Berlina í Blásastovu er fødd 07.10.1920 og er sostatt núverandi elsta fólk, ið er føtt við Gjógv. Hon giftist 19 ára gomul við Erik Mørkøre, úr Klaksvík, og har búsettust tey, men 4 ár undir Krígnum búðu tey við Gjógv. Tey fingu 7 børn saman: Kristianna, Jørgin (doyði ungur), Jóhanna Elisabeth (Hannebetta), Jóhan, Hjørdis, Erland og Birgir. Berlina er frísk og ferðug bæði likamliga og andaliga, og ofta vitjar hon aftur í heimbygdini. Ein góðan summardag var eg inni á gólvinum í Blásastovu og prátaði við hana. Hon veit nógv at fortelja, men her taka vit bara onkur brot burtur úr prátinum.

DSC02797 copy Medium

Berlina - í køkinum í Blásastovu.

Berlina fær orðið: Mamma var av Eiði og æt Jørgina Mørkøre, og pápi var Jóhan Joensen, Jóhan í Blásatovu, við Gjógv. Áðrenn pápi bygdi hesi húsini umleið 1906, stóð tann gamla Blásatova her. Eg havi altíð hoyrt, at tann gamla Blásastova varð flutt úr Funningi til Gjáar. Tað skuldi hava verið eldur í , og eg eigi ein gamlan rokk, og brennimerkir eru í rokkunum, og hann kann gott vera komin úr Blásatovu í Funningi.

7 ára gomul fór eg í skúla í yngsta klassa hjá Jóhan Kallsoy, og eg minnist so væl tann fyrsta dagin,  tá ið eg fór við ABC-bókini og talvu og grifli og  við einum lappa hangandi uppi í talvuni. Eisini brúktu vit njarðarvøtt at vaska talvuna við. Tað vóru 3 klassar: yngsti klassi, miðlingarklassi og elsti klassi. Elsti klassi gekk mánadag, mikudag og fríggjadag. Yngsti og miðlingarklassi týsdag, hósdag og leygardag. Dagurin byrjaði við sangi og morgunbøn. Viðhvørt las Kallsoy morgunbønina, men ofta bað hann ein lesa nú og annan tá, og onkuntíð las eg morgunbønina. Eg gekk, sum øll onnur í skúla, til eg fylti 14 ár, og eg haldi, at vit høvdu ein góðan skúla.

Eg konfirmeraðist í Gjáar kirkju 1934, og var hetta tann næstfyrsta konfirmatiónin í teirri nýggju kirkjuni. Vit vóru yvir 50 konfirmantar, og fimm vóru frá Gjógv: Pætur í Nýggjustovu, Axel í Fornanum, Poul Johannes í Horni, Brynhild á Heygnum og so eg.

Vit børn vóru uppi í øllum vanligum arbeiði bæði úti og inni, samstundis sum vit eisini spældu nógv saman. Eg orki ikki at hugsa um tíðina fyrr. Pápi bar gras uttan úr Byrgi og á turkilagið Heimi undir Hjallanum og so í hoyggjhúsið, tá ið tað var turt. Plankar blivu lagdir um Ánna fyri at stytta um vegin - ein lá undir húsunum hjá Dreu í Fornanum. Eg haldi, at Marin í Heiðriksstovu var tann fyrsta, ið brúkti línutrog at bera hoyggj í, og skjótt tóku øll eftir. Tað var snilt.  -- Børnini vóru við í øllum: hoyggjaðu, vóru í eplunum og í torvi, og so vóru genturnar uppi í tí húsliga arbeiðinum. Vit høvdu tvær kráir Heimi í Dal, eina Uppi á Brekkum og eina til garðatorv. 

Eg lærdi tíðliga at binda, men ikki lærdi eg meg at mjólka, fyrr enn eg fór at ganga til neytar. - Ja, nú skal eg siga tær: Eg hevði fýra kýr, og vit vóru 10 neytakonur, so tað hava verið einar 40 kýr umframt ungneytini. Tað var kúgv í hvørjum húsi, men ikki vóru tað øll, ið høvdu heila kúgv. Vit og tey í Ólastovu fóðraðu t.d. kúgv saman ta einu tíðina. Neytakonurnar skiftust um at ganga á Dalin (Ambadal) annanhvønn dag, og vit bóru fýra dyllur hvør: tvær á bakinum og tvær á ørmunum. Lat okkum siga tað, at tað vóru fýra litrar í hvørjari dyllu, so bóru vit 16 litrar hvørja ferð, og tað var tungt, kann eg siga tær. Vit bundu eina pelsu tvørtur um okkum, soleiðis at dyllurnar hvíldu á pelsuni í staðin fyri at hanga leysar. Vit fóru frá húsum kl. 8 um morgunin og gingu niðan við Heyggjhúsunum og eftir Neytakonugøtuni niðan um Hurð, og so sótu vit har og bíðaðu, til allar vóru komnar. Vit fóru ikki víðari, fyrr enn allar vóru samlaðar. So varð farið til gongu, og tær allar flestu høvdu stokkarnar við og bundu upp á lívið, meðan tær gingu. Tá ið vit gingu heimaftur við allari mjólkini, bar ikki til at binda. Sjálv var eg kanska ikki so røsk við stokkunum, men eg minnist, at Dalberg bant ógvuliga nógv. Tá ið vit komu á Hálsin, drukku allar vatn úr tí glasinum, sum lá við kelduna, og so fóru vit at finna neytini. Tað kundi vera so ymiskt, hvar ið tey lógu, men lógu tey á Flatinum, so gingu vit heim aftur á Múla. Neytini vóru spøk, og vit høvdu eitt haft við okkum, sum vit heftu um afturbeinini á teimum, meðan vit mjólkaðu. Tað mundi líða at middegi, áðrenn vit vóru aftur við hús, og so fóru vit avstað aftur um sjeytíðina um kvøldið og vóru aftur um ellivutíðina, so tað vóru langir og strævnir dagar. Hetta var hart arbeiði, so tað vóru ungar og raskur konur, ið gingu til neytar, tí hetta var einki fyri brekaðar og gamlar konur. Og hvat bleiv so gjørt við alla mjólkina? Mamma og eg vóru í húsi, og vit fingu einar 7- 8 litrar um dagin, og eg minnist, at tá høvdu Drea í Fornanum og Henrietta sentrifugur, og vit plagdu at fara heim í Fornan viðhvørt við einum stórum krússi. So skúmaði Drea mjólkina, og vit fingu fløtan í krússið, og mjólkin var bara sum mysa. Eg minnist ikki, hvussu sentrifugan sá út, men eg minnist tað, at man kravdi at lunka mjólkina eitt sindur, og so fór hon í sentrifuguna. Síðani kom fløtin út úr einum røri, og mysan úr einum øðrum. Tey, sum áttu sentrifuguna, fingu fløtan afturfyri áttanda hvønn dag. Við hvørt plagdi mamma at ysta mysuna til hønurnar. Fløtin stóð so í einar átta dagar, og so varð hann kirnaður til smør - soleiðis var tað.

Ein mylla stóð her niðri í Tøðuni. Ikki haldi eg meg minnast hana í brúki. Tað er so nógv broytt her rundanum. Ein rættiliga stór á rann her oman fyri hoyggjhúsini hjá teimum í Gortru og hjá Debusi, og so var ein stórur hylur her beint undir vindeyganum. Tá áarføri var, kundi tann áin vera so stór, at tey hjá Sofusi og Sofus Anton máttu fara í stivlar, tá ið tey góvu kríatúrunum. Undir Krígnum kom bátur við korni til bygdina og legði at undir Gulakletti, og so bóru vit kornið niðan. Ikki haldi eg, at tað kornið bleiv malið, tí hetta skuldi vera pá (upp á) beráð.

IMG 1718 copy Medium

 Berlina og tann yngsti sonurin - Birgir - Niðri á Høvdanum.

Her í Ánni er fult av barkholum, og eg havi mangan bukað bark í hasum holunum. Fyrst gróvu vit barkið, so vaskaðu vit tað, og so bukaðu vit tað í holunum í helluni. Tá brúktu øll rotuskógvar, so barkið bleiv kókað í eini grýtu, og so bleiv roðið koyrt niðurí, og tá fekk tað ein penan lit. Tá ið roðið var turt, bleiv tað mýkt og gjørt til rotuskógvar. Øll gingu í rotuskóm og galosjum, og gummiskógvar komu um ta tíðina, men eg haldi, at galosjan er eldri.  Húðarskógvar vór eisini nógv brúktir, og teimum bar til at ganga úti í, tá tað var turt. Kom t.d. slit ella hol á botnin á húðarskónum, so kundu tey finna uppá, at seyma tað holið, ið man fór niðurí, saman og ganga á tí. Tað kallaðu tey klássur.

---

Tað varð nokkso fitt kvøðið um vetrarnar, og vit dansaðu uppi á Gjónni  - í handlinum hjá Dánjal Klein - men eg minnist eisini, at dansað varð í dansistovuni uttan fyri hjá Kristiani á Rætt. Pápi og Jákup í Horni sungu altíð brúðarvísuna saman -  og altíð var tað tann danska  - so pápi var í hvørjum brúdleypi.

-----

Tað var hugnaligt at práta við Berlinu - niðri í Blásatovu - og takk havi hon fyri løtuna.

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna