Í Havn (Undir Heygnum 5) í februar 2020

Veitst tú hvat?  Vit vóru 10 børn fødd við Gjógv 1940, og eg skal nevna tey her: Sjúrður hjá Dinnufíu, Ólavur hjá Dalberg, Jørleif hjá Símuni í Sámalsstovu, Hanni (Pól Jóhannes) í Gortru, Hans Jacob hjá Oliveri, Kristian í Gamla Pakkhúsi, Gertrud hjá Eliesari hjá Siggu, Dagmar á Teigunum, Kristianna hjá Berlinu í Blásastovu og eg, Magnhild í Ólastovu. Hans Jacob hjá Oliveri, Ólavur hjá Dalberg og Kristianna í Blásastovu eru ikki á lívi. Hini 7 verða øll 80 ár í ár, um tey hava lív og heilsuna. Hvat heldur tú? Nú er einki barn í bygdini. Eg orki ikki at hugsa um tað. 

Nú ein dagin gjørdi eg mær eitt legg til Havnar at fáa eitt prát við Magnhild, f. Debes, 1940, og saman við einum góðum kaffimunni stóð bandupptakarin frá. Magnhild hevur gott minni, og talugávunum feilar einki, og her fáa vit eitt sindur av prátinum á skíggjan:  

Foreldur míni vóru bæði frá Gjógv. Pápi, Thomas Debes, var slektaður úr Heiðriksstovu, og mamma, Frida f. Biskopstø, var úr Ólastovu. Vit vóru fimm systkin: Poul Hans Jacob, f. 1938, Magnhild, f. 1940, Halljóna, f. 1943, Fríðgerð, f. 1947 og Pætur. f. 1948. Halljóna doyði í 2019. Vit kallaðu hana bara Halla. Eg minnist bara alt gott frá Gjógv. Tað er merkiligt, men eg minnist væl, tá ið Halla, systir, var fødd í 1943, sjálvt um eg bara var trý ára gomul. Mamma lá í songini við henni, og gumma í Heiðriksstovu, Petrina, passaði mammu. Petrina giftist til Skopunar og fekk ein son, ið eitur Mannbjørn. Eg minnist gummu einaferð fara við øskuni oman í køstin, ið var niðan fyri hoyggjhúsið hjá okkum, og tá koma tríggir soldátar gangandi niðan eftir Túni. Hetta var undir Krígnum, og teir gingu allir við byrsu. Teir fóru at snakka við gummu, og hon bjóðaði teimum inn til kaffi. Eg minnist enn, hvussu stórir teir vóru, tá ið teir fóru inn í stovuna, og gumma gav teimum kaffi. Ein soldátur kom so og tók meg upp og setti meg á knæið á sær og segði okkurt við meg, sum eg sjálvandi ikki skilti. So reisti hann seg upp og fór yvir í ryggsekkin hjá sær og tók fleiri sjokulátaplátur upp og gav okkum, og gumma fekk eisini sigarettir, og henni dámdi væl at roykja, so tað kom væl við. - Nú vit tosa um Kríggið, so minnist eg eisini tann dagin, ið Kríggið var liðugt, at vit dansaðu á Brúnni og runnu av Niðaru Brúgv og heim á Heimaru Brúgv, meðan vit hildu í hondina á hvørjum øðrum og róptu: "Kríggið er liðugt! Kríggið er liðugt!" Øll vóru so glað og mussaðu hvønn annan, og nú var ikki neyðugt at myrkaleggja um kvøldarnar.

Og so var tað eisini hetta sama summarið. Eg minnist akkurát, hvørjum eg var í - í einum bláum frakka - og eg hevði hentað maðkar og koyrt teir í eitt hol á trappuni á Grótheyggi. So legði eg meg á búkin og át maðkarnar, og eg minnist væl, hvussu teir gliðu niður í búkin. Mamma sá, hvat ið eg hevði gjørt. Og tú - eg bleiv so sjúk við nógvum fepri og breyt út um allan kroppin - eg hevði fingið blóðforgift. Eg bleiv løgd í eina song í tí heimaru stovuni, og ein dagin kemur Navna, abbasystir, inn í stovuna. Vit øll kallaðu hana bara Navna - eg veit ikki hví - men hon æt Marin. Ein dagin hevði hon hentað summardáir og sóljur og gjørt eina bukett, sum hon setti á stólin framman fyri songina hjá mær. Eg minnist eisini, at Malla á Tarafløtti kom inn og gav mær einar vøttir - einar so grúuliga fittar myrkabrúnar vøttir. Boð blivu send eftir doktaranum, og so kom doktar Rasmussen, av Eiði, og hann sendi meg til Klaksvíkar á sjúkrahús. Doktarabáturin kom inn í Gjónna. Pápi var ikki heima, so abbi ballaði meg inn í eitt teppi, og hann kom eisini við mær til Klaksvíkar. Ikki minnist eg, hvat ið bleiv gjørt við meg. Eg mundi liggja har í ein mánað ella har á leið, og eg fylti fýra ár á sjúkrahúsinum.Tað einasta, ið eg minnist úr Klaksvík er tað, at abbi hevði keypt mær eina dukku, og eg hevði mist hana inn undir songina og slapp ikki upp eftir henni, tí eg lá í einari tremmusong. Tá kom ein sjúkrapleyirska, sum æt Stina, inn og fór inn undir songina og gav mær dukkuna. Eg síggi Stinu fyri mær enn. Abbi var alla tíðina í Klaksvík, og hann búði hjá Hans Eriki Olsen, ið var systkinabarn abba. Hvussu álvarsom støðan var hjá mær, tað veit eg ikki, men eg bleiv frísk. Mamma helt altíð, at tað var so undarligt, at eg skuldi minnast so væl, og at tað passaði alt, sum eg segði. 

