Kropni 

Orðavavstur

Mangar søgur eru sagdar um (smá)dreingir, ið vóru óreinir at klúgva, men fylgi eg orðabókini, so vóru teir óreinir at klíva. Líka veit eg, men tó so mikið, at eg kann sláa fast, at mínir bygdardreingir dugdu bæði at klúgva í Gjónni og at klúgva eina fjøl, áðrenn teir nakrantíð høvdu hoyrt orðingina at klíva í Gjónni.

Bygdarfólkið er nú fáment, ungdómurin burtur – eingin at klúgva, men vónandi varðveitir framtíðin OKKARA merking av orðinum – at klúgva. Eg klúgvi ikki aftur í tvey um hasar orðingar, men fari nú heldur at festa tað á blað, ið eg ætlaði:

(Viðmerking: Teksturin er so mikið Gjáarsligur, at tað vera helst bert tey staðkendu, ið fáa heildina við).

 Smádreingir eru smádreingir

Smádreingir kunnu finna upp á mangt og hvat, sum betur var ógjørt. At klúgva var/er eitt, og tað skulu vit siga eitt sindur um eisini.

Kappingarhugurin – hetta, at vísa hvat eg dugi – mennist tíðliga og gerst skjótt rættiliga sjónligur hjá smádreingjum. Tá ið teir so mennast og gerast hálvvaksnir, hoyrir tað mestsum til, ja, tað liggur til høgra beinið at vísa, hvat teir duga. Tað kann (kundi) gerast upp á ymiskar mátar: t.d. at renna kapp, at renna dyst, at sparka, at rætta tong, at viga salt, at leypa um Ánna – og at klúgva.

Hetta, at leypa um Ánna, funnu vit javnaldrarnir einaferð uppá. Tað gekk fyri seg upp á tann mátan, at vit gingu heim við Ánni – nakað væl heim um Antaránna – til Áin var so smøl, at allir kláraðu at leypa tvørtur um hana uttan nakað roks, men so byrjaði kappingin.

Nú fluttu við okkum út við Ánni og lupu og lupu. Áin var breiðari og breiðari, longri út vit komu, so nú var tað ikki bara bara. So við og við tyntist leyparatalið. Onkur gavst, onkur endaði í Ánni og onkur fekk annan fótin á áarbakkan og endaði við afturpartinum fyri í Ánni.

Tann, sum kláraði tað longsta lopið, vann kappingina tann dagin og kundi reypa sær av tí, til vit tóku tað næsta tørnið har Heimi í Dal. Nakrar dagar fingu vit at ganga upp á handan mátan.

Ein dagin var ein javnaldri úr Klaksvík við okkum. Hann var ógvuliga fimur, men hann var ein av teimum, sum endaði í ánni. Tá læt í honum: ”Hevði eg verið í toyskóm, so hevði eg klárað tað.” Hesum flentu vit mangan at, tí vit høvdu ongantíð hoyrt um nakran, sum var í toyskóm, tí við Gjógv brúktu fólk løriftsskógvar.

 

Javnaldrar mínir

Ikki haldi eg, at vit – mínir javnaldrar og eg – kluvu nakað serliga illa. Onkrir túrar vóru inn við Sjónum, inn á Innasta Kneysa í Gjónni, upp ella niður í Skort, og Kranin, sum stóð á Gulakletti, fekk eisini onkra vitjan, men bara nakað upp (tað, ið eg minnist).

Vit vistu um onkran, ið kleiv av Innasta Kneysa og heilt inn í Gjónna, men ikki minnist eg nakran av mínum javnaldrum gera tað. Vit høvdu hoyrt um onkran, sum hevði nortið við heysin á Krananum, og heldur ikki her uppií minnist eg nakran av mínum javnaldrum. Onkran einstakan túr minnist eg í Eggini uppi á Barmi, men eg haldi ikki, at tað var so ofta. 

