Erling í Nýggjustovu -- í Nýggjustovu

Eg gloppaði hurðina hjá Erlingi í dag. Hugnaligt prát. Kaffi og smákøkur á lofti. Millum annað fekk eg hesa áhugaverdu søguna um Nýggjustovuhjallin:

Pápi hevði verið undir Íslandi við "Slatrinum", og nú sigldu teir heim. Hendan eina dagin stendur hann frammi á bógnum og heldur útkikk, og nú rakar hann við ein reka forút, og tað vísti seg at vera nakrir plankar, sum vóru bundnir saman við einum togenda, sum var drigin í gjøgnum hol í endanum á hvørjum planka. Hetta kom so at hanga tvørtur um stevnið á skipinum, og sjálvandi fór pápi so at siga frá. So bleiv tikið frá, og alt bleiv tikið inn, og skiparin segði beinan vegin við pápa: "Tú skalt eiga plankarnar." "Slatrið" setti so pápa av við Gjógv, og plankarnir blivu sleipaðir í land. Ætlanin hevði verið at gera ein hjall, og abbi fór so í holt við at saga plankarnar til rimar, og so bleiv hjallurin gjørdur, og allar rimarnar eru av tí rekaviðinum. Sjálvur stórviðurin er rekaviður úr fjøruni. Abbi telgdi eisini sjálvur allar træseymirnar, sum eru í honum. Sivert á Fløtti, ið altíð var so hittinorðaður, segði, at Nýggjustovhjallurin kostaði eina krónu og fimm og hálvfjerðs. Rimarnar eru so grúuliga tunnar, og teir søgdu altíð tað, at tunnar rimar hildu sær nógv betur enn tær tjúkku.

Kategori: Frásagnir