- Publiceret den 17 novembur 2022
- Víst: 2378
(Snorri Brend hevur lovað mær at leggja hesar 5 greinarnar, ið hann hevur skrivað um Gjáar kirkju, á heimasíðu mína. Tær standa eisini á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni).
Gjáar kirkja 1: - Tað má vera plásstrot í hjartanum
”Tað var lítið fólk at síggja uttandura sunnu- og halgidagsmorgnar, tá ið eg var barn. Tú sást onkran, ið fekst við at geva kríatúrunum; onkra konu, ið fór at mjólka, og so var tað kanska onkur, ið fóru útum at svala sær á eina løtu. Meir var tað ikki”.
Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)
GJÁAR KIRKJA – grein 1:
”Jesus hugsar altíð um tann einstaka!”, staðfestir deknurin í lestri sínum her í Gjáar kirkju, sum manglar sjey ár í at gera 100 ára gomul. Tað tók annars sína tíð, frá tí at gjáarmenn sendu umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn, til teir umsíðir sluppu í sína egnu kirkju. Umsóknin varð send í 1905, men tað var ikki bara bara at fáa játtandi svar frá myndugleikunum. Nógv oftari var svarið noktandi.
Hóast ein nevnd var sett við tí endamáli at fáa kirkjuna bygda í 1925, og bygginevnd var sett um sama mundið, skuldu tað kortini ganga fýra ár, til kirkjan umsíðir var liðug og kundi verða vígd tríeindardag í 1929 – 26. mai. Men gjáarfólk ynsktu ikki bert eina vanliga kirkjuvígslu. Vígslan skuldi øll vera á føroyskum máli. Og soleiðis bleiv tað eisini, verður sagt í søguni um kirkjuna.
Peter Jacob Sigvardsen hevur í stórverki sínum um heimbygdina – Úr Gjáar søgu – greitt frá tí heilaga friðinum, ið valdaði í bygdini sunnumorgnar. Hann skrivar soleiðis: - Har var eingin titan um teigar og tún, bø og haga, og nú stóð hvør bátur á lunni, ella hann lá á floti í Gjónni. - Her hoyrdist bert okkurt hanagal ella dunnukvagg, okkurt fuglaljóð, áartutl og kanska brimdunið úr Fjøruni. Úr skorsteinunum sást hin hvíti torvroykurin fara upp í loft, sum boðberi um, at lív var innandura, minnist Petur Jacob Sigvardsen aftur á.
Soleiðis var støðan einaferð í tíðini. Í dag er ein onnur tíð: Hóast ikki nógv bygdarfólk var at síggja henda sunnudagin, var kortini ein javnur streymur av ferðafólkum, sum vildi síggja og uppliva hesa sera vøkru og hugnaligu bygdina, hóast vit skjótt skriva 1. oktober. Hetta forstýrilsið forðaði kortini ikki nøkrum okkara at leita í kirkjuna at hoyra, hvat Gud vildi við okkum tala hesa løtuna.
VETRARTÍÐ Í GÓÐVEÐRI
Nú var eg eitt sindur í iva um, nær gudstænastan skuldi byrja henda sunnudagin 22. september 2022. Og um tað var við sóknarprestinum, Jonhard Jógvansson ella við einum av deknunum í kirkjuni. Í summum kirkjum verður jú farið í kirkju klokkan 11 óansæð hvør árstíðin er, meðan ein aðrastaðni skiftir millum klokkan 11 og klokkan 12. Onkustaðni eru tey longu farin yvir til ”vetrartíð”. Í yvirlitinum yvir gudstænastur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni stóð einki um nakra gudstænastu við Gjógv henda 14. sunnudag eftir tríeindardag. So var bara eitt at gera: Spyr prest!
Frá presti varð upplýst at gudstænastan byrjaði klokkan 11, men klokkan 11 sást ikki eitt menniskja at síggja á veg í kirkju. Altso var tað klokkan 12. Nú hoyrdist brádliga klokkan ringja inn til gudstænastu – alt gjørt við nútíðar tøkni. Lúkurnar í torninum fóru upp ein og ein, og løtu seinni byrjaði klokkarin at ringja. Tað vil siga, at her er heilautomatisk ringing, so klokkarin í dag, Símun Niclasen noyðist bert at hyggja eftir at alt tað tøkniliga er í lagi og at klokkan er røtt, nú ringingin skal byrja. Hann fór síðani og settist frammi í kór í nánd av dekninum. Og tá seinastu sálmurin var um at vera liðugur, fór hann út aftur í forkirkjuna at trýsta á tann knøttin, sum setir tey níggju biðisløgini í gongd. Onkur vil halda, at hetta at vera klokkari er ein einføld uppgáva. Men henda tænastan verður gjørd sunnudag eftir sunnudag, ár eftir ár í trúfesti móti kirkjuni og kirkjunnar Harra.
