Eldbjørn í Gamla Pakkhúsi (Eldbjørn Joensen, f. 1936) var fleiri ferðir og vitjaði Skraddaran í Danmark, og her hevur Eldbjørn nøkur minnir frá onkrum túrum:

     

 Hans Marius Debes (1888 - 1978)

Føðingardagur

Tá Skraddarin, sum vit nevndu hann, fylti 70, var eg til føðingardag hjá honum. Hann helt dagin heima við hús og kokkaðist sjálvur  Við honum vóru vit 6 fólk: Astrid Klein, Ólavur Bjørn, eg sjálvur og so Janus Øssursson og konan.  Janus og Skraddarin vóru vinir og kendust, frá hann sum ungur búði í Keypmannahavn. Janus var kendur  í Føroyingafelagnum og var við, tá tað føroyska flaggið varð teknað og tikið í brúk. Hugnalig løta, har Ólavur Bjørn og eg sótu og lýddu á, meðan tey eldru prátaðu.

Skraddarin fór út í køkin at gera  kaffi. Tað tók heldur langa tíð. Astrid fór nú út í køkin at hjálpa honum, og so fingu vit kaffi, gott kaffi við fløta. Astrid fortaldi mær dagin eftir, at tá hon kom út í køkin, sat hann  á einum stóli og svav. Hann hevði tær gávurnar, at hann kundi sita og sova eina løtu, og so var hann hvíldur. Hetta eru góðar gávur at hava, men kunna eisini vera hættisligar, um illa vil til.

Gassóhapp  

Jólaferian var byrjað. Eg fór til Keypmannahavnar og skuldi harfrá seint um kvøldið, so tað lá væl fyri at vitja Skraddaran. Tað var sera kalt tann dagin. Tá eg ringdi uppá hjá honum, var hann ikki heima. Tá eg fór av stað aftur, opnaði ein, sum búði í stovuhæddini vindeygað og segði, at Debes lá á Kommunuhospitalinum, sum er stutt harfrá. So eg til gongu oman til hospitalið. Tað var ein kaldur túrur. Har søgdu tey, at Debes var útskrivaður fyri løtu síðani. Vit vóru umfarnir. Tá eg  kom aftur til hansara, var hann inni og var við at fáa hita í húsið. Hann hevði 2 ovnar. Ein petroliumsovn og ein “kakkelovn.” Tá tað var blivið heitt inni, fortaldi hann, hvat var hent, og hvussu nær hann hevði verið deyðanum.

Hann skuldi baka jólakaku og hevði sett hana inn í ovnin. Okkurt var kiksað, tá hann skuldi tendra, so tað tendraði ikki. Hann hevði sett seg í stólin og var sovnaður. Húsini, hann búði í, vóru í trimum hæddum.  Maðurin, sum búði ovast, var komin til hús og hevði luktað gass. Hann breyt inn og fekk tilkallað hjálp. Á hospitalinum fingu tey lív í hann aftur, og hann hevði ongan skaða fingið. Tá hann var raskur, segði læknin, at hann kundi ikki skriva hann út uttan loyvi frá politinum, tí tað kundi vera sjálvmorð. Hesum fann Skraddarin seg ikki í. Hann skuldi baka kaku, og ein, sum ætlaði sjálvmorð, fór ikki at baka kaku. Málið bleiv kannað, og hann slapp heim, menn hann var keddur av at verða mistonktur fyri sjálvmorð.

Lívið var hann glaður fyri, og tá hann nógv ár seinni var viknaður, og sjónin var farin at bila, segði hann:  “Mann má takka  Gudi fyri hvønn dag, mann sleppur at liva.”   

            

Kommunuhospitalið

Á tjóðsavninum

Hvørja ferð, eg var í Keypmannahavn, var  eg inn á gólvinum hjá Skraddaranum. Hann var altíð blíður og glaður fyri at fáa vitjan. Tey árini, eg var í Grønlandi, var eg heima hvørt summar. Leiðin gekk um Keypmannahavn, og so var farið inn til hansara við tinganesti, sum var ein eskja við sigarum. Hann var ikki, sum tey gjáarfólk, eg var vaksin upp saman við. Hjá teimum ráddi tað um at drýggja og goyma. Nei, hann breyt upp beinan vegin og roykti sigar, meðan hann gjørdi kaffi. Mann føldi, at hann var glaður fyri vitjanina, og ofta hevði hann eina ætlan um at fara til okkurt. Tað kom fyri, at hann skuldi vísa mær okkurt, men tað var eisini fyri sjálvur at koma til hesi støðini. Vit vóru ta einu ferðina á Tjóðsavninum. Á tí føroysku deildini gekk hann sum húsvandur, flutti okkurt og risti ullina, sum lá við rokkin. Endin var, at ein vakt gav honum átalu.

Í stovuni hjá Skraddaranum hekk ein mynd av honum í føroyskum klæðum, einum grønlendara í hvítari anorak, Kristian 10. og Alexandrinu drotning. Myndin er tikin á einari framsýning úr Føroyum og Grønlandi á Tjóðsavninum. Helst einaferð í 1920unum. Kongur og drotningin komu á vitjan, og tá tey komu har, sum Skraddarin stóð við rokkin í føroyskum klæðum, fór hann at spinna, men tráðurin slitnaði. Tá segði kongur. “De er ikke vant til at spinde, Debes.” “Nej, ikke for majestæter,” svaraði Skraddarin. Skraddarin, sum jú var skemtingarsamur, gav sær nú heitið ”Kongelig hofspinder.” Veruleikin er tann, at hann ikki var nakar spinnari. Tað var jú mannfólkaarbeiði. Hjá  honum var tað nálin, serliga hekkling og so sjálvandi seyming.  

Skraddarin spinnur fyri Alexandrinu drotning

 Múlahúsini

Ta einu ferðina gekk leiðin út til “Frilandsmuseet” í  Keypmannahavn. Tað var eitt slag av útferð. Skraddarin hevði gjørt góðan matpakka og kaffi í varmafløsku, sum vit nutu uttan fyri Múlahúsini.  Í Múlahúsunum var hann væl kendur. Hann hevði  gist har, tá hann samlaði mynstur. Hann vísti, hvar hann hevði sovið. Her gekk væl við vaktini, og teir prátaðu saman.   

                                                                            

Múlahúsini

Jægerspris Slot

Árið eftir gekk leiðin út til Jægerspris Slot. Skraddarin var sera vitandi um og áhugaður í Grevinde Danner. Tað var upp á tal, at hann skuldi royna seg í tí  tá so populeru sendingini “Kvit eller dobbelt”, men tað kom ikki so langt.

Meðan vit gingu runt á slottinum, tosaði hann nógv um Grevinde Danner, og hvussu væl hon dugdi at fara við Fríðriki, sum var sera ójavnt sintur. Tann eina søgan var um ein dag, tey vóru á veg til Køge, og ilt kom í Fríðrik, og hon varð koyrd úr vogninum. Tá hon hevði gingið eina løtu, varð hon tikin upp í ein annan vogn. Tá segði hon: “ Jeg trængte sådan til frisk luft.”

Við slottið stendur eitt stórt eikitræ. Bonkur er runt um tað, og har nutu vit matpakkan tann dagin. Eg helt, at hetta var elsta eikin í Danmark, men so er ikki. Tann elsta eikin er ein skirvislig eik úti í skógini við Jægerspris.   

                                                                                                                                                                

Jægerspris slott

Vestre Kirkegård

Seinastu ferð eg var í Keypmannahavn, meðan Skraddarin livdi, gekk leiðin út á Vestre Kirkegård. Hann vísti mær tann føroyska partin. Vit hugdu at gravunum og lósu nøvnini á gravsteinunum. Nú segði hann, at hann hevði fingið gravstað har. Hann vildi ikki verða grivin í tí nýggja partinum av kirkjugarðinum, tí har var so vátt. Síðani fóru vit inn eitt stað at keypa ein drekkamunn. Hann segði, at tað var lagt soleiðis til rættis, at tey, sum fóru at fylgja honum, skuldu fáa ein drekkamunn har. Presturin, Peter Petersen skuldi syrgja fyri hesum, og hann skuldi eisini finna ein stein í Taravíkini við Gjógv at seta á grøvina. (Niðanfyri er mynd av gravsteininum í Vestre Kirkegård).

Hans Marius Debes, við Gjógv, f. 05.12.1888 - d. 18.03 1978

(Takk Eldbjørn! Fínar "søgur".)

                             

Kategori: Frásagnir