. Tað tók sína tíð, tí tað vóru 14 bátar í Gjónni henda dagin. Brimið vaks, so hvørt sum vit drógu. Lítli Hvíti var tann síðsti báturin, og hann stóð norðan fyri trappurnar - í krókinum uppi ímóti berginum. Tað stóðu einir 8-10 mans rundan um bátin, og hann fleyt. Tá ið tað súgaði út aftur, fingu vit hann yvir á drátturin og so niðan. Eg minnist, at 6 bátar brotnaðu meir og minni, tí teir hingu í endunum og duttu ymsar vegir, og Tjaldrið mátti skifta 3 borð, men Anton á Klá gjørdi teir flestu bátarnar aftur. Tann størsti báturin, sum var í Gjónni, var Føroyingurin - eg haldi, at hann  var 7-mannafar. Eg haldi, at tað vóru ellivu maskinbátar, og teir flestu høvdu 4 hestar Stuart - eingilskir motorar -  men Báran og Venus høvdu 8 hestar, ið vóru teir størstu motorarnir við Gjógv tá.

Allir vóru troyttir, tá ið alt var yvirstaðið, men so funnu vit uppá at fara ein túr út á Nasa - Hans Edvard, eg og tveir aðrir, men ikki minnist eg, hvørjir teir vóru. Tá ið vit komu út Nasa - úti á tí ovaru gøtuni, nú kemur eitt óløgi inn við berginum, eftir vallingini á Kirkjurókini, og eitt annað brot kom inn úr Djúpunum, soleiðis at tey brustu saman, og tað gjørdist so ógvusligt, at bara krúllurin á Niðara Nasa var turrur. Tað rann eftir bønum - oman ímóti neystunum - og vit gjørdust so bangnir, at vit runnu heim í Lágna, og tá sóu vit, at Gjógvin fyltist heilt niðan undir tvørtrappurnar.

Eysturi á Bakka fyltist  niðan eftir bønum - niðan undir kirkjugarðin - og eisini niðan gjøgnum Ánna - niðan í Høvdafossin. Eg minnist, at Hans Edvard segði tað, tá ið alt var avhasað, at kranin á Gulakletti var so leingi undir, at um ein maður hevði hildið sær á toppinum á honum, so hevði hann druknað - so leingi var kranin undir. Úti undir Støðuni - undir krúllinum  á Nasanum - plagdu teir at loysa sær buksurnar, og har skolaði óløgið alt so væl burtur, at tað sá so nossligt út.

kranin

Kranin á Gulakletti

Set nú fyri, at hetta hendi um náttina - einir 50 mans í Gjónni - tað hevði verið ein øgiligur skaði. Tunnur, línur, og alt, sum var í Gjónni, ruddaðist út. Tað kom bara hetta eina ovurstóra óløgi, so stilti tað so líðandi av.

Hetta, sum eg havi fortalt tær, stendur so púra klárt í huganum á mær, at frágreiðingin er 100% álítandi.

Leggjast kann aftrat, at vit á ongan hátt ivast um frágreiðingina og mugu bara sláa fast, at hetta hevur verið eitt av teimum allar størstu óløgunum, ið nakar veit um at siga.  Og so tað, at hetta óløgið kom beint aftaná, at allir bátarnir vóru drignir - tað setir tankarnar í sving.

Her leinkja til tann nýggja bólkin í myndasavninum.

Kategori: Gjáartíðindi