Tann  20.07.13 var eg í Sumba og vitjaði vinfólk, og so nýtti eg eisini kjansin at støkka inn á góvið hjá 91 ára gomlu Ásgerð, ið er dóttir Akku og Mariu í Nýggjustovu. Við Gjógv gongur hon undir heitinum Ásgerð hjá Mar-riu í Nýggjustovu. Løgin frambering, tí vit høvdu eisini Ma-riu hjá Klæmint Juul, Ma-riu hjá Trinu, Ma-riu hjá Dreu - og so Mar-riu í Nýggjustovu . -  Ásgerð var serliga glað, tá ið hon hoyrdi, at tað var gjáarfólk, ið gloppaði hurðina. Eg royndi at beina tosið inn á gamlar dagar norðanfjørðs, og tað vísti seg at passa henni sera væl.

Vit taka her eitt lítið kut úr prátinum - og so okkurt smávegis, ið eg havi skoytt uppí:

IMG 4547 copy

Her situr Ásgerð í køkinum - á kistuni, ið pápi hennara gjørdi henni, tá ið hon fór av bygdini og út at tæna. 

Eg eri fødd í Sjúrðastovu við Gjógv 23.09.1921 og giftist 17.11.40  við Sverra Kjærbæk (1910 - 1993), úr Sumba, og havi at kalla búð her síðani. Foreldur míni vóru Jóan Jacob Johannesen (Akku) f. 1891 Yviri í Stovu og Maria Magdalena Joensen (Marria) f. 1894 í Nýggjustovu. Sjálv eri eg einsamøll eftir av fýra systkjum. Hini trý vóru: Jóhan, (1923 - 2002), Halldóra, (1929 - 1957) og Ingolf, (1932 - 1962). Jóhan og eg eru fødd í Sjúrðastovu, Halldóra Yviri á Bø (hjá Karl Jacob) og Ingolf í Funningsfirði. - Sverri og eg fingu 8 børn, og tey eru: Árni (1940), býr í Vági, ein genta, sum doyði sum nýføðingur (1941), Maria (1942), býr í Danmark, Anfinn (1945), býr í Vági, Kjartan (1947 - 1993), búði í Havn, Svenning (1949), býr í Vági, Halldórur (1959), býr í Sumba og Anna (1960), býr á Strondum.

Pápi og Jóannes (Johannes Johannesen, f. 1896), farbróðir, keyptu Sjúrðastovu frá Heina Festirstein (f. 1887) í 1917, og har búði eg míni fyrstu ár. Sjúrðastova vóru eini stór hús, og har helt prestur til. Hann hevði sína egnu inngongd og egna kamar, og eg minnist væl bakdyrnar á ovaru síðu. - Frá Jóhonnu hjá Sofusi (Jóhanna Debes, f. Klein 1896), vita vit, at barometur var í Sjúrðastovu í 1884. Jóhanna segði soleiðis: "Omma mín,  Olivia Klein, f. 1846, svav í stovuni, har barometrið hekk. Abbi mín, Jóhan í Sjúrðastovu (Jóhan Klein, f. 1840), fórst við 8-mannafarinum "Samløguni" í 1884. Hendan vanlukkudagin, ið fólk vóru bangin um "Samløguna, læt í ommu: "Jákup, mín er ikki við í dag, tí hann hevur ikki verið í stovuni og hugt at barometrinum, tað plagar hann altíð at gera." Seinni seldi pápi sín part av Sjúrðastovu til Jóannes, farbróður, og bygdi Yviri á Bø - tey húsini, ið Karl Jacob (Karl Jacob Sigvardsen, f. 1905)  keypti frá okkum í 1929. Einki var gjørt á loftinum tá. Spískamarið var í gongini, og so høvdu vit køk, tvær stovur og eitt kamar niðriundir. Vit svóvu í stovuni inn av gongini. Har hevði eg eisini góðar dagar, men eg vitjaði ofta í Sjúrðastovu. Laurenza (Laurenze Johannesen, f. 1901), fastir, ið giftist við Jákup Sofusi (Jacob Sofus Jacobse, f. 1900), búði í Sjúrðastovu. Hon var altíð so góð við meg. Fía (Anna Sofie Johannesen, f. 1894) fastir, búði eisini í Sjúrðastovu og ein danskari, ið æt Karl Olsen. Hann var sjómaður og sigldi sum motorpassari. Tað hoyrdist, at Karl var góður motorpassari. Tey bæði fingu eina dóttur saman, ið æt Elisabeth (Elisabeth Olsen, f. 1924) og síðani ein son, Kristian í Lon (Hans Kristian Olsen, f.1926), meðan tey búðu í Sjúrðastovu. Fía fastir doyði í barsilssong við soninum, Kristiani í Lon.Tuberklarnir vóru í Sjúrðastovu. Laurentza, fastir, doyði av turberklum, og Jóannes, farbróðir, bleiv eisini smittaður, men hann bleiv frískur aftur. Í Sjúrðastovu høvdu vit hálva kúgv saman við Jóannesi. Mamma gekk til neyta bæði við Gjógv og í Funningsfirði. Eisini spann hon og bant skipstroyggjur, men eg havi ofta hugsað um, hvaðani hon mundi fáa ullina, tí vit áttu onga jørð í Funningsfirði. Sum barn var eg eisini nógv hjá ommu (Inga Joensen, f. 1858) og abba (Johan Joensen, f. 1858) í Nýggjustovu, eisini eftir at vit fluttu inn í Funningsfjørð. Eg minnist so væl, tá ið Erling (Erling Joensen, f. 1935) var føddur. Øll vóru so glað. Hann var so fittur, og eg slapp at nina honum. Eg var nógv hjá Onnu Malenu (Anna Malena Joensen, f. 1897), ið altíð var so blíð: "Hey, vælsignaða! Nú kemur tú!" Og ikki at gloyma tey hjá Dalberg (Dalberg Jacobsen, f. 1899). Har var trongligt hjá teimum, men hjartarúminum feilti einki. Eg var 8 ár, tá ið eg fór frá Gjógv, so eg havi gingið í skúla hjá Kallsoy (Johan Kallsoy, f. 1892) við Gjógv í eini 2 ár. Kallsoy kravdi nógv av okkum, so eg tordi illa í skúla, hevði eg ikki lisið lektiuna nóg væl. Eg var so ofta inni hjá Kallsoy, tí Laurentza, fastir, var arbeiðskona har. Tað var ikki upp á sama máta at ganga í skúla í Funningsfirði. Har vóru ikki meir enn 8 børn, meðan eini 40 mundu vera við Gjógv. Í Funningsfirði høvdu vit eina lærarinnu úr Elduvík - Jóhanna Gaard æt hon. Við Gjógv hevði eg serliga góðar vinkonur. Tað vóru javnaldrarnir Henny (Henny, f. Klein, 1921) á Tarafløttinum, Lisa (Elisa. f. Johannesen, 1921) í Bíggjarlagnum og Ása (Ása, f. Justinussen, 1920) á Grótheyggi. Vit spældu altíð saman og okkum dámdi so væl at fiska lítlimurtar í Gjónni. Eg minnist so væl ta gomlu gjónna - har var fult av holum, stuttigt at krógva seg - og so tann slætta hellan. Vit fiskaðu lítlimurtar úti á einum stórum steini (Seiðabergssteini), og eg minnist, at tá tað fløddi, so ivaðust vit, hvussu leingi vit skuldu tora at standa aftrat, tí vit máttu vaðsa innaftur. Vit loftaðu  næstan hvønn dag, og okkum dámdi so væl at lofta á húsunum hjá Siggu (Sigga Johannesen, f. 1872), tí tey vóru so sløtt - viður. Og so at blunda og krógva, tí bygdin var full av børnum.

Jóannes, farbróðir, tók Sjúrðastovu niður og bygdi uppaftur á Bakkanum í Funningsfirði. Pápi og Jóannes høvdu fingið traðir í Funningsfirði, og ikki treyt sildin á fjørðinum, so báðir fluttu inn í Fjørð og bygdu hvør síni hús á Bakkanum. Jóannes átti tey heimastu húsini, og viðurin í teimum húsunum var Sjúrðastova við Gjógv. Farbróðir bleiv kallaður Heimasti Jóannes, tí har var onkur annar Jóannes. Okkara hús vóru so beint innanfyri. Jóannes (1896 - 1980) giftist í 1946 við eini konu úr Nólsoy, ið æt Frida, f. Danielsen (1912 - 1995). Tey fingu fýra børn saman, og børnini eru: Elisabeth (1948), Jóhanna Paula (1950) og so tvíburarnir Harry og Harriet (1952). Mær dámdi Fridu so væl, tí hon var so fitt og lívlig. Í 1953 flutti Jóannes við familju úr Funningsfirði og til Havnar, og í 1960unum keypti Petur í Gong, úr Havn, húsini hjá honum á Bakkanum. Húsini hjá okkum stóðu í einari trøð, sum vit áttu, og pápi dyrkaði alla trøðna. Trøðin hjá farbróðir var ódyrkað. Vit høvdu eisini eina hálva kúgv í Funningsfirði saman við Jóhonnu Sofíu - vanliga nevnd Einkjan. Neytini lógu fyri tað mesta úti millum Fjarða.

Mær dámdi eisini sera væl í Funningsfirði - har hendi meir enn við Gjógv. Pápi driftaði sild, setti gørn, kastaði nót og var eisini til skips, so har hendi nakað. Vit høvdu sild til døgurða  av og á - steikta ella kókaða - men ikki legði mamma í sild - hon var ikki von við tað frá barni av. Krækling og øðu tóku vit eisini til matna, og tað dámdi mær so væl. Har var fult av skrubbu, so vit kundu altíð taka upp á pannuna, tá ið vit vildu. Áh, sum eg helt breyðini hjá mammu smakka væl. Hon plagdi at hava fýra rugbreyð í skuffuni.  - Gjáarmenn róðu nógv inn í Fjørð eftir kræklingi og øðu til agn. Eg minnist, at teir plagdu at koma inn á gólvið hjá okkum, og so fingu teir ein drekkamunn. Tað var so hugnaligt. -  Í Funningsfirði slapp eg at vera nógv í báti saman við pápa og Jóhan, bróður. Sildin átti lívið í okkum. Pápi, Jóannes, farbróðir,  og Jóhan, bróðir, drivu sildagørn við einum 6-mannafari, ið nevndist "Strandingurin". Tá ið Jóannes var burtur, var eg við í hansara stað. Men tað bar ikki altíð til, tí eg mátti ganga í skúla eisini. Men vit høvdu 14 dagar frí og eina viku í skúla, tí tað var ein lærari til Funningsfjørð og Elduvík, og tað var helvtina meir av børnum í Elduvík. Tað kundi vera ein øgilig sild, og tá kundu teir kasta nót. Viðhvørt stóð hon heilt inni í botninum, og tá var stuttligt at fylgja við, hvussu bátarnir tyngdust - stóðu heilt upp eftir enda. Sildin kom í stødum, tað kundi næstan vera ov mikið viðhvørt, og so var einki eina tíð, men so kom hon aftur. Men so var tað har úti á fjørðinum - uttan fyri Nes (Elduvíksnes). Tað var langt at rógva, og mangan tungt at rógva langan andróður.  - Áh, tær árabløðrur! - Áðrenn gørnini blivu sett,  fylgdu teir við fuglinum fyri at vita, hvussu hann hamaðist, og so bleiv sett eftir tí. Viðhvørt sóu vit eisini, hvar sildin kastaðist. Tað vóru 3 gørn í hvørjum stjóra, og vit settu so nógvar stjórar, sum gørn vóru til. Tíðliga um morgunin fóru vit at taka gørnini upp. Pápi dró, meðan vit bæði hjálptu til. Tað var ofta tungt at rógva inn aftur, tá ið báturin var fullur. Tá ið vit komu at landi, tóku vit sildina burturúr og so aftur út at seta gørnini. Jú, tað var strævið men spennandi - og eg var ikki meir enn ein smágenta tá. Men eg var ikki tann einasta smágentan, ið royndi eftir sild. Vanliga vóru bæðu smágentur og smádreingir saman við teimum vaksnu. Ta sildina, ið vit fingu um summarið, saltaðu vit upp í tunnur. Fyrst var sildin kvørkrað við einum saksi, og síðani varð hon skild eftir stødd. Vit koyrdu sildina í langar sliskur, og so skiltu vit hana upp í kassar. Tað gekk skjótt fyri seg, og tað mátti tað eisini, tí hetta var akkordarbeiði. Síðani varð sildin saltað í tunnur, og tunnurnar vórðu merktar við tølum, so tað sást, hvør stødd var í tunnunum. Teir kallaðu støddirnar ymiskt. Tann minsta var 3/4 kvart sild, so 7/8 deil sild, tummasild, 5/4 kvart sild, og tann størsta var 9/8 deil sild,  men tað var altíð mest av tummasild. Tunnurnar blivu so lagdar á síðuna við spunslinum uppeftir. Summi avhøvdaðu sildina, men tað gjørdu vit ikki. Absalon Jacobsen (1871-1944), gøtumaður á Skála, læt eitt hús byggja í Funningsfirði at taka ímóti sild í. Tað kallaðu vit Íshúsið.

IMG 4820

Her - í Íshúsinum við Blámarkarsá í Funningsfirði - arbeiddi Ásgerð eisini.

Hesin sami Absalon átti fleiri skip og keypti ein part av teirri gomlu bedingini á Skála 1924 og var stjóri har til 1940, tá ið Kjølbro keypti bedingina. Vit plagdu at selja sild til hansara ella til Hans Jacob Kjeld í Funningsfirði. Hans Jacob hevði handil í bygdini, men hann tók ikki ímóti so stórum nøgdum av sild. Skip kom so eftir sildini, sum bleiv seld av landinum. Tann sildin, ið vit fingu um veturin, bleiv seld til agn. Eg minnist eingilskar línubátar koma eftir agni og plagdu at liggja ankraðir beint undi húsunum hjá okkum. Funningsmenn settu eisini gørn og avreiddu í Funnigsfirði, og Petur Christian (Petur Christian Joensen, f. 1880), frá Gjógv, átti eisini gørn og driftaði eftir sild. Hann átti eini húsi í Funningsfirði, og tey eigur Kristian í Gamla Pakkhúsi (Hans Kristian Joensen, f. 1940), við Gjógv, nú. Ikki minnist eg nakrar aðrar fremmandar bátar drifta eftir sild. Stóri-Petur (Petur Pauli Joensen, f. 1907), frá Gjógv, ætlaði at byggja í Funningsfirði um ta tíðina, og hann hevði stoypt grundina, tá ið kona hansara, Marianna (Mariane Joensen, f. 1907), doyði í barsilssong í 1933. Byggingin bleiv tí av ongum, og grundin sæst enn - á bakkanum innan fyri bygdina. - Tá var nógv arbeiði í Funningsfirði, og mær dámdi so væl at royna eftir sild, at onkur plagdi at siga við meg: "Tú skuldi verið drongur!"  - Á Skálafjørðinum var eisini sild, men teir søgdu tað, at tá ið sild var á Skálafjørðinum, var hon ikki á Funningsfirði - og øvut. Tá ið eg var konfirmerað, plagdi eg at arbeiða sild úti á Skála, tá ið eingin sild var á Funningsfirði. Eg búði í Funningsfirði og gekk aftur og fram - einsamøll - men sunnukvøld plagdi eg at fara út aftur á Skála og gista hjá einari ógiftari konu, ið æt Elsa. Elsa var so fitt og góð við meg - hon arbeiddi í handlinum hjá Absalon. Viðhvørt arbeiddi eg eisini sild á Skipanesi, og tá gjørdi eg upp á sama máta - gekk ímillum. - Pápi, Jóhan og Ingolf keyptu sær eitt 8-mannafar av Eiði, ið kallaðist "Vónin". Teir róðu nógv út við tí bátinum.´"Vónin" hevði ein 4hesta Solo motor, og hetta var ein eydnisbátur, tí hann førdi manga góða veiðuna til hús. Seinni lótu Jóhan og Ingolf ein bát byggja í Klaksvík. Bátasmiðurin var tann kendi skiparin, Símun hjá Póli, Símun Poulsen, ættaður úr Svínoy. Tann báturin æt "Búgvin" og var eitt 8-mannafar..

Tá ið eg var eitt sindur eldri, fór eg til Havnar at tæna. Eg tænti m.a. hjá Eriki Simonsen - foreldrunum hjá Marner Simonsen, lækna. Marner og eg vóru javngomul, tað vóru bara nakrir dagar í millum okkum. Eftir tað fór eg so saman við øðrum gentum úr Funningsfirði til Klaksvíkar at arbeiða í fiski hjá Kjølbro, og har var eg so eina tíð. So gjørdist eg arbeiðskona í Vági í einum húsum, sum tey kallaðu hjá Petur Jacob (Petur Jacob Gærdbo). Síðani bleiv eg arbeisðkona hjá Inger og Niels Petur Magnussen, eisini í Vági. Inger var ættað av Eiði, og vit báðar blivu so góðar, at tá ið eg átti Árna (1940), bað eg hana til gummu. Kríggið var komið, so hetta var ein sera trupul tíð upp á allar máta. Sverri og eg komu at kennast í Havn, meðan eg tænti hjá Eriki Simonsen. Vit giftust 17.11.40, og Árni bleiv doyptur sama dag, sum vit giftust. Ta fyrstu tíðina búðu vit á Tvøroyri, men skjótt fluttu vit til Sumbiar at búgva. Sverri var 10 ár eldri enn eg. Hann var sjómaður, og tá ið vit komu at kennast, sigldi hann út frá Esbjerg. Vit fingu fleiri børn, so eg hevði so nógv at taka mær av, at tað var ikki hugsað um nakað annað arbeiði. 

IMG 4550

Húsini hjá Ásgerð og Sverra - í Sumba 

Tað var eitt stórt umskifti at koma úr Funningsfirði til Sumbiar. Langt at fara, men eg var hvørt summar har norðuri. Eg havi trivist sera væl her og kenni hvønn sumbing. Kanska eri eg farin eitt sindur av málinum, men okur og tykur fáa tey meg ikki at siga. Vit høvdu eisini eina hálva kúgv her, tí vit eiga bara eina ódyrkaða trø. Onkran seyð hava vit tó havt av og á.

Sverri doyði í 1993, og bara tveir mánaðir seinni doyði Kjartan - sonur okkara - rættuliga brádliga. Kjartan bar pápa sín til gravar, so tað var eitt uggilsi, at Sverri ikki upplivdi tað - at vit mistu Kjartan.

------

Ásgerð takkaði mær so hjartaliga fyri, at eg hevði gloppað hurðina, og úti á gáttini læt í henni: "Tankar mínir eru ofta við Gjógv og í Funningsfirði. Tíðin rennur avstað. Nú kenni eg ikki nógv fólk við Gjógv - har er bara eitt systkinabarn eftir (Erling) - og fá kenna Ásgerð, men góði tú: Ber eina heilsan til Gjáar frá mær!"

Tað verður hervið gjørt. Takk fyri tað hugnaliga prátið, Ásgerð, og alt tað besta!

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna