Hans Kristiansen

Hátíðarhaldið var skipað soleiðis hendan dagin, at tað var Hans Kristiansen, lærari, ið beyð fólki at vera vælkomin. Eisini greiddi hann frá tí, ið fór fram undir hátíðarhaldinum, og tað var eisini hann, ið endaði hátíðarhaldið við tøkk.

Her fáa vit byrjanina og endan á hátíðarløtuni 01.08.1971:

Tað var Niels Juel Arge, táverandi útvarpsstjóri, ið var við Gjógv hendan hátíðardagin og tók alt hátíðarhaldið upp á band, sum seinni varð sent í útvarpinum.

Niels Juel byrjaði:

Sunnudagin var minnisvarðin norðuri við Gjógv avdúkaður, og tað var Hans Kristiansen, lærari, ið beyð fólki at vera vælkomin, og greiddi frá, at fyrst talaði Hans Jacob Joensen, prestur, og so helt Hans fram: «og síðani fer avdúkanin fram, og verður minnisvarðin avdúkaður av Kristiani á Rætt og Kristiani í Hoygarðinum, og navnapláturnar verða avdúkaðar av Fredrikku á Fløtti. Síðani verða nøvnini lisin upp av teimum farnu, og aftaná verður ein stutt tøgn. So verður sálmurin «Tað sigldi ein bátur um stormbardu vág» sungin, og síðani talar Sigurð í Hoygarðinum. So verður sangurin «Tit sum í fjøru fóru» sungin. Síðani tosar Jógvan á Fløtti, sum er formaður í minnisvarðanevndini, og Óli Debes, sóknarstýrisformaður. Er tað so onkur annar, sum tá hevur hug at siga nøkur orð, er høvi til tað aftaná. Til seinast verður sálmurin “Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur” sungin.

Hjartaliga vælkomin øll somul!!

Og soleiðis endaði Hans Lærarin hátíðarløtuna:

Nú er hendan samkoma skjótt komin at enda, men eg vil bera eina tøkk fram til Jógvan á Fløtti, sum hevur verið formaður fyri at gera hetta arbeiðið – umframt at vera formaður í minnisvarðanevndini, tí tað var ógvuliga knossasligt at fáa hetta grótið upp á pláss her, og at tað er eydnast so væl bæði við stiki og øllum, er nógv honum fyri at takka.

So skal eisini ein tøkk vera borin fram til Emil Hansen – Mil í Horni – og Mads Joensen, fyri at teir evnaðu at gera stabban undir minnisvarðanum. Eg hugsi, at Mil var fyristøðumaðurin fyri at høgga steinin, og tað eydnaðist ógvuliga væl. So teir skulu eisini eiga eina stóra tøkk fyri hetta her, sjálvt um Fridtjof eigur ta størstu tøkkina, tí hann hevur gjørt minnisvarðan sjálvan.

Annars er hendan samkoman nú komin at enda her, men eg haldi, at eg tori at siga vegna alt bygdarfólkið her við Gjógv, at øll eru vælkomin inn í hvørt hús her í bygdini, sum vera vil, tað er bert at fara á dyrnar.

Takk fyri!

Modellini

Tey eru frá vinstru: Bernhardina Klein (dóttir Fridjof, listamannin), Poulina Joensen, listakvinna - kona bygdarmann okkara, Jákup Bernhard Niðri í Geil - vanliga nevndur Bernhard Brim, og Jákup Andreasen, fyrrverandi skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Modellini frá vinstru: Bernhardina Klein, Poulina Joensen og Jákup Andreasen

Julius í Hoygarðinum í yvirfrakka og keppi - frammarlaga í myndini. Fleiri nøvn???

Fredrikka á Fløtti ??????? og Fía á Fløtti.  Fleiri nøvn??

 

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna