ain1Í einum av dagbløðunum stóð henda greinin nakað herfyri: Nýggj brúgv um Dalá. Henda yvirskriftin reisir enn einaferð spurningin: Hvussu eitur áin, ið rennur í gjøgnum bygdina? Hetta skuldi ikki verið nakar spurningur í sjálvum sær, men heilt so einfalt er tað nú ikki. Spyrt tú bygdarfólkið, kanst tú vænta tær 3 ymisk svar: Stórá, Stóra Á ella Dalá.  Um Stórá ella Stóru Á skulu vit koma aftur til, men lat okkum fyrst taka Dalá. Navnið Dalá er eisini komið á prent á ymsum kortum fyri nógvum árum síðani, og felags fyri tey bygdarfólk, ið siga (halda) ánna eita Dalá, er tað, at tey vísa á, at navnið er at síggja á ymsum kortum - og so má tað vera tað rætta navnið.  Sovorðin tyngd er í tí skrivaða orðinum. - Veruleikin er harafturímóti tann, at navnið Dalá - tað nakar veit - ongatíð hevur  verið brúkt millum manna, og sostatt ikki skuldi verið fest á blað sum heitið á ánni. Men skrivað er skrivað, og ringt er at rætta. -- Hatta var Dalá, og so er tað Stórá ella Stóra Á. Í dagligari talu siga vit bara - tí tað er so stutt, sjálvsagt og nóg greitt - at vit fara í Ánna ella eru í Ánni. Á sama hátt siga vit, at vit fara norð á Dal (Ambadal), eystur á Dal (Skúvadal) ella heim á Skarð (Gjáarskarð). Síladreingirnir "búðu" í Ánni, og teir veiddu eisini í teimum smáu áunum, har tær mest kendu vóru Garðará, Rættáin, Fríðagilsáin og Antaráin, og onkur avstingari varð gjørdur í Lítlu Garðará, Sornhúsánna, Lítlu Rættánna, Ánna á Stórheyggi, Støðuánna ella Seyðabólsánna. Lat okkum nú siga, at síladreingirnir t.d. fóru í Garðará, og lítið var at fáa. Tá kundi onkur taka  til: "Skulu vit ikki heldur fara í Stóru Á"!  Soleiðis málbóru teir seg  í 1950unum, hvørja ferð teir fóru úr teimum smáu áunum og í Stóru Á - ikki í Stórá ella í Ánna.  ain2
- Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis, at onkur væntar nakra niðurstøðu hiðani, hvussu Áin eitur. Í slíkum førum finst eingin niðurstøða. Her verður spurningurin bara lýstur og  víst verður á, at tað skrivaða orðið - við allari sínari makt - ikki altíð samsvarar við tann dagliga veruleikan. Øll gleðast vit um Ánna og til tann dagin, ið Lítlifløttur verður byrgdur, tí tað er besta tekin um, at nú kemur lív aftur í bygdina eftir ein langan og myrkan vetur.
Kategori: Gjáartíðindi