  

Oddvør og Magnhild (2005)

Oddvør hjá Sofusi og eg vóru altíð saman. Vit búðu tætt hjá hvørji aðrari, og tá ið vit fóru í skúla, kom hon hvønn tann einasta morgun heim til okkara, og so fylgdust vit oman í skúlan. Oddvør var eitt ár eldri enn eg, men eg begynti meir ella minni at ganga í skúla, tá ið eg var seks ára gomul. Tá kundu yngri børn sleppa við onkrum eldri í skúla. Eg slapp við beiggja, ið var tvey ár eldri enn eg. Tá ið eg fór í skúla, var Erling Mortensen, av Tvøroyri, lærari, men hann fór frá Gjógv í 1950, og eftir hann bleiv Poul Eide, ið vaks upp í Funningi, vikarur, til Hans Kristiansen kom í 1951. Mær dámdi væl at ganga í skúla, og eg minnist, at Poul Eide lærdi okkum kvæðir, og so plagdu vit at dansa í gongini. Poul Eide búði í Funningi hjá abbasystur míni, Malenu, gift við Jóan Petur Petersen, í  Funningi, og soleiðis kom eg at kenna Poul Eide frá tí, eg var blaðung. Petur, vanliga kallaður Pibbi, búði eisini har. Tey høvdu orgul á loftinum, og Pibbi dugdi so óalmindiliga væl at syngja. Herdis hjá Oliveri og eg spældu so grúuliga nógv við pappírsdukkur, og tað mesta gekk fyri seg inni hjá Navnu (Marini í Heiðriksstovu). Har sluppu vit at gera akkurát tað, sum vit vildu. So var tað ein dagin, at vit fóru heim til Funnings at vitja abbasystur, og Herdis hevði allar pappírsdukkurnar í einum kufferti. Tað var nakað av vindi, og tá ið vit koma heim á Skarð, nú missir Herdis kuffertið, og allar pappírsdukkurnar fóru fúkandi út í gjøgnum Dalin, og Herdis fór at gráta. Vit royndu at renna eftir teimum, men tað nyttaði einki. Eina serliga hending minnist eg í skúlanum. Tað var tann dagin, ið "skypumpan" (ein meldurhvirla) rakti bygdina sunnan fyri Ánna. Úr skúlanum sást beint yvir á hjallarnar Niðri í Geil, og nú kemur hendan ræðuliga hvirlan og tekur hjallin hjá Súsonnu í heilum líki - beint upp í luftina - og so datt alt niður aftur í knúsi. Tað var ein løgin sjón, og "skypumpan" gjørdi eisini fleiri aðrar skaðar hinumegin Ánna. (Niðast á hesari síðuni sæst, hvat "Dimmalætting" og "Sosialurin" skriva um "skypumpuna", ið var 20.02.1952)

Hugnaløta heiman vegg í Ólastovu

Einaferð minnist eg, at funningsfólk spældu komediu í tí húsinum, sum Petur Julius hevði handil í. Sjónleikurin æt "Hjá Dalabóndum", og Rasmus Effersøe hevði umsett og umskrivað hann úr donskum. Vit kallaðu leikin "Nykurin", og teir spældu tvær ferðir tann dagin. Hetta var í 1947. Funnings kirkja fylti 100 ár tað árið, og pengarnir, ið komu inn, fóru allir til at fáa nýtt orgul í kirkjuna. Seinni havi eg fingið at vita, at tað vóru hesi, ið spældu: Niels Dahl var Nykurin, og aðrir vóru Poul Eide, Jóhannes undir Reyni, Gunnar hjá Guðruni, Jógvan Sofus á Mikkjalsbø, og konufólkini vóru Edith undir Reyni, Elin hjá Rasminu og Mona (út Nólsoy). Í pausuni, sum var í millum báðar sýningarnar, kom Hans Berg Juul, sum helst var innkrevjari, oman til okkara. Eg minnist tað so væl av tí, at hann tók eina tasku og stoytti pengarnar, sum tey høvdu fingið í billettum, á køksborðið. Eg hevði aldri sæð so nógvar eitt-krónur fyrr, og er tað kanska tí, at eg minnist tað so væl. Eg minnist eisini eina aðra komediu, sum bleiv spæld úti á Gjónni, har Dánjal Klein hevði handil.  Tann komedian æt "Best man vera sum er". Rasmus Effersøe hevur skrivað hana, og hon var nógv avhildin. Har spældu Henny á Tarafløtti, Petrina í Heiðriksstovu, Pól Jóhannes í Horni, Jens hjá Dalberg og -- . Eg minnist, at Henny sang sangin "Mangar kvinnur í huganum stirdar", meðan hon sat við stokkum og bant. Petrina æt Maggu-Sigga í komediuni. Nakað eftir hetta hevði Petrina bundið mær eina so fína troyggju, sum var myrkablá, reyð og grøn. Eg fór so eystur til læraran at spæla við Jónhild, og tá spyr Edith (kona læraran, Erling Mortensen)  meg, hvør ið hevði bundið mær hasa fínu troyggjuna, og eg svaraði, at Maggu-Sigga hevði bundið hana. Eg síggi Edith enn fyri mær, hvussu hon flenti. 

Annars spældu vit nógv úti sum børn - um alla bygdina, í Barmsbrekkugili og fjøruni.  Oddvør, Gerda, Dagmar, Herdis, Ingrid í Bíggjarlagnum, eg og aðrar gentur spældu ofta við leikur. Vit gjørdu okkum smá hús av pappeskjum, og so settu vit leikuni upp og býttu um. Hetta gekk fyri tað mesta fyri seg  niðri á Sandinum, og vit plagdu eisini viðhvørt at hoppa stein av steini í fjøruni. Elspa á Skipinum var altíð so góð við meg og vildi hava meg at ganga niðan til sín. Hon átti eina so óalmindiliga fínu blomstruta kannu, og ein dagin, eg komi niðan, liggur kannan brotin uttanfyri. Tá eg spurdi, um eg kundi fáa kannuna, svaraði hon, at hon hevði lagt hana har til mín. Blikk høvdu vit eisini, eld og stearinljós, og so gjørdu vit mat og kókaðu brústsukur. Vit kastaðu eisini kráku. Eg minnist einaferð, at Oddvør og eg kastaðu kráku úti á Nasa, Hvar ið mín kráka fór, minnist eg ikki, men Oddvørsa kráka setti seg á eitt stykki hjá Nela, og tey blivu seinni gift, so? Tað minnist eg væl. Eisini loftaðu vit nógv og spældu hondbólt og rundbólt undir Ólastovu.  Vit spældu eisini saman við dreingjunum - sum t.d. at sláa pinn og bera upp skipanøvn, og so dansaðu vit eisini á Brúnni. Vit lærdu sangir og kvæðir í skúlanum hjá Poul Eide og eisini hjá Hans. Poul Eide, Hans Edvard (Gubbi) og ikki at gloyma Maria í Fornanum dansaðu ofta við okkum á Brúnni og eisini Heimi á Rættini. Eg var eitt sindur errin, tí Maria í Fornanum rópti onkuntíð á meg: "Magnhild, kom tú her, tí tú dugir so væl at kvøða!"  Dreingirnir høvdu síni spøl og vóru nógv í Ánni og í fjøruni, og so kluvu teir eisini so illa í Gjónni, og teir sparkaðu ofta Eysturi á Fløtum. 

Magnhild, Gerda, Martin og Sæbjørn (2009)

Hans Jacob hjá Oliveri, Gerda, Oddvør og eg vóru ein dagin farin niðan á Barm. Vit vóru smábørn, men hvør, ið fann upp á tað, veit eg ikki, men vit snakkaðu um Skoragøtu, og so funnu vit uppá at fara á Skoragøtu, men tað skuldu vit ikki havt gjørt. Summastaðni var so skurslut, og tú sást beint niður í havið. Tvørturum komu vit. Ikki veit egi, hvussu hini høvdu tað, men eg fái ilt í búkin, hvørja ferð eg hugsi um tað. 