FJØLBROYTTUR SÁLMASANGUR
Sálmasangurin her í kirkjuni er nakað heilt serligt, um ein kann siga tað so. Vanligt er í flest øllum kirkjum, at tað er ein urguleikari, ið situr við urguna og leggur fyri við einum preludium, tá klokkan er liðug at ringja gudstænastuna inn.
Men her við Gjógv er øðrvísi: Her SITUR eingin persónur við urguna, men her STENDUR ein persónur við urguna – í hesum føri ein tøkningur. Sum vit fara at koma inn á í eini seinni grein, er eingin urguleikari við kirkjuna, men alt verður stýrt við fartelefon, teldu og nútíðar tøkni og sterkum hátalarum runt í kirkjuni. Ikki tí, - er okkurt serstakt í kirkjuni, so sum jarðarferð, brúðarvígsla ella annað, kann urgan saktans brúkast bæði til sálmasang, aftursvar og annan tónleik.
Nei, her stendur ein maður – í dag Sofus D. Johannesen – og leggur tey røttu sálmaløgini á, sum vit í kirkjuni sleppa at syngja eftir. Upptøkurnar er úr sálmasavni Kringvarpsins, har gott urguspæl er, afturvið góðum sálmasangi og ofta hornblástri eisini. Hóast vit ikki vóru so mong í kirkju sunnudagin, so ljómaði góður sálmasangur út í vakra kirkjurúmið og vælrøktu kirkjuna. Ikki so galið at vera væl stuðlaði av góðum tónleikarum og sangkreftum úr Havn, Klaksvík, Fuglafirði og aðrastaðni.
EINKI PLÁSS TIL HIN ÓNDA
Lesturin henda 14. sunnudag eftir tríeindardag fær eisini nøkur góð orð við á vegnum. Teksturin er úr Johannes evangeli'inum kap 5, og ørindini 1 til 15, tá Jesus grøddi ein sjúkan mann við hylin í Betesda.
Deknurin í dag, Páll Sivertsen hevur valt ein lestur við greiðum boðskapi: Hvussu Jesus altíð hugsar um tann einstaka, og týdningurin av at fylla hjarta sítt við tí góða, - tí, sum Jesus hevur at geva hvørjum einstøkum okkara. - Verður tað hjarta, sum Jesus reinsaði og grøddi, ikki fylt av Honum, men verður standandi tómt, so hersetur hin óndi tað, og ger tað sjey ferðir verri, enn tað nakrantíð hevur verið. - Hjá manninum við Betesda-hylin byrjar tað nýggja lívið við at hann aktaði Jesu orð: ”Reis teg upp. Tak song tína. Og gakk!” Men Jesus segði enn meiri við mannin: ”Synda ikki longur!” Ja, Jesus kom bara til teirra sum tørvaðu lækna, og hann ynskti bara at verja tey móti tí ónda, las deknurin við myndigu rødd síni. - Tað var ikki nóg mikið, at hjarta hansara bara var nøgt við, at hann var grøddur – og einki meiri. Nei, tað hevði líka so stóran týdning, at hjarta hansara var fylt við Guds anda og teimum himmalsku kreftunum, so at tað er plásstrot, tá hin óndi ger álop fyri aftur at vinna pláss sítt, legði Páll dent á.
Og hann legði at enda aftrat: - Tá ið Jesus hevur tikið bústað, er einki pláss til hin ónda. Amen!
LAT OKKUM MØTAST AFTUR
Nú var hetta bert ein stutt lýsing av einari deknagudstænastu í Gjáar kirkju. Men ”gudstænastan” endar ikki við at urgan spælir sítt postludium. Uttanfyri kirkjuhurðina steðga fólk á, heilsa uppá hvønn annan og ynskja hvørjum øðrum ein góðan sunnudag.
Klokkarin fer innar í kirkjuna at sløkkja tey livandi ljósini og øll hini ljósini, og syrgja fyri, at alt er sum tað eigur at vera til næsta sunnudag. Onkur kemur í prát við greinskrivaran, meðan onnur leita sær oman í kirkjugarðin, sum er rundan um kirkjuna. Veðrið er gott, turt og sólarglottar, so her ber væl til at fara ein túr oman til tær gravirnar, har onkur av teirra kæru liggja grivin.
Við virðing verður hondin løgd á teir steinarnar og ein setningur framborin: ”Jesus, lat okkum møtast aftur!”, har grøvin við onkrum av forfedrum av teirra kæru er. Ein góður siður soleiðis at minnast tey, ið undan eru farin. Gudstænastan er farin aftur um bak. Tey, ið gingu hesa gøtuna áður, eru minst í kvirru og við ærufrykt. Nú er klokkan farin at nærkast 13.
Hesin dagurin er í øllum førum byrjaður væl. Nú stendur ein góður sunnudagur fyri framman!
- - -
Hetta er fyrsta greinin av fleiri um kirkjuna og kirkjulív við Gjógv. Í næstu greinini frætta vit meiri um kirkjuna og kirkjusiðir í bygdini.