Tað er nú ikki nøkur óvanlig sjón at síggja Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, og konuna, Sólrun, í Gjáar túni. Sólrun er nevnliga abbadóttir Sigurd í Hoygarðinum, og mamma hennara, Bergljót av Skarði, eigur Hoygarðshúsini saman við systur síni, Turið Sigurðardóttir. Sólrun og Lars eiga tveir gyllin í jørð í Sáttarenni og í tí sambandi plaga tey at vera á fjalli.

 

Kanska verður meira hávasták gjørt burtur úr hesum túrinum, tí hetta er fyrstu ferð, ið Løkke roynir seg sum flettara. At tann danski forsætisráðharrin er komin til Føroya at fletta, er í sjálvum sær ein sjáldsom søga. Í miðlunum - serliga teimum ítróttarligu - hoyra vit í heilum um hann ella hana, ið hevur skrivað søgu. Flettingin hjá Løkke hoyrir avgjørt upp í tann bólkin. At søgan so bleiv skrivað við Gjógv, ger hana ikki verri.

Saman við Sólrun og Løkke var eisini eitt danskt par - vinfólk teirra. Tey livdu mitt í verðini.

Tveir stak fittir og blíðir menn vóru eisini komnir líka av Flatlondum til Gjáar at ansa eftir Løkke. Hvat høvdu tey gomlu sagt?

Fyrrverandi rektarin í Hoydølum, Mads Winther - við ættargrein til Funnings - var komin norður at læra Løkke handverkið.

Sólrun er eitt grev og trívist væl í teirri gomlu føroysku mentanini.

Ein drekkamuður er altíð góður.

Kanst tú ikki eisini taka eina mynd av Løkke og mær?

Kemur hann aftur at ári, so skal bara ein lítil fínpussing til, at hann gerst sjálvbjargin.

Atten komma fem kilo.

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna