siglingVit hava havt eitt frálíkt summar (2009) við nógvum hita og nógvari sól. Sjógvurin hevur ligið sum ein sveiti, og urðarkyrra hevur mestsum verið dagliga. Eitt tilvildarligt prát við Hans á Skipinum førdi til ein lítlan túr vestur á Vestara Búgvabarm við skjóttgangandi báti hansara, ið nevnist "Sanna". Sum ikki einaferð fall prátið á Búgvan, bjørgini, røkur, urðar, flesjar - ja, alt, ið forfedrar okkara høvdu roynt fyri at lívbjarga sær og sínum. Allar ferðir teirra gomlu vóru veiðiferðir, og teir vitjaðu ikki hesi ymisku plássini uttan úrtøka var í væntu. Hans á Skipinum er framfúsin persónur, og tað tykist at vera stutt millum hug og verk. "Skulu vit ikki fara upp á land har og har? Báturin stingur bara einar 20-25 cm og er lættur at koma úr og í"!  Satt at siga gjørdist eg sera spentur - sá fyri mær hesar frálíku nærmyndirnar til staðanavnasavn mítt. Eg var tískil lættur at yvirtala, og so sótu vit (illa skøddir) uppi á Flesini á Vestara Búgvabarmi. Hetta var ein so góð kensla og ein so vøkur sjón, at vit avgjørdu at fara til lands at fáa okkum eta, skøða okkum betur og so royna onnur pláss. Eftir døgverða legði "Sanna"  aftur frá landi, og nú vóru smádreingirnir Jónas og Jónfinnur við - og Jógvan Sørin, ið kom at gerast eitt slags undirløgumaður. Uttan hansara hjálp og tol hevði ikki alt gingist so væl í hond. Allan fríggjadagin 07.08.09 vóru vit mest rundan um Búgvabarmarnar. Leygardagin 08.08.09 var Øssur við báti sínum "Fliðuni" saman við okkum, og tá tóku vit mestsum alt heiman fyri Rivtangan og heim á Funningsfjørð. "Fliðan" er heilt framúr væl egnað til slíkt "spæl". 
- Lat okkum so taka raðfylgjuna vestanífrá: vóru uppi á Vambarkletti, Hvalsryggi, Horninum á Hvalsryggi, Flesini á Vestara Búgvabarmi, Vestaru Búgvaurð, Ryggi, sigldu millum Búgvan og fastlandið Inni á Hálsi, vóru uppiá Inni við Hyl á Búgvanum, gingu gjøgnum Holið millum Heimara- og Vestara Búgvabarm, vóru uppi á Rivtanganum, á Nevinum, á Klettum, á Sátuni, á Steininum á Sátuni, á Stovuni - á Revatanga, sigldu í gjøgnum Holið á Revatanga, uppi á Kropna, inni á Botni í Múlagjógv og endaðu uppi á Føroyaklettinum. Hetta var ein sera minnisrík og gevandi ferð. Siglng fram við landiðTað kundi verið mangt og hvat at trivið í, men eitt er felags fyri øll hesi plássini: tey eru so nógvar ferðir størri og øðrvísi, enn tey síggja út frá sjónum. Økið uppi á Revatanga má fáa eina serstaka viðmerking, tí tað ber av øllum. Har eru nógvir sera vakrir hyljar - sum lagunur - í sera vøkrum umhvørvi, og tann størsti hylurin (4-5m í tvørmát og 6-7m djúpur) er ein sonn fragd fyri eygað.  Løgið, at einki hevur verið at hoyrt um henda sermerkta hylin. - Samanumtikið vóru túrarnir sannur fongur fyri staðanavnasavn mítt. Nú verða hesar frálíku myndirnar (við frágreiðingum) lagdar út sum nærmyndir til yvirlitsmyndirnar, og tað er hugaligt arbeiði. Takk fái Hans, Jógvan Sørin og Øssur fyri hesa einastandandi upplivingina.
Fleiri myndir :  myndasavn -  2009 - august
Kategori: Gjáartíðindi