Áir innangarðs (og uttangarðs)

Sjálvt um tað er soleiðis, at tær flestu (um ikki allar) áirnar, ið eru innangarðs, eisini eru uttangarðs, so kenna vit betri nøvnini á teimum, tá ið tær koma oman um garðarnar.

Vit byrja sunnan fyri Ánna – heilt Eysturi undir Hamri:

Mylláin

Tað hevur altíð ljóðað, at ein mylla var her, men tað einasta, ið livir eftir, er navnið Mylláin, men navnið kemur neyvan av ongum.

Seyðabólsáin

 

Navnið er avleitt av seyðabólinum, ið her er, so navnið er yngri enn Seyðabólið. Nú stendur eitt seyðhús har. Ein eldri maður tók soleiðis til, tá ið vit vóru her eysturi: ”Tað er so nógv broytt í fjøruni í mínari tíð, men kortini finnur Seyðabólsáin sjógv her á Slættanum heiman fyri Stórahol”. Eystan fyri Útkikskneysan í fjøruni var fyrr ein nokkso stórur fossur í Seyðabólsánni. Har bar væl til at svimja, men nú hevur brimið fylt mestsum allan fossin við gróti. Út úr Seyðabólsánni var rættuliga gott seiðapláss, tá ið dyrgt var við tráðu." - Ein lítil fossur í Seyðabólsánni - oman fyri vegin - eitur Lítlifossur. Navnið verður mest brúkt í sambandi við bøstykkir. Fleiri stykkir her á leið eita "við Lítlafoss".

Garðará

 

Navnið Garðará man hava samband við tann gamla garðin, sum gekk niðan við ánni. Tað hevur verið toluliga lætt at gjørt garð niðan við Garðará, og áin hevur jú navnið hjá sær. Garðurin gekk niðan við ánni allan vegin úr fjøruni - og eystan fyri Heygg - og so í Stórá heimi í Forna.

Lítla Garðará

Eysturi við Samogn (eitt bøstykki) gongur ein grein úr Garðará við kós ímóti Atusteini. Hetta er Lítla Garðará. Garðará sjálv hevur kós heim á Heygarnar.

Skrubb(u)keldan

Skrubbukeldan er heimarlaga í Gamlagerði, og navnið sigst vera komið av tí, at tey, ið høvdu skrubb og vaskaðu sær í kelduni, skuldu gerast frísk. - Tað er munur á eini keldu og eini á, men vit taka hesa kelduna við kortini. (Ein kelda er grundvatn, sum vellir fram úr lendinum).

Hatta var tað sunnan fyri Ánna, og nú flyta vit okkum norðurum:

Rættáin

Henda Rættáin er mestsum farin í søguna, nú hon er løgd undir heilt. Hon rann (rennur) oman heiman fyri Heimaru Lon og var matará hjá báðum húsunum í Lon. So rann hon oman uttan fyri húsini á Rætt og oman í Stórá. Tað er ilt at meta um upprunan til navnið, men tað er alt, ið bendir á, at ein rætt hevur verið her í forðum. (mynd tekst ikki av henni).

Byrgisá

Eingin veit at siga, um navnið Byrgisá hevur nakað samband við byrgi at gera, men vit hava jú seyðabyrgi Uppi í Byrgi, so navnið kann møguliga vera komið tann vegin.   Beint oman fyri Geilina er líkasum ein bakki á helluni í Byrgisá ‑ her plagdu tey at taka vatn o.a.  Fyrr rann Byrgisá oman í Stórá uttan fyri Bygdarhúsið – oman í Fløttánna – men tá ið so dansistovan bleiv bygd, so løgdu teir Byrgisá í rør, og nú rennur hon beint oman í ánna heiman fyri Bygdarhúsið

 

 

 

Kategori: Ikki-bólkað