Tað var nú ikki bara spæl tað heila. Vit høvdu eisini okkara pliktir við hús. Vit hjálptu altíð til við tí húsliga og fóru ikki út leygardag, fyrr enn alt húsið var gjørt reint. Halla og eg vaskaðu, og vit skiftust um - onnur á loftinum og onnur niðriundir. Tuflurnar skuldu eisini vaskast og skúrast, og tað bleiv gjørt niðri í Ánni. Beiggi (Poul Hans Jacob) vaskaði ikki, men hann hevði sínar pliktir. Fríðgerð tók so um endan, tá ið hon vaks til, og Pætur er níggju ár yngri enn eg, so hann veit eg minni um, men hann hevur altíð verið so húsligur, so hann hjálpti mammu so væl. Eg mjólkaði eisini kúnni, og eg var níggju ára gomul, tá ið eg lærdi meg at mjólka. Tað var hildið at vera konufólkaarbeiði. Eg veit bara um ein mann, sum mjólkað við Gjógv, og tað var Anton á Klá. At ganga á fjall var mannfólkaarbeiði. Tað vóru ikki nógvar  gentur, ið gingu á fjall, tá ið eg var komin í konfirmeringsaldur, men eg minnist, at Oddvør, Hannelina og eg plagdu at vera á fjalli Fyri oman Rætt. Vit skuldu vera hjá Sofusi, og hann var altíð Uppi á Barmi. Maria í Fornanum og Dea á Rætt gingu eisini á fjall. Eg fór frá Gjógv 14 ára gomul, so eg veit ikki, hvussu tað var eftir tað, men eg havi hoyrt, at Súsanna í Jógvansstovu fór at ganga á fjall seinni. Eg minnist onga konu, sum gekk á fjall. Gumma, Petrina, var ikki sum hinar genturnar. Hon gekk í buksum og súkklaði við sigarett í munninum, men á fjalli minnist eg hana ikki hava verið. Vit gentur vóru lítið í báti, men Oddvør, Hannelina og eg sluppu onkran túr at dyrgja við "Billu" við abba - og tað var altíð á Buginum. "Billa" var eitt fýramannafar, ið tey hjá Sofusi áttu. Ein túr vestur á Møl (Eiðismøl) gloymi eg ikki. Pápi skuldi fara til skips, og Pætur í Nýggjustovu og Pól Jóhannes í Horni skuldu føra hann vestur á Møl við "Royndini Fríðu" - bátinum hjá okkum - og beiggi (Pól Hans Jacob) og eg sluppu við. Tað var allar fínasta veður og so púra kyrt - stoytt við klettin. Tá ið vit skuldu aftur til Gjáar, sigldu teir inn fyri Látur - vestan fyri Búgvan - at sláa kóp. Har vóru fleiri kópar, og teir fingu ein. Beiggi og eg hildu tað vera so spennandi, og hetta má hava tikið sína tíð, tí tá ið vit komu aftur, hevði mamma verið so grúuliga bangin. - Torv skóru vit Eysturi á Fossi, tí har var so grúuliga gott torv. Ein morgunin vildi abbi hava meg við, men eg tímdi so illa og man eisini hava grenjað nakað illa, tí abbi lovaði mær at ganga einsamalla til hús. Beiggi var farin í fyrsta klassa, tí var hann ikki við, so eg var bara 5 ár tá. Abbi hjálpti mær heim um Gjónna, og eg fór so til gongu, og tá ið eg kom oman til neytaliðið, møtti eg mammu og beiggja. "Hevur abbi tín lovað tær einsamallari til hús?" var tað fyrsta mamma segði. Tað helt hon lítið um.  Mamma hevði bíðað, til beiggi kom úr skúla, og hon hevði døgurða við. Hon hevði kókað lomviga til døgurða, og vit settu okkum í millum nakrar steinar at eta, og so bað mamma meg vera hjá Navnu, til tey komu aftur.

Í 1946 reiv flagtakið hjá okkum í Ólastovu. Eg minnist so væl tann dagin. Tað var nógvur vindur, og mamma tendraði primussin (hurraran), fyri at vit ikki skuldu hoyra tann nógva vindin. Meðan hon sat og fortaldi mær og beiggja eina søgu, hoyrdist eitt ordiligt brak, og mamma leyp upp og bað meg og beiggja ikki koma við. Hon reyk upp á loftið, men vit aktaðu ikki og fóru aftan á henni, og tá ið vit komu upp á loftið, sóu vit upp í tann ljósa, klára himmalin. Tann heimara helvtin av tí ovaru síðuni á takinum var rivin av. Pápi var ikki heima, men skjótt kom maður av húsi at pjøssa takið aftur, og eg minnist, at Anton á Klá var ein av teimum. Seinni bleiv alt flagið tikið av, og vit fingu okkumm asbesttak.

Øll, sum vóru við Gjógv tann 21. apríl í 1954, minnast akkurát, hvar tey vóru tann dagin, tá ið tann syndarliga vanlukkan hendi í Gjónni, tá ið Georg í Sámalsstovu doyði, bara 5 ára gamal. Mamma, pápi, beiggi (Pól Hans Jacob), Fríðgerð og eg vóru øll saman og settu niður eplir Eysturi á Fløtum tann dagin. Georg og Pætur, beiggi, vóru javnaldrar, og teir spældu altíð saman. Hendan sama dagin var Georg inni hjá okkum og spældi við Pætur. So var tað tað, at vit skuldu fara at seta niður eplir, og mamma vildi hava Pætur at koma við, men hann var eitt sindur trekur at koma. Mamma sigur so, at Georg kann gott koma við, men hann tímdi heldur ikki. Mamma tordi ikki at lata Pætur verða eftir, so hann noyddist at koma við okkum og var sostatt ikki saman við Georg, tá ið ólukkan hendi.

  

Systrarnar Halljóna, Fríðgerð og Magnhild (2005)                 Magnhild, Marna hjá Oliveri og Jacobina í Stólpa (2006)

Tað var nógvur ungdómur í bygdini, tá ið eg vaks til, og so høvdu vit eisini ungmannafelag, ið kallaðist "Norðstjørnan", og tey ungu samlaðust í dansistovuni hvørt sunnukvøld. Eg var ellivu ár, tá ið dansistovan kom í 1951, so eg slapp ikki orduliga upp í part fyrr enn eg bleiv eitt sindur eldri. Í 1952 var eitt kurvaball, men tá slapp eg ikki við, tí eg var for ung. Kurvaball var ein veitsla, har konufólkini høvdu mat við - mest smurt breyð við føroyskum viðskera. Maturin varð koyrdur í flott pyntaðar kurvar, og so blivu hesar kurvarnar seldar á uppboði. Mannfólkini bjóðaðu so upp á kurvarnar, og tann, ið hevði fingið eina kurv, bleiv so borðharri hjá teirri damuni, ið latið hevði kurvina. Tað fekst einki at vita um, hvør ið hevði latið hesar kurvarnar, fyrr enn allar vóru seldar, og tí var tað so stuttligt, tá ið nøvnini blivu rópt upp. Eg minnist, at gumma (Petrina) hevði gjørt sær eitt so grúuliga fínt hús við vindeygum, gardinum og hurðum av eini pappeskju, sum var pyntað við reyðum, bláum og hvítum krepp-pappíri - teimum føroysku litunum.  Beiggi, Poul Hans Jacob, slapp við til tað kurvaballið í 1952, tí hann hevði fylt 14 ár, og hann hevði ta ferðina keypt kurvina hjá Mariu hjá Klæmint Juul, so tey bæði sótu saman og ótu úr kurvini. Seinni slapp eg so við á kurvaball, og tá vóru Sæbjørn og eg farin at ganga saman, men tað løgna hendi, at hann keypti ta kurvina, ið eg hevði gjørt. Tað var púra tilvildarligt, men tað dámdi mær sjálvandi væl. - Maria í Fornanum var altíð so ófør at finna uppá í Ungmannafelagnum. Hon las søgur og skipaði fyri kvøðing og sangi, og tíl jólatræið sang hon eisini á týskum. Og so var tað eingilskdansurin. Theodor spældi upp á harmoniku, og hann dugdi so væl at spæla, og fleiri dugdu væl at dansa. Øll dansaðu, og fleiri dugdu heilt væl. Eg minnist systkini Hákun og Masu (Thomasiu) hjá Dalberg - tey dugdu so sera væl at dansa. Og so vóru tað eisini aðrir: Jason á Teigunum, beiggjarnir Hanni (Dánjal Jóhan) og Hans Jacob hjá Onnu Malenu og Petur Jacob hjá Lisabeth. Teir bestu kvøðararnir vóru nokk teir hjá Dalberg: Jens, Hákun og Leivur, og Leivur er líka raskur enn - og so Maria í Fornanum. Petur Jacob hjá Lisabeth og Hans Jacob hjá Onnu Malenu dugdu eisini væl. Tað kostaði 10 oyru at sleppa í eingilskdans, men tá ið klokkan var 10, tá blivu vit yngru koyrd út, og so stóðu vit uttanfyri og hugdu inn í gjøgnum vindeyguni. Benadikt var duravørður, og so plagdi hann at siga so spakuliga: "Komið tit bara inn og setið tykkum still onkustaðni!" 

Eg bleiv konfirmerað í Oyndarfirði, tí Brimnes, prestur á Eiði, var burtur, og vit vóru trý frá Gjógv: Dagmar á Teigunum, Kristian í Gamla Pakkhúsi og eg. Stóri-Petur førdi okkum til Oyndarfirðar við "Lítla-Hvíta" (5-mannafar). Eg búði í Víkunum, hjá Henriettu, sum var systkinabarn abba, Jákup Paula. Ein danskur prestur, ið æt Haremst, skuldi konfirmera okkum. Hann var prestur í Fuglafirði, og nei, sum hann var strangur. Vóru vit eitt sindur ófriðarlig, so var tað:"Op at stå!" Ja, tað var í heilum: "Op at stå!" Vit gingu at lesa í tvær vikur, og leygardagin fyri, sum eg skuldi konfirmerast sunnudag, førdi Stóri-Petur okkum trý aftur til Oyndarfirðar. Mamma kundi ikki koma við mær, tí tað gingu meslingar, men hví kundi eg so fara? Eg skilti tað ongantíð, og eg skilji tað ikki enn. Tað var heldur eingin við Dagmar og Kristiani - vit vóru einsamøll.

   

  Frida og Malla á Tarafløtti                                                               Fía á Fløtti, Frida og Malla

Gjáarfólk hava altíð verið góð við kirkjuna  - kirkjan var alt - og vit vóru í kirkju hvønn sunnudag, men álíkavæl bleiv lestur lisin heima við hús, tá ið abbi var so mikið gamal, at hann ikki orkaði í kirkju. Pápi las, tá ið hann var heima - annars las mamma.  Tað vóru føst fólk, ið vaskaðu kirkjuna, men vit gentur hjálptu til viðhvørt. Fyri páskir fóru vit altíð at pussa ljósakrúnurnar. Jógvan á Fløtti kom við einum dupultum stiga, og hann plagdi at taka ljósakrúnurnar niður og skrúva tær sundur. So løgdu vit stykkini á bonkirnar við ávísum undir og ansaðu væl eftir, at stykkini ikki komu í bland. Stakarnar, sum hanga fram við síðunum, pussaðu vit eisini. Vit vóru fleiri gentur: Oddvør, Hannelina, Gerda,  Jacobina og Elin í Stólpa, Anna í Bíggjarlagnum og onkur onnur eisini, sum eg ikki minnist beint nú. Har vóru eingir dreingir, men tá ið kimast skuldi, tá vóru tað bara dreingir.

Tá ið eg var konfirmerað, fór eg til Havnar at tæna, hjá einari konu, sum æt Ida Nielsen. Hon arbeiddi á Telefonstøðini. Men so doyði Navna (Marin), í 1955, og tá fór eg norður aftur og var har eina tíð og hjálpti mammu. Síðani fór eg ein túr til Skopunar at vitja gummu (Petrinu), og tá bleiv eg biðin um at koma at tæna í einum húsum har í bygdini, og tað var hjá fastir Sæbjørn -  manninum, ið eg seinni giftist við. Har var eg í fýra ár. Í 1958 fór eg niður til Danmarkar at vera stovugenta á einum hotelli, ið kallast Ansgar, og har var eg í eitt ár. Vit vóru átta føroyskar gentur har, og tað var ein deilig tíð. 

   

                Magnhild og Sæbjør (2005)                                                 Ólastovuhugni (2008)

Tá ið eg kom heim aftur í 1959, giftist eg við Sæbjørn Jacobsen, úr Skopun. Vit fingu fýra børn saman: Jórun, f. 1960, Tórfríða, f. 1961, Marjun, f. 1965 og Siri, f. 1974. Marjun doyði av sjúku 1997, 32 ára gomul, og Sæbjørn doyð í 2014.  Vit høvdu bygt okkum nýggj hús í Skopun og hildu brúdleyp í egnum húsum. Húsini vóru ikki heilt liðug, so vit búðu eisini hjá vermóður. Sæbjørn var sjómaður, og hann var sjáldan heima, og tað var so ringt ferðasamband til Sandoynna, so eg var eisini ofta við Gjógv ta tíðina. Vit keyptu so hesi húsini og fluttu til Havnar í 1967, og her hava vit búð síðani. Eg fór út at arbeiða sum heimahjálp í 1985, tá ið tann yngsta (Siri) var 11 ár, men áðrenn tað hevði eg børn í dagrøkt. Halla, systir, og eg vóru saman, og vit høvdu sjey lítlar sengur standandi her. Vit byrjaðu upp á hetta í 1975, men tá ið Siri var 11 ár, tímdi hon ikki at hava øll hesi børnini rundan um seg, og tá gavst eg og fór í heimarøktina, og har var eg í seytjan ár. Tað var eisini ein deilig tíð. Hetta var heimsins besta arbeið, og tað var ikki tað sama, sum tað er nú. Tá høvdu vit góða tíð at vera hjá teimum, ið høvdu hjálp fyri neyðini. Sum dømi kann eg nevna tað, at m.a. var eg hjá einum eldri pari, har konan var blind og hevði mist annað beinið. Eg kom til teirra kl. 8 um morgunin og var har til middags. Eg fekk tíð til at gera alt, sum var at gera í húsunum. Eg gjørdi teimum døgurða, gjørdi reint, vaskaði klæðir og vaskaði konunii, sum var starblind. Tá føldi mann, at mann gjørdi mun, men so við og við bleiv tíðin, sum tú hevði til hvørji hús, avmarkað meir og meir, ja, so nógv, at tú komst úr arbeiði við ringari samvitsku, tí tú føldi, at tú ikki hevði gjørt títt arbeiði til lítar.

Sæbjørn var fyrst stýrimaður og tók so skipsføraraprógv í 1963. Hann sigldi eini tvey ár við "Christian Holm", og í 1969 fór hann út at sigla við einum reiðaríi, ið æt Merchandia, og har var hann í 28 ár. Eg var ofta við úti og sigldi, og eg havi verið víða um. Tá ið eg fylti 40 ár, var eg í Persaraflógvanum og í Kuwait og nógvum býum har á leiðini. Tað var eitt stórt upplivilsi. Í Miðalhavinum havi eg verið allastaðni og eisini tvær ferðir í Amerika. Tá var Siri við. Hon hevði fylt 14 ár, so vit tóku hana úr skúlanum, og Sæbjørn undirvísti henni umborð. Teir túrarnir vardu í tríggjar mánaðir. Tað hendi mangt og hvat á hesum túrunum, men eg skal siga tær frá eiinari merkiligari hending í Persaraflógvanum. Vit vóru komin út úr Flógvanum - út í gjøgnum Hormuzsundið - tá bleiv so grúuliga ringt veður, at vit máttu leggja okkum inn undir eina oyggj (Abdakura) at kroka. Har var gott at liggja. Sæbjørn og eg stóðu lið um lið uppi á brúnni, og nú skyggir eitt so øgiliga blankt ljós, og eg sigi við Sæbjørn: "Hvat var hatta fyri ljós?" Hann hyggur upp á meg og sigur, at hann sá einki ljós. Eg bleiv illa við av hesum. Hetta var ólavsøkuaftan. Mamma hevði genturnar heima, so eg ringdi heim seinni, og tá sigur mamma, at Lena-gumma var deyð. Eg spurdi hana, nær hon doyði, og tað var í somu løtu, sum eg sá ljósið. Lena-gumma var Anna Malena hjá Karl Yviri á Bø - hon var altíð so óalmindiliga góð við meg og eg við hana, og eg var so nógv hjá henni. Eg segði fyri mammu, at eg visti, at okkurt var hent, og so fortaldi eg henni um ljósið, sum eg hevði sæð. Løgið var tað. - Tað fyrsta árið, ið vit giftust, var Sæbjørn hálvt annað ár burtur, og so var hann 11 mánaðir, 9 mánaðir og so styttri og styttri. Ta seinastu tíðina var hann 3 mánaðir burtur og tríggjar heima. Ta fyrstu tíðina høvdu vit lítið samband, tí vit kundu bara tosa saman yvir Lyngby Radio, og tað var so øgiliga dýrt - annars var tað bara brøv.

Frá vinstru: systkini Pætur, Fríðgerð, Halljóna, Magnhild og Pól Hans Jacob (2008)

Vit 5 systkini eru vaksin upp í einum góðum og trúgvandi heimi, og mamma hevði eina serstakliga sterka trúgv. Eg má siga nøkur orð um mammu. Hon hevði sum fáur tungar sorgir at bera, men hon plagdi at siga, at hevði hann - Várharra - ikki hjálpt, so hevði tað verið ringt. Hon fortaldi okkum um tað, sum hon hevði verið ígjøgnum. Mamma var fødd í 1916, og hon átti tveir eldri beiggjar: Hans Jacob, f. 1910, og Poul Meinart, f. 1912. Poul Meinart datt oman í Gjónni sum smádrongur í 1925 - 12 ára gamal. Hann var farin niður í Stórutorvu eftir hvannum, og so var hann farin krúpandi longri út, og tá datt hann oman. Tá var mamma 8 ára gomul, og hon segði, at Stov-Elspa (Elsebeth Jacobsen, f. 1860) kom og tók mammu upp á knæið á sær heiman fyri húsini í Ólastovu - tað var ræðuligt. Stov-Elspa, sum búði Yviri á Bø, var so nógv hjá okkum. Húsini hjá Stov-Elspu vóru bygd føst í húsunum hjá Pæturi á Bø. Trý ár eftir, at Poul Meinart datt oman, nú mamma er 11 ára gomu, missir hon so hin beiggjan, Hans Jacob, 17 ára gamlan. Hans Jacob doyði av eini ólukku umborð á "Acorn" undir Íslandi og liggur grivin í Íslandi saman við teimum, ið doyðu av ólukkuni. Minnisvarði um hendinginai er reistur í Reykjavík.

  

Poli og Henny á Tarafløtti við minnisvarðan                            Frida, Magnhild og Fríðgerð - á Svangaskarði 1999

Tann 23.mars 1928 liggur sluppin "Acorn" (73 brt.), úr Klaksvík, við Ísland og fiskar, tá hon verður rakt av einum stórum sjógvi, sum ger, at sjógvur kemur niður í lugarið og fyllir ein karbiddunk, sum spreingist. Av spreingingini doyggja 6 mans beinan vegin, og ein sjeyndi doyr nakrar dagar seinri av brandsárum.  Sofus, sum hevði telefonstøðina við Gjógv, kom heim í Ólastovu og segði, at Hans Jacob var deyður, men abbi, Jákup Pauli, livdi. Sofus segði einki um støðuna hjá abba. Abbi fekk so stóran skaða av eldinum, at hann lá á sjúkrahúsi í Íslandi og í Danmark í tvey ár, áðrenn hann kom aftur til Føroyar.

 

"Acorn" (modell)

Hann var so illa brendur, at hann var mestsum ókenniligur, tá ið hann kom aftur til Gjáar. Alt andlitið var brent og avskeplað, men bæði børn og vaksin við Gjógv vóru sjálvsagt von við at síggja hann, so hvørki hann ella vit hoyrdu nakað sum helst um hansara útsjónd. Men tað var ræðuliga ringt, tá ið fremmand børn komu at ferðast. Eina hending kann eg fortelja tær. Ein genta var komin at ferðast, og vit spældu so væl saman, og so ein dagin sær hon abba og fer at rópa: "Hygg hatta trøllið! Hygg hatta trøllið! Kom og rým!" Gentan hevði langar flættur, og eg legði eftir henni og hongdi meg upp í flætturnar og roytti hana so til og segði: "Hatta er ikki nakað trøll! Hatta er abbi!" Tá ið mann hugsar um tað, so var tað einki undarligt, at fremmand børn gjørdust bangin, tá ið tey sóu abba. Eg orki ikki at hugsa um, hvussu ringt abbi hevði tað. Oman á alla sorgina skuldi hann bera hesa likamligu byrðuna restina av lívinum. Oman á hondini hevði hann eitt sár, ið ongantíð gjørdist frískt. Summir fingrar vóru mestsum brendir burtur og aðrir kropnir. Sjónina hevði hann ikki mist. Hann brúkti brillur við grønligum gløsum, og hann kláraði at lesa. Men hann gramdi seg aldri - nei, aldri. Hóast síni sváru mein gjørdi hann øll vanlig arbeiði, men til skips fór hann ikki aftur. Hann róði eisini út saman við Dánjali í Bíggjarlagnum og Kristiani á Rætt. Teir tríggir vóru so grúuliga væl - ordiligir vinmenn. Tá ið abbi stóð undir børu, kom Kristian á Rætt inn til okkara og spurdi, um hann ikki kundi sleppa at vera einsamallur við abba eina løtu. Tað helt eg vera so vakurt. Men tær tungu roynslurnar hjá hesi hart raktu familju endaðu ikki við skaðanum umborð á "Acorn". Í 1930 doyr omma, Hansina, av lungnasjúku bara 47 ára gomul. Tá var mamma bara 15 ára gomul og kom at sita einsamøll í Ólastovu saman við sínum mestsum avlamna pápa, sum ofta var á sjúkrahúsi, og tá sat mamma púra einsamøll. Og so var tað eina náttina, mamma er einsamøll, nú vaknar hon av einum bjørtum ljósi, og tá sær hon Jesus standa á fótalagnum og siga hesi orðini: "Eg eri hjá tær! Eg fari ongantíð frá tær!" Mamma segði, at hatta var tað, ið hevði borið hana í gjøgnum allar líðingarnar. Uttan ta sterku trúnna hevði hon bukkað undir. Tá ið vit mistu Marjun, dóttur okkara, sat mamma saman við okkum við songina hjá henni á sjúkrahúsinum. Tann sálarstyrk og ta trúgv, ið mamma tá sýndi okkum øllum í okkara sváru tíð, fer aldri frá mær.

(Her kann eg skoyta uppí, at í 1999 skipaði Fiskimannafelagið - við Óla Jacobsen sum formanni - fyri eini ferð til Íslands, og vitjað var m.a. í kirkjugarðinum í Reykjavík, har kransar blivu lagdir við minnisvarðan hjá teimum, ið doyðu við "Acorn" og "Annu", av Toftum. "Anna" fór á land við Grindavík í Íslandi 4. apríl í 1924, og øll manningin, seytjan mans, fórust. Eftir at Fiskimannafelagið hevði verið í Íslandi, varð skipað fyri eini samkomu á Svangaskarði, á Toftum, har ein rúgva av fólki var samankomin. "Á hesi samkomuni reisti ein gomul kona (Frida) seg upp av sínum eintingum við hondskrivaðum pappíri í hond og las ein tekst upp, ið hon sjálv hevði skrivað og sett saman um ólukkuna við "Acorn". Hetta var so rørandi og so flott gjørt av henni", sigur Óli Jacobsen, ið eg tosaði við nú ein dagin. -- Niðari á hesari síðuni kanst tú síggja tann hondskrivaða tekstin, sum nú eisini sæst á prenti.

 

   

Frida og Thomas                                                                                              Hendan Ólastova er bygd 1906

Mamma og pápi giftust so í 1937, og tey komu so at búgva í Ólastovu alla sína tíð, og pápi hevur gjørt nógv við húsini síðani tá.

Tað var stuttligt at sleppa at tosa við teg og minnast aftur á gamlar dagar. Eg havi verið nógv heima einsamøll við mínum børnum, men tað merkiliga er tað við okkum menniskjum, at vit upp á ein ella annan máta laga okkum - ella liva okkum inn í tær broyttu umstøðurnar. Nú siti eg so aleina her, men eg eri ikki einsamøll. Tað er ein, ið altíð er hjá mær, og eg eigi so óalmindiliga fittar døtur, og Fríðgerð, systir, nei, sum hon er mær góð, og vit tosa ofta saman.

Takk fyri prátið, Magnhild!!

 

 

"Sosialurin"  23.02.1952:

 

   

 

"Dimmalætting" 23.02.1952:

 

 Frásøgnin hjá Fridu á Svangaskarði 1999:

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna