Elisa Jensen, f. Johannesen (Lisa í Bíggjarlagnum) er fødd við Gjógv 23.03.1921 og var gift við Dánjali Jensen, av Strondum. Hann var føddur 04.09.1915 og doyði 30.01.2001. Tey búðu á Strondum og eiga tvey børn, sum eita Ingerð og Pola. Lisa býr nú á Ellisheiminum í Runavík, og tann 17.12.12 var eg inni á gólvinum hjá henni og fekk eitt hugnaligt prát við hana um gamlar dagar við Gjógv. Lisa hevur gott minni, og her fáa vit eitt kut úr prátinum:

Lisa

Lisa í Bíggjarlagnum 17.12.12

Vit vóru 7 systkin: Magda (1907), Jana (1910), doyði av tuberklum sum 18 ára gomul, Rasmus (1911), Hjalmar (1914), doyði av tuberklum sum 25 ára gamal, Benadikt (1917), Maria (1920), doyði 8 mðr. gomul, og Lisa (1921). Jana doyði av tuberklum í 1928, og Magda, systir, sat uppi yvir henni alla tíðina, men hon gjørdist ikki sjúk, og tað blivu vit systkini heldur ikki - og heldur ikki mamma og pápi. Tey søgdu tað, at hasir tuberklarnir vóru so  "innisluttaðir", at teir smittaðu ikki so illa. Hjalmar fekk slysni, einaferð hann var til bjargar, og seinni bleiv hann smittaður av tuberklum umborð á "Knørri". Tá ið hann hevði fingið slysni, fór hann at ganga við "bandagu" um kroppin, men so settu tuberklarnir seg í slysnið, og hann kom at liggja leingi í Havn, áðrenn hann doyði í 1940.  Hetta var ein ring tuberklatíð í bygdini. Hjá Onnu Malenu doyðu tveir dreingir: Dánjal Jóhan (Hanni) í 1929 - 9 ára gamal og Hans Jacob í 1937 - 20 ára gamal. Á Rætt doyðu tvær systrar: Kristina í 1934 - 22 ára gomul og Fía í 1940 - 24 ára gomul.

Dánjal og eg giftust við Gjógv í 1947, og sum vanligt var tá, var øll bygdin í brúdleypi. Jens hjá Dalberg skipaði brúðarvísuna í handlinum hjá Dánjali Klein, á Gjónni. Magnussen, lækni, og Pirkan (Marin á Skipanesi) vóru komin til Gjáar henda sama dag at pirka, og tey búðu hjá Onnu Malenu. Hon hevði fortalt teimum, at brúdleyp var í bygdini, og at tey bara skuldu fara í brúdleyp. Jú, tey komu so, og eg minnist so væl, at Marin dansaði í gummiskóm, og tað plagdi hon at grína at seinni. Eftir brúdleypið flutti eg so út á Strendur at búgva. 

Eg gekk í skúla hjá Kallsoy, og tað dámdi mær væl. Onkuntíð kom ungdómurin saman í skúlanum um kvøldarnar, og eg minnist, at eg gekk í kvøldskúla í eingilskum hjá Jákup Berhardi (Berhard Brim). Hann var so óførur í eingilskum. Vit gentur spældu nógv við leikur. Eg minnist, at eg hevði eina kullu oman fyri húsini hjá okkum. Eg legði eina fjøl langs eftir kulluni og eina aðra tvørturum, og so pyntaði eg við leikum oman á fjalunum. Summar gentur høvdu pappír sum dúk undir leikunum. So spældu vit at fara til neytar og gjørdu okkum blikk til dyllur. So hentaðu vit okkum fýra látipípur og løgdu ein stein oman á tær, og so settu vit okkum at mjólka. Um veturin skreiðaðu ella óku vit á skíðifjøl, men dreingirnir gjørdu gentunum so illa fortreð.

Eg konfirmeraðist í Fuglafirði, og Bulh-Nielsen var prestur. Vit vóru tríggir konfirmantar frá Gjógv: Henny á Tarafløttinum, Ása á Grótheyggi og so eg. Vit fóru við bát, og eg búði hjá Peturi Berthelsen, Stranda-Peturi, ið var systkinabarn mítt. Vit gingu at lesa í eina viku og sluppu eisini aftur til Gjáar við báti. Tað var einki hávasták gjørt burtur úr konfirmatiónini tá - einki ball og ongar gávur. Øll fingu eitt Nýggjatestamenti frá presti, og tað var tað.

IMG 2919

Soleiðis sær barnaheimið hjá Lisu út í 2012.

Vit áttu bara ein gylliní jørð, tá ið eg var smágenta, og tann gyllinin var Fyri oman Rætt. Eg var stór genta, áðrenn vit fingu kúgv, og so mátti eg læra meg at mjólka. So fór eg at ganga til neytar, og tá vóru vit 10 neytakonur. Eg gekk nógv til neytar á Ambadali, Eysturi á Dal og Heimi í Dal. Tað kundi vera strævið at vera á Ambadali tvær ferðir um dagin. Sum aðrar konur hevði eg fýra kýr: okkara kúgv, kúnna á Fløtti, kúnna á Tarafløtti og kúnna hjá Valborg, og vit skiftust fjórða hvønn dag. Á Fløtti gekk Fía, á Tarafløtti Henny, og so Valborg og eg. Jóansøkudagur var mestsum ein høgtíðsdagur hjá neytakonunum. Tá plagdu vit at pynta Kelduna á Hálsinum við sóljum, og so var eitt lítið gildi, tá ið vit komu til hús. Vit plagdu t.d. at vera á Fløtti, og har fingu vit breyð, kjøt, rullupylsu, egg og rómastamp. Vit skuldu so helst eisini á Tarafløtt, til Valborg og til okkara, men tað var sjálvsagt ikki altíð, at vit orkaðu at eta í hvørjum húsi, og maturin var allastaðni tann sami. Hetta var ein hugnaligur dagur. Tað vóru ikki allar kýrnar so góðar at fáast við, og tí mátti bíðast, til allar vór lidnar at mjólka, tí allar neytakonurnar fylgdust altíð. Viðhvørt gekk eg fyri Nicolinu í Lon, tí hon var so ofta sjúk. Nikka var saman við Hansinu í Gortru, og tey høvdu eina so óreina kúgv, sum stangaði so illa, at hon mátti haldast. Kúgvin var best við Hansinu, so tá ið Hansina mjólkaði henni, var hon nógv frægari. Á Ambadali hildu vit, at Norð undir Horni var tað keðiligast plássið at fara, tí tað virkaði so tungt at ganga. Merkiligt nokk virkaði tað lættari at koma av Rivinum enn undan Horninum.

Eg var 7 ára gomul, tá ið tann stóri eldskaðin hendi umborð á sluppini "Acorn" undir Íslandi tann 20. mars1928, har m.a. 4 gjáarmenn doyðu: Djóni á Jolluni, Poli á Tarafløttinum, Hans Jacob í Ólastovu og Hans Jacob Niðri í Geil. Ikki minnist eg so nógv um skilið í bygdini, men eg minnist, hvussu stóra synd eg helt tað vera í teimum, ið mist høvdu. Eisini minnist eg, hvussu nógv tey tosaðu um Jákup Paula í Ólastovu, ið var so illa brendur, at hann var ókenniligur. Sum vit børn ræddust hann illa. Tað var merkiligt, at hann skuldi liva, men hann kom aftur fyri seg og gjørdist ein raskur maður. Hetta sama árið - í januar mánað 1928 -fekk  "Smiril" ein sjógv á Mjóvanesi, og ein ferðafólkasalong, sum var á dekkinum, fór fyri borð. Har doyðu fimm fólk, og ein av teimum var Dagmar á Teigunum, systkinabarn mítt. Eileen, dóttir hennara, sum var tvey ára gomul tá, fór tá at búgva hjá Fíu og Jóannesi í Lon.

Eg var so grúliga nógv úti í Lon sum smágenta. Vit vóru í familju, og tey vóru so góð við meg. Eg minnist, at Kvívíks-Jógvan plagdi at sita á bríkini innan fyri hurðina við sínum síða hvíta skeggi, og hann var so serliga góður við meg. Hann plagdi at verja meg, tá ið grýlur komu inn, og so mátti eg eisini ansa eftir ikki at fara í Gjónna, tí Bartal (trøll) var í Gjónni. Tað vóru ikki bara tey í Lon, sum ræddu børnini við, at trøll vóru í Gjónni, nei, tað gjørdu øll, og tað mundi hjálpa. Tað merkiliga er tað, at eg hoyrdi ikki eitt orð um, at Kvívíks-Jógvan yrkti, fyrr enn eg sá tað í bløðunum. 

