Sofus: - Nú torir kirkjufólkið betur at syngja við

13.10.2022 TÍÐINDI

- Vil prestur avgjørt, at júst tann sálmurin, sum hann hevur valt, skal syngjast, ja, so byrjar hann bara sjálvur at syngja fyri. So einfalt er tað, sigur Sofus Debes Johannesen, kirkjutænari við Gjáar kirkju. 

GJÁAR KIRKJA – grein 4: - Jú, eg haldi so avgjørt, at kirkjufólkið er fegið um hesa loysnina við at spæla sálmar úr savninum hjá Kringvarpinum. Sum nevnt í fyrru greinini um sálmasangin í Gjáar kirkju, er eingin fastur urguleikari í kirkjuni. Tey nýta ístaðin eina loysn, har ein brúkar alnetið til at fáa urguspæl til sálmasangin við eina gudstænastu.

Vanligt var, at hann sum var ”urguleikari” henda dagin, stóð uppi við urguna og skipaði tónleikin. Urgan kann saktans brúkast til sítt upprunaliga endamál, men tíverri er eingin at spæla uppá hana. Er okkurt serligt í kirkjuni royna tey at fáa onkran at spæla uppá urguna. Soleiðis var eisini sunnudagin 9. oktober, nú gudstænastan skuldi sendast bæði í útvarpi og sjónvarpi. Tað eydnaðist kortini ikki, og tí var tøkniliga loysnin brúkt enn einaferð.



Nú kemur tað meiri enn so fyri, at tann eini tøkningurin, Sofus Debes Johannesen (myndin) eisini er deknur og skal lesa á kórsgáttini, samstundis sum hann skal skipa sálmasangin. Fyri at lætta um hetta fekk hann sær eina fartelefon, haðani hann kann fáa sálmasangin fram gjøgnum stóru hátalararnar í kirkjuni.

Hetta riggaði væl, men, sum Sofus sigur:


- Tað var altíð ein vandi fyri, at telefonin fór at ringja mitt undir gudstænastuni. Tað hevði neyvan riggað so væl. Tí hava vit nú útvegað okkum eina farteldu, so vit sleppa undan hesum, sigur hann brosandi. - Annars vil eg siga, at tað tykist sum kirkjufólkið her torir betri at syngja, nú so góður tónleikur og sangur er í kirkjuni.

STÓRUR ÁHUGI
Í nógvum kirkjum kring oyggjarnar er ofta trupult at fáa urguleikara til hvørja einastu gudstænastu, annaðhvørt hon so er við presti ella dekni. Onkrastaðni liggur tað at vera urguleikari á einum einstøkum persóni. Berst honum frá, er neyðugt at leita sær hjálp úr øðrum kirkjum ella bara syngja uttan tónleik. So eru tað aftur aðrar kirkjur, eisini í teimum miðalstóru bygdunum, har ein hevur fleiri urguleikarar, og tí altíð hevur tónleik til sálmasangin.

Í samrøðuni nevnir Sofus D. Johannesen ávísar bygdir, m.a. á Sandoynni og í Suðuroy, har tað veruliga hevur verið trupult at hava fastar urguleikarar. Sum dømir nevnir hann eina ávísa kirkju, har einasti urguleikari teirra brádliga andaðist, og so stóð ein í roynd og veru á berum. Nakað eftir hetta ringdu tey frá kirkjuni norður til Gjáar fyri at frætta nærri um ta skipanina, sum ein hevði roynt her seinastu tvey árini. Tað sama gjørdu tey í eini grannabygd, eins og fólk frá einum bønhúsi í miðøkinum hava spurt seg fyri.

BEST VIÐ URGULEIKARA
Hesin ítøkiligi fyrispurningurin til kirkjuráðið við Gjógv kom úr Skálavík. Tað var her, at einasti urguleikarin andaðist. Hann spældi bæði her og á Sandi, og var eisini virkin við tónleiki í missiónshúsinum. Tað serstaka við kirkjuni í Skálavík er, at her finst helst elsta urgan í føroysku kirkjunum. Hon er farin um tey 150 árini, og riggar enn, men nú var altso eingin at spæla uppá hana. Neyðugt var nú hjá kirkjuráðnum at hugsa kreativt, og tað var í hesum sambandi, at tey í roynd og veru valdu somu loysn sum við Gjáar kirkju.

Úr Skálavík høvdu tey nevniliga fingið at vita frá øðrum kirkjum, ið nýta hesa somu loysnina, at hon var góð, og gav somuleiðis góðan sálmasang í kirkjuni. Í desember mánaði í 2021 var skipanin royndarkoyrd, og vísti tað seg, at hon riggaði væl tøkniliga, og ikki minst, at kirkjufólkið sum heild vóru nøgd við hana. Men, sum sóknarpresturin í Sandoy, Havstein Klein so vísiliga tók til í eini grein her á heimasíðuni: - Hetta er í lagi. Men tað besta er tó at hava ein urguleikara!

ORGUL ELLA FORSANGARI 
Við Gjáar kirkju er skipanin hon, at um prestur er, so er tað hann, ið velur sálmarnar til gudstænastuna, meðan tað er ”urguleikarin”, ella hann, ið passar tann tøkniliga partin, sum velur sálmarnar tá deknagudstænasta er. Her er eisini hjálp at heinta í sálmabókini ella heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Her er nevniliga eitt uppskot um val av sálmum til hvørja einastu gudstænastu í kirkjuárinum. Og hetta valið heldur Sofus seg tí eisini sum oftast til. Sum nevnt eru rættiliga nógvir sálmar í savninum hjá Kringvarpinum, men langt frá allir.

Og hetta hevur sínar avbjóðingar:
- Prestur kann hava valt nakrar sálmar, ið hann heldur hóska væl til eina gudstænastu. Onkutíð má eg tó biðja hann um at finna ein annan sálm, tí at hesin snøgt sagt ikki finst í savninum. - Men vil hann avgjørt, at júst tann sálmurin, sum hann hevur valt, skal syngjast í Gjáar kirkju, ja, so byrjar hann bara sjálvur at syngja fyri. So einfalt er tað, staðfestir Sofus D. Johannesen.

Kategori: Frásagnir