Tað er alt, sum bendir á, at hósdagurin 17.12.09 var dagurin, har skúlin var stongdur med alla, tí frá fyrsta skúladegi í 2010 fara tey bæði einastu skúlabørnini - systkini,  Ebba Marianna og Ólavur út á Oyrarbakka at ganga í skúla. (Tann triði næmingurin, Jóhan Sofus Glyvradal, av Eiði, hevur bara gingið í skúla her í eitt styttri skifti).
sdc18039
Jan, Ólavur, Jóhan Sofus, Eiði, og Ebba Marianna
Samstarvsavtala er gjørd við skúlan á Oyrarbakka fyri ta tíðina, ið eftir er av hesum skúlaárinum, og riggar samstarvið (sum tað uttan iva fer at gera), so verður hetta ein varandi loysn, og Gjáar skúli verður niðurlagdur. Sjálvsagt kennist tað sum eitt bakkast fyri bygdina at missa skúlan, men hinvegin má bara viðurkennast, at í hesum máli hava veruleiki, vit og skil rátt - og ikki kenslur. Sjálvt um børnini fara úr einum góðum skúla - við góðum lærara - so fáa tey bara gott av at koma saman við øðrum javnaldrum undir nýggjum/broyttum umstøðum og øðrvísi avbjóðingum.  Jan Thomsen hevur tey seinastu 10-12 árini árini verið lærari her, og  er hann tann 14. lærarin, síðani skúlin var bygdur, og hóast ilt er at spáa, so skulu stórar broytingar til, um hann ikki gerst tann seinasti lærarin í bygdini. Tað hægsta barnatalið var undir krígnum - 56 børn, men miðskeiðis í 1990unum var einki skúlabarn, og nú tey seinastu árini hevur skúlin bara ant.

Skúlin er bygdur í 1883 og  er laðaður upp av gróti, ið er brotið upp Úti undir Støðuni á Niðara Nasa og slabbað oman á sletu. Nógv tað mesta grótið er undan Støðuni, men teir myrku (mestsum svørtu) steinarnir, ið síggjast ímillum, eru undan Ólastovuheygnum, har ið seinni vatnbrunnur var gjørdur. Hyggur tú nærri eftir laðingini, so leggur tú til merkis, at grótið á norðsíðuni og á niðara enda er so ómetaliga nógv slitið av veðri, meðan einki sæst til nakað slit á suðursíðuni og heimara enda. Tað er neyvan nakar ivi um, at tað er høgættin við sínum sjóroki og kavaroki, ið eigur hesi sporini. Men einki spor ella slit sæst á teimum myrku steinunum undan Ólastovheygnum, teir hava staðið seg avbera væl ímóti høgættini, tí teir eru úr einum nógv sterkari tilfari - átøkt blágrýti. Fert tú ein túr oman á Bakka, ger so eitt legg rundan um skúlan, tí her sært tú eina sjón, ið talar fyri seg.
sdc18044
Árið 1883 hevur verið eitt serstakt og gott ár fyri bygdina, ið bæði fekk nýggjan skúla og nýggjan handil, tí júst hetta árið kom eisini Debusar handil. Nú eru bæði skúlin og handilin stongdir, og sjálvt um vit í dag ikki duga at síggja, nær (ella um) lív kemur aftur í hesar báðar, so hava vit væl saktans loyvi at liva í teirri vón, at enn liggja ótroddar leiðir fyri framman.
Fleiri myndir:  myndasavn - desember 2009.

Kategori: Gjáartíðindi