Nú í eini tvey ár hevur corona lagt fótonglar fyri okkum á allar hugsandi hættir. Eingin gudstænasta hevur verið í Gjónni, men nú sóttin er mestsum avhasað, kom aftur lív í Gjónna við sjálvum bispi, Jógvani Fríðrikssyni, á odda. Við kappróðrarbátinum "Nísuni" - mannaður við kvinnum - steig bispur á land á Seiðabergssteini. Tað mundi kennast sum ein lætti hjá bispi, tí útnyrðingur í Gjáarkjaftinum er ikki at spæla við. Sjálva gudstænastuna helt hann á Oynnfarakloyvini (Oyndarfjarðarkleivini), soleiðis sum siður hevur verið. Sofus Johannesen var deknur, og tónleikuri hevði rúmar ræsur:  Ari Hammer Olsen, ein tónleikarstjørna, spældi orgul, Eiðis Ljómfelag spældi undir leiðslu av Oddi Magnussyni og Vestmanna-/Vágakórið sang undir leiðslu av Rannvá Matras-Olsen.

Tað hevði oysregnað um náttina, men tað batnaði út á dagin. Útnyrðingur er ikki at líta á her norðuri á leiðini. Best sum sólin sær, so kann hann senda eitt grovt æl frá sær. Hendan seinnapartin skikkaði hann sær bara heilt væl og læt bert nakrar fáar dropar frá sær. Tað var fult av fólki til gudstænastuna, so hetta gjørdist ein góð og minnilig løta.

Jú, her var lív í. Kranabilurin hjá Hans Egil (av Eiði) - kanska landsin størsti - loraði orglið niður í Gjónna. Eg hugsaði við mær sjálvum: Broytingartíðir. Undir Krígnum keypti pápi eitt orgul í Onglandi. Tað kom upp á land í fjøruni, og farbróðir tók tað upp á nakkan og bar okkum tað niðan.

Fyrireikarar og luttakarar eiga tøkk uppiborna. Haldið fram við hesum góða tiltakinum.

 Nakrar myndir:

 

 

Kategori: Gjáartíðindi