Fyrstu ferð, ið eg fór av bygdini, var eg tólv ára gomul. Tá fór eg til gongu út á Strendur til Magdu, systur, sjálvan ólavsøkudag í fínasta veðri. Annars var eg heima og gjørdi alt tað vanliga arbeiðið, ið tá var á bygd. Tey seinastu árini, ið eg var við Gjógv, vóru bara Benadikt og eg har av systkjunum. Pápi var til skips, og so hjálptu vit mammu við øllum heimaarbeiðinum. Pápi róði út um veturin. Hann róði saman við Kristiani á Rætt - við "Føroyinginum" - men tað var so keðiligt, at teir vóru næstan altíð seinastir aftur, so man kundi verða hálvbangin um teir. Útróðrarmenninir fingu altíð te og pannukakur í Gjónna, men tá ið teir vóru á fjalli, og vit fóru á rættina, tá fingu teir sterkari mat, so sum breyð, kjøt og annað styrkjandi.

Untitled-1

Bilarnir hjá Benadikt

Pápi og Benadikt smiðaðu nokkso nógv við Gjógv, og eitt árið vóru teir eisini í  Íslandi og smíðaðu. Við Gjógv smíðaðu teir alt møguligt og eisini onkur hús, hoyggjhús og hjallar. Tá ið eg var barn, høvdu vit hjall beint uttan fyri húsini hjá okkum, men Benadikt bygdi hann upp í húsini, soleiðis at vit kundu ganga úr spískamarinum út í hjall, men vit høvdu eisini gongd útifrá. Pápi gjørdi portrið til kirkjuna, og Benadikt gjørdi kirkjuspíran, eftir at eg fór út á Strendur. Teir vóru so grúiliga góðir við kirkjuna. Seinni keypti Benadikt handilin hjá Petur Juliusi, og hann brúktu teir at smíða í. Tá ið Benadikt fekk sær bil í 1950, gjørdi hann sær bilhús undir handlinum. Benadikt má hava verið framskyggin, tí bilurin kom at lætta so væl um í bygdini.

Nú jólini nærkast, so kann eg fortelja tær, hvussu vit hildu jól. Tað mundi vera tað sama allastaðni: ræstur fiskur og sperðil jólaaftan, ræst kjøt jóladag og fisk annan jóladag. Gávur vóru ikki nógvar: okkurt plaggið og so appelsinir og bomm. Eingir pakkar, einki jólatræ, eingir jólamenn, og heldur ikki hongdu vit hosu upp. Vit vóru í kirkju jólaaftanskvøld, jóladag og jólakvøld og so annan jóladag. Á borðinum høvdu vit ræst kjøt, rullupylsu, kjøtpylsu, og áttu vit egg, so høvdu vit tey eisini. Tað var lítið av kaku - jú, vit høvdu altíð jólakaku og kanska spruttur eisini. Í skúlanum dansaðu vit jólatræ, og Kallsoy skipaði fyri. Har má hava verið trongligt, tí vit vóru 40 - 50 skúlabørn, og so vóru nógv vaksin har eisini. Eg minnist ongan jólamann, og Kallsoy gav okkum kramarhús við bommum - áh, sum vit vóru glað fyri bommini. Annað jólakvøld sluppu vit eisini at kvøða í dansistovuni á Gjónni, og tá gingu mannfólkini húsagongd. Pápi og Jákup í Stólpa (Gamli - Jákup) vóru vinmenn, og teir vóru ofta saman til bjargar. Eg minnist so væl, at Jákup kom heim til okkara annað jólakvøld og fór til bjargar í køkinum hjá okkum. Tað helt eg vera stuttligt. Eg haldi meg bara eina ferð at hava verið í dansi í teirri gomlu dansistovuni sunnan fyri Ánna. Anna í Lon hevði tikið meg við sær. Hon dugdi so væl at kvøða, og hon var altíð so góð við meg. Eg veit ikki, hvussu tað bar til, men hetta kvøldið vóru Jóannes Paturson, úr Kirkjubø, og Marius í Katrinarstovu, úr Funningi, í dansi. Sum eg helt teir duga væl at kvøða.

Takk fyri prátið, Lisa..

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna