Stóristeinur á Gulakletti hevur áður verið umrøddur her á síðuni, men ein av teimum góðu lutunum við internetinum er, at tað altíð ber til at leggja okkurt aftrat ella at taka okkurt burturúr. Av og á plagi eg at tosa við Ejolv á Skipinum (Ejolv Djurhuus, f. 1936), sum nú býr í Kirkjubø. Hann hevur gott minni, og hevur sitið væl undir, tá ið tey gomlu søgdu frá, og tað mátti eg eisini sanna hendan dagin, hann kom við nýggjari frásøgn um Stórastein á Gulakletti.

Áðrenn Ejolvur sleppur framat, endurtaka við tað, ið altíð hevur verið sagt um Stórastein á Gulaklett ella Steinin á Gulakletti, sum hann eisini verður kallaður.  Stóristeinur skuldi liggja á Slættanum innan fyri Høgan, og at hann skuldi bróta upp hagar, ið hann nú liggur, í einum ógvusligum brimi. Teir eldru, ið vita, hvussu her leikar í, tá ið brimið er av tí mesta, siga, at søgnin saktans kann vera trúlig, og teir siga eisini, at helst er Stóristeinur fyrst blakaður av botninum og upp á Slættan, men tað yngra ættarliðið ivast í, um nátúrkreftirnar eru so sterkar. -- Men, men, 31. januar 2008 var uppgangur í brimi, og tað var so mikið ógvusligt, at tað bóltaði Stórastein á liðina - eitt bólt (sig so tað).

IMG 5017b

Ejolvur og Sigrið

Ejolvur hevur orðið:

"Sum ellivu ella tólv ára gamal drongur var eg í Klaksvík. Tú veitst, at eina tíðina, tá ið gjáarmenn róðu út, tá keypti Piddi í Fuglafirði ikki fisk, so teir máttu sigla fiskin til Klaksvíkar. Ein dagin slapp eg við teimum til Klaksvíkar. Eg gekk so har á keiini og hugdi, og tann maðurin, sum vigaði fiskin og skrivaði vektina upp, sigur tá við meg, at tað má vera stuttligt hjá einum smádrongi at vera komin ein túr frá Gjógv og til Klaksvíkar.

Maðurin var sonur Óla á Skipinum, og hann fortelur so fyri mær, at hann var stórur smádrongur, tá ið hann flutti frá Gjógv. Ikki minnist eg navnið á manninum, men eg minnist væl  til eitt, ið hann fortaldi mær. ( Maðurin var Agga á Skipinum (Augstinus Sivertsen, f. 1899))

Hann segði, at tað var eitt kvøldið, antin var tað í 1926 ella í 1927,  at hann var farin  út á Nasa – út undir Støðuna – at loysa sær buksurnar.  Tað var eitt lítið kavafølv á Nasanum, og meðan hann situr har, kemur eitt óløgi, og hann segði tað, at hann bleiv so bangin, at hann skunda sær burtur. Tá ið tað hasaði av, og hann fór at hyggja eftir, sá hann á kavanum, at óløgið hevði verið bara einar tveir favnar frá har, ið hann hevði sitið.

Og nú kemur tað, ið eg ætlaði at fortelja tær: Maðurin sigur so, at tað var í tí briminum, at Steinurin á Gulakletti kom at liggja, har hann nú liggur. Mamma (Elspa á Skipinum, f. Matras, 1899) og Luffa í Nýggjustovu, f. Oluffa Joensen, 1894) snakkaðu einaferð um, at tær mintust Steinin liggja niðri á Fláanum."

 

Kategori: Frásagnir