 

Nakrar stuttar frásagnir

 

Jógvan á Rætt:

IMG 2068 copy 

Jógvan á Rætt (1921 - 2017) - og kona hansara, Poula                               Hans á Rætt (1924 - 2006)

Vit kluvu illa sum smádreingir. Ja, vit kluvu alla staðni í Gjónni, har tað ikki sást. Á ovaru síðu tordu vit ikki at vísa okkum. Tað lá nokk eitt sindur í smádreingjunum at kappast, hvør ið tordi best. Eitt var at ganga upp á Kranan á Gulakletti, og tað kláraðu allir. Vit royndu at reisa okkum upp, men tað tordu vit ikki.

Hans okkara, (Hans Lærarin) var heilt øgiliga djarvur, og hann stóð á einum beini upp á toppinum á Krananum - tað veit eg ongan annan hava gjørt. Á toppinum var bara ein píkur at standa á. Kranin hevði trý bein. Tað eina beinið stóð beint upp og niður og hevði ein pík á endanum, meðan hini bæði høvdu hol í endunum - stóðu á skák - og so vóru tey smoygd niður yvir píkin.

Eitt var at ganga út í Funningsholið, men ikki haldi eg meg hava gjørt tað. Einaferð, Hans var har úti, datt hann á sjógvin, tá ið hann skuldi koma inn aftur. Ikki dugdi hann at svimja tá, so onkur rætti honum eina tráðu. - Jákup í Stólpa (1929 - 2000) og Jóhannes á Skipinum, f. 1930, vóru eisini herviligir at klúgva. Ofta vóru teir Norð á Dal (Ambadali), og sum eg havi forstaðið, so vóru teir heilt niðri ígjøgnum Norð á Sið - og bara til stuttleika.

nytt copy 

Kranin varð settur upp í 1903. Hann varð gjørdur í Innistovusmiðjuni í Mikladali av sverum jarnbreytarskinnara. 

 

Arni: Úr Tjørnudali og beint upp á Middagsfjall

Eg haldi, at tað má hava verið í seinnu helvt av 1950unum, at Hans Jacob (bispur), f. 1938,  og eg gingu úr Tjørnudalinum og beina kós niðan á toppin á Middagsfjalli. Vit høvdu torv Heimi á Leiti, og Hans Jacob og tey høvdu torv í Tjørnudalinum. Vit vóru nokkso ringir at klúgva – Hans Jacob og eg. Hendan dagin fóru vit mestsum av tilvild niðan á Klubban, og so funnu vit upp á hatta: at prøva um vit kláraðu at klúgva beint upp á Middagsfjall – einki við at fara til síðis. Eg minnist, hvussu ringt tað var – serliga tað eina pettið – so vit máttu hála og stumpa hvønn annan, men upp komu vit. 

 

Middagsfjall - í vesturskini

  

 Arni                                                                                               Hans Jacob

 

Sjúrður hjá Dinnufíu: Nónsgjógv - Krákan - Kristnafalsrøkur - Foldarskarð

Gráfelli 857 m - við Nónsgjógv

 

Sjúrður:

Ein sunnudag fóru Arni og eg ein spadsertúr heim eftir Veg. Tá gingu øll sunnudagsklødd, so vit vóru í svartaskóm. Vit endaðu so Heimi á Skarði, fóru síðani niðan eftir Bustini, gingu nokkso langt niðan og funnu so uppá at fara inn í  Gráfelli.

Har komu vit fyrst til Nónsgjógv, og vit gingu tvørtur um Nónsgjógv – tað gjørdu vit. So ætlaðu vit at fara upp í Ovaru Breiðurók – sum gongur inn av Foldarskarði – men so máttu vit upp um eina brúgv. Vit hugdu væl eftir og funnu útav, at har var ikki gongt, so vit vendu aftur.

Vit skuldu so aftur um Nónsgjógv, og har var okkurt, sum vit mestsum máttu leypa yvirum. Eg minnist tað, at tá mundi Arni dottið, tí vit máttu eisini krúpa, og ryggurin á Arna kom uppundir, men vit kláraðu tað so báðir og fóru so sama veg, sum vit høvdu gingið.

Tá ið vit komu aftur á Gráfelsrustina, hildu vit fram og fóru heilt upp á Krákuna. Har er gott at ganga, men so fóru vit haðani og beint niður í gjøgnum Kristnafalsrøkur. Vit vóru báðir djarvir og gingu so niður í Eiðisdal - so haðani á Foldarskarð og til hús. Hatta var søgan um ein sunnudagstúr hjá okkum báðum.

 

Jú, vit kluvu nokkso illa

Pætur í Stólpa

Pætur:

Arni og eg kluvu viðhvørt saman, og einaferð, tá ið vit kluvu uppi á Barmi, var Henry í Sámalsstovu, f. 1943, við, og hann hevði eitt fotografiapparat hjá sær. Arni stóð uppi á einum kneysa, og so rópar hann á Henry: «Tak nú eitt bílæt av mær!» Henry tók so eitt bílæt, og tá ið Arni kom innaftur, datt kneysin og fór í havið. Ta ferðina kundi tað verið verri vorðið.  Vit vóru ofta Uppi á Barmi - vit vóru hopleysir at klúgva.

Svav Inni við Sjónum

Eg fór altíð so tíðliga upp. So var tað ein morgunin – eingin var uppi – at eg fór ein túr Inn við Sjónum. Eg var so linur, at eg legði meg niður og sovnaði. Eg vaknaði aftur av tí, at Henry í Sámalsstovu kom eftir mær at biðja meg koma at lossa, so eg man hava verið umleið eini 12 ár tá.

Reyðfiskalínan

Henry og eg plagdu eisini at seta reyðfiskalínu Inni við Sjónum. Einaferð mundi enda galið. Vit skuldu niður úr Skort og høvdu gjørt okkum ein enda at styðja okkum við, men hvussu var og ikki, eg datt, endaði á grótinum og fekk nakað ilt, men tað bilti ikki.

Ein dagin var eg farin einsamallur at draga línuna, men í somu løtu kemur lossibáturin út úr Gjónni, og eg minnist enn, hvussu Stóri-Petur (1907 -1985)  og Mass (1909 - 1997) róptu og skeldaðu. Ta ferðina haldi eg, at eg fekk tríggjar reyðfiskar.

Á seiðabergi

Fyrr var tað mestsum púra vanligt, at menn og unglingar stóðu á seiðabergi Inni við Sjónum. Teir kundu ofta fáa nógvan seið, og tá var tað vanligt at draga seiðin upp í Skort – og soleiðis fáa hann upp á Nasan.

--------

Eftir hvonnum

Eg minnist bara eina ferð, at menn hava sigið eftir hvonnum í Gjónni, men í eldri tíðum var tað heilt vanligt. Ta ferðina, ið eg minnist, var Hans Jacob (bispur) í línuni. Hetta man hava verið í 1950unum, og eg minnist væl, at hann var í Gilinum ella í Tí Hála – uttan fyri Navnabøkkarnar. Í Stórutorvu var hann sjálvandi eisini. Hvannir vóru avhildnar, tá ið vit vóru smádreingir, og tað mundi næstan vera hvør smádrongur, ið tá átti hvanngarð, men vit kluvu ikki eftir hvonnum.

Stóratorva - Barnatorvan - Lítlatorva - Hellan undir Lítlutorvu

Pól Meinhard í Ólastovu datt oman

Pól Meinhard í Ólastovu (Poul Meinhardt Biskopstø (1912 - 1925) datt oman í Gjónni, uttan fyri Stórutorvu, tann 4. juli 1925 – 12 ára gamal, meðan hann kleiv eftir hvonnum. Pól Meinhard var, sum púra vanligt var tá, farin eftir hvonnum, og so nógv gongd hevði tá verið í Stórutorvu, at tað var ikki ein tann einasta hvonn eftir í sjálvari torvuni. Men í tí hála - ytst í torvuni - stóðu nakrar hvannir, og her var hann staddur, tá ið hann datt oman og doyði. Fyrst datt hann niður í Lítlutorvu og so haðani í Helluna undir Lítlutorvu og á sjógv. Ein kona sá hann fella, men hon helt tað vera ein kálv. Hon boðaði frá, og tveir menn fóru við báti og tóku hann upp.

Tríggir javnaldrar hjá Pól Meinhardi spældu í Gjónni hendan sama dagin. Teir hoyrdu klamsið frá honum, tá ið hann brast í helluna, men teir vistu ikki, hvat tað var, fyrr enn menninir komu rennandi oman í Gjónna. Menninir - og smádreingirnir - fóru út undir Eygað og kluvu eitt sindur upp - og tá sóu teir Pól Meinhard flóta í tí lítlu víkini undir Lítlutorvu. Smádreingirnir hjálptu monnunum at flota bát, og síðani rýmdu teir úr Gjónni. Stóratorva í Gjónni er full av hvonnum, og fyrr var tað púra vanligt, at smádreingir vóru í Stórutorvu eftir hvonnum, og niðurgongdin var í gjøgnum Slokuna. Men tá ið Pól Meinhard í Ólastovu datt oman, gav hetta øllum ein slíkan hvøkk, at tað bleiv mestsum hildið uppat at fara í torvuna eftir hvonnum í nógv ár. 

 Uppískoyti

Beiggi mín, Hans Jacob (1938 - 2007) og hansara javnaldrar vóru eisini óreinir at klúgva. Stundum fortaldi hann mær og vísti mær á støð, hvar ið hann saman við øðrum hevði verið, og enn kann eg ógvast um ørskapin.

Tvær ferðir minnist eg menn, komnar inn til okkara at forklaga Hans Jacob. Ta fyrru ferðina var tað Jákup í Stólpa (Gamli-Jákup) (1873 - 1956)– tiltikin bjargamaður, ið hevði sitið á Vogninum á Gjónni og hevði sæð Hans Jacob og aðrar klúgva so illa í Gjónni. Eg minnist ikki alt, ið hann segði, men tey seinastu orðini minnist eg væl: ”Teir skulu ikki ræða meg!»

 

Leivur  hjá Dalberg                                                                                  Hans Jacob (bróðir)

Ta seinnu ferðina var tað Sofus Debes (1896 - 1975). Leivur hjá Dalberg, f. 1938,  og Hans Jacob høvdu verið og hjálpt Sofusi at reka kenningarseyðin hjá sær norð aftur á Ambadal. Kenningarseyðurin bleiv tikin inn einaferð eftir nýggjár og sleptur út aftur í mai mánað, tá ið hann hevði lembt.

Sofus var røktingarmaður, og tá ið seyðurin var komin norð á Miðjuna, læt hann Leiv og Hans Jacob fara til hús, og sjálvur fór hann at røkta, meðan hann samstundis hevði eyguni eftir teimum báðum, sum søgdu seg fara á Múla á heimleiðini. Men hvat sker? Teir fara ikki á Múla, ikki á Skoragøtu, men á Niðaru Skoragøtu, sum fólk als ikki ganga – bara seyður.

Sjálvandi gerst Sofus bangin og fer aftan á teimum  - á Múla – og helst hevur hann sæð teir koma trygt at húsum, tí tá ið hann kemur blásandi inn til okkara, mestsum rópar hann: ”Eru hasir lúshundarnir afturkomnir?” – Soleiðis hevði hann ikki orðað seg, um hann ikki visti, at teir vóru afturkomnir. Mamma var so ill við Hans Jacob, at mær tókti mestsum synd í honum. 

------

Tá ið eg samlaði staðarnøvnini, sum annars síggjast her á heimasíðu mínari, var Pætur í Nýggjustovu, f. 1920,  eitt av mínum bestu heimildarfólkum. Eini 2 ella 3 nøvn havi eg ikki tikið við av ymiskum orsøkum, men nú ið eg havi skrivað nøkur orð um klúgving, kom eg at hugsa um eitt av nøvnunum, sum Pætur vísti mær, og sum er í familju við klúgving, men nærri tí at gera roysni. Tað er ikki tikið við í samlingini av trygdarávum. 

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir