Hjúnini Svanhild og Knút Vesturdal

Tað var ein regndag í august mánaði 2018, at eg gjørdi av at fara mær ein túr til Eiðis at vitja Knút Vesturdal, tí hann hevði fortalt mær, at hann átti nakrar gamlar myndir frá vegarbeiðinum - Eiði - Gjógv - Funning - seinast í 1950unum og fyrsta partin av 1960unum. Knút og kona hansara, Svanhild, ið forrestin er systkinabarn mítt, eru blíð og fyrikomandi fólk - og so er tey eisini prátingarsom. Knút man vera ein av teimum fáu, ið eigur myndir frá tí vegarbeiðinum. Myndirnar eru áhugaverdar - tað koma vit aftur til. Knút hevur mestsum búð á vegnum í eina hálva øld, og hann hevur fleiri ferðir verið í Kringvarpinum og fortalt um vegarbeiði, kavagrevstur og annað áhugavert sum heild, og við bandupptakaranum í hond royndi eg at beina hann inn á meira "lokalar" hendingar frá teirri tíðini.

Vit lova Knúti framat:

Eg fór at arbeiða veg í 1959, men fyri ta tíð var eg 8 ár sjómaður og sigldi fyri tað mesta við norðmonnum. Tað var Arni Brattaberg, vegformaðurin, úr Vági, ið fekk meg at arbeiða veg. Hann búði hjá mammu, her á Eiði, og eg var heima í millum túrar. Hetta hevur verið um ólavsøkuna 1959, at hann spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma at arbeið veg í nakrar dagar. Eg hevði altíð ætlað mær at blivið skipari, men eg helt, at eg kundi vera heima ein túr, ið plagdi at taka einar tríggjar mánaðir, men tað gjørdist til 50 ár.

Eg haldi, at tað veruliga vegarbeiðið byrjaði 18. oktobur 1958, og tað tók akkurat eitt ár at koma til Gjáar - 18. oktobur 1959. Tá var ball við Gjógv, men veðrið gjørdist so ringt, at fleiri hættaðu sær ikki av aftur bygdini fyrr enn dagin eftir.Ta fyrstu tíðina, eg arbeiddi, koyrdi eg trumluna, men so kom Janus (Øster, Eiði) á hana, og eg fór at koyra fyllaran. Tann gamla sonevnda Hvalvíkskúgvin var eina tíð í vegarbeiðinum, men Herluf (Joensen, Hvalvík), ið hevði koyrt hana frammanundan, koyrdi hana ikki tá. Herluf hevði fingið eina nýggja maskinu - eina BDDT9 - men hin var BDDT6.

                                    

Hvalvíkskúgvin kom til Føroya í 1949, og Herluf Joensen, Hvalvík, fór at koyra hana í 1950. Í 1958 var hon í Eiðis-/Gjáarvegnum . Á teirri seinnu myndini eru Jóhannes á Fløtti (Gjógv) og Herluf.                                          

Nei, tað vóru vánalig maskinamboð - smáar maskinur - í mun til tær, ið nú eru. Herluf var oddamaður og gróv alla moldina omanav. So bleiv borað, skotið, fylt upp - og steinsett við hond. Tað var strævið, ja, eitt hundalív at steinseta við hond. Lastbilarnir vippaðu á vegin, og so skuldi hvør steinur leggjast við hond, og tað ringasta var tað leysa grúsið, ið lá eftir, tí tað mátti lempast oman yvir steinsetingina, og so bleiv tað trumlað. Seinni funnu teir uppá at ganga vakt - hava tvey hold í steinsetingini - einir 6 mans í hvørjum holdi - og so skiftust teir um - tóku kanska einar tvær billastir - og so hvíldu teir tvær. Eina stuttliga hending minnist eg frá steinsetingini. Tummas (Debes, Gjógv) hevði eina tíð tveir lastbilar, og viðhvørt koyrdi Sæbjørn (Jacobsen, Skopun) annan, og eisini plagdi hann at steinseta viðhvørt. Sæbjørn var ógvuliga sterkur maður, men ein dagin misti hann ein stein niður á fótin á Símuni (Fríðheim, Gjógv), sum helt seg hava mist allar tærnar. "Og vita tit hvat? Sterkasti maður í Føroyum spurdi meg, um eg fekk ilt," læt í Símuni. Líkamikið, Símun fór til hús, og tá ið rutan kom frá Gjógv morgunin eftir, sat Símun í bilinum. Allir hildu, at nú fór hann á Sjúkhúsið. Bilurin steðgar, og Símun skrúvar rútin niður, og nú spyr ein: "Fert tú nú á sjúkhúsið?"  "Nei, nú fari eg í Hvíthavið," svarar Símun. Tá fór hann til skips, so tærnar mundu ikki hava tað so heilt galið.

                                       

Tann fyrsta myndin er tikin Heimi undir Skarði 1961. Frá vinstru: Janus Øster (Eiði), ?, Hans Edvard (Gubbi), Sigurd Niclasen (í Bíggjarlagnum) og Pætur Joensen (í Nýggjustovu). Tann seinna myndin er tikin sama dag. Hans Egil eigur bilin - Morris (5 tons) - og kranin 1200 kg. Á myndini kenna vit Kristian í Lon (Kristian Olsen) og Gubba (Hans Edvard Joensen).

- Tað vóru nógvir lastbilar tá. Benadikt (Johannesen, Gjógv), hevði ein nýggjan Bedford (3 tons), Jógvan Sofus (Juul, Funningi) hevði ein Bedford, Petur Andrew (Bláberg, Funningi) hevði ein Bedford, Svenning (Johannesen, Funningi) hevði ein Bedford, Thomas (Debes, Gjógv) hevði ein bil, Hans Egil (Joensen, Eiði) hevði bil, Eivind (Ellingsgaard, Eiði) hevði bil og Carlton (Poulsen, Eiði) hevði eisini bil. Aðrir lastbilar vóru helst eisini. Fleiri av bileigarunum vóru skiparar, men ikki dugdu teir væl at koyra í fyrstani - og hvaðna verri dugdu teir at fáast við bilarnar, um okkurt gekk fyri. Sivert (Joensen, Gjógv) var smiðjumeistari. Hann var skemtingarsamur maður og gramdi seg mangan um, hvussu lítið skil teir høvdu fyri bilum. Tað var í heilum, at motorarnir máttu vindast í gongd, og tad typtist í heilum, og so stóðu teir har og blástu í tangan."Ja, eg skal siga tær tað, at tað er so forbiðið", segði Sivert, "at sjálvt um teir punktera, so standa teir og blása í tangan fyri at vita, um tað hjálpir!". Næstan hvørt einasta kvøld var onkur í smiðjuni, so Sivert hevði úr at gera.

                                      

Tann fyrra myndin er tikin í 1962 yviri undir Hamarsendanum, har Smiðjan stóð eina tíð. Menninir eru frá vinstru: Erling Joensen, Fuglafjørður, Arni Brattaberg, arbeiðsformaður, Vági,  Laurits Ejdesgaard, Eiði, og Sivert Martin Joensen (á Fløtti), Gjógv. - Tann seinna myndin er tikin Heimi á Sniðrygginum í 1960. Tummas Debes, (í Ólastovu) , Gjógv, og trumlan --

Umframt bilar og maskinur vóru tveir kompressarar og ein traktorur. Alt bleiv borað við hond, og holini kundu vera upp í fimm metrar djúp. Fyrst bleiv borað við einum meturbori - og so skiftu teir til tann næsta meturin o.sfr. Tað var eitt hundalív. Grótbrotið var undir Kobba. Tá brúktu teir battarí at spreingja við - pluss og minus - og tað kundu vera eini 50 hol. Klæmint (Ejdesgaard, Eiði) var skjúttari ta fyrstu tíðina. Einaferð mundi enda galið - tað brast ikki, og teir fara so at leita eftir feilinum og gloyma at taka av battaríinum. Tá teir so binda saman, nú brestur, og Klæmint bleiv slongdur langt upp í luftina, men hann fekk - merkiligt nokk - ongan skaða. Seinni fingu teir eitt apparat at vinda við, og tað kláraði at spreingja 90 skot. Hans á Brúgv (Poulsen, Eiði) passaði kompressararnar, og ymiskir menn boraðu. Óli Andreas (Johannesen, Funningi) og Jóhannes á Fløtti (Sivertsen, Gjógv) vóru nokkso fastir borarar.

                                                  

Myndirnar eru tiknar í Eiðishaganum 1964. Tann fyrsta myndin frá vinstru: Óli Andreas Johannesen, Funningi, Jóhannes Sivertsen (á Fløtti), Gjógv, og Pól Jóhannes Jacobsen, Eiði.  - Tann mittasta myndin frá vinstru: Niels Dahl, Funningi, Mourits Olsen (í Jógvansstovu), Eiði, Jákup Petersen (í Hvanngarðinum), Funningi, og Jógvan Emil Mørkøre, Eiði.  -

Tá ið mest av fólki var til arbeiðis, lá tað um 70 mans - nakað javnt býtt millum bygdirnar, Eiði, Funning og Gjógv. Mann kom at kenna allar hesar menninar so sera væl, og eg má siga tað, at eg havi bara góð og  stuttlig minnir um teir allar samlar. Tað vóru nógvir raskir menn, ið arbeiddu veg, men eg má nevna Donald Mackay - vanliga nevndu vit hann bara Mackay. Hann var nakað fyri seg.

                                                                                                                                                                                            

Tann fyrra myndin er  frá 1949.  Donald Mackay (1919 - 1990) giftist í 1949 við Petru Súsonnu Johannesen, úr Funningi, (1916 - 1954), og tey fingu børnini: Hilda, f. 1942, Barbara, f. 1950, William, f. 1951, og John, f. 1952.  - Tann seinna myndin er frá  1964. Frá vinstru: Niels Dahl, Funningi, Jógvan Emil Mørkøre, Eiði, Bernhard Hammer, Eiði, Jákup Petersen (í Hvanngarðinum), Funningi, Gunnar Samuelsen (hjá Sámali), Eiði, Óli Andreas Johannesen, Funningi, og Jákup Sigurd Jacobsen, Funningi.

Mackay hevði verið skotskur hermaður og hevði m.a. mist annað beinið og annað eygað í Krígnum, men álíkavæl gekk hann hvønn morgun úr Funningi og niðan til vegin og var gjarna fyrstur niðan. Hann fór altíð undan hinum monnunum fyri at fáa betri tíð at ganga. - Ja, tvætla ikki, onkran túrin gekk hann eisini til Eiðis. Ótrúligt, sum hann var raskur, og so var hann so fittur eisini. So var tað ein dagin, nú kemur róp í, at ein funningsmaður hevur brotið beinið. Hetta hoyrir Brattaberg og spyr, hvør maðurin er. Tá ið teir so svara aftur, at hatta er ikki so farligt, tí beinið er farið í smiðjuna hjá Sivert - hann skal ordna beinið aftur - og óðari gjørdist Brattaberg og reyk í bilin. Tá ið hann kemur í smiðjuna, stendur Sivert við beininum hjá Mackay og klinkar tað saman. Annars søgdu teir, at tað var ikki so farligt, tí sunnudagsbeinið hjá Mackay var við hús. Jóannes Petersen (undir Reyni), Funningi, var farin oman til Funnings eftir eykabeininum, men tá ið hann kom niðan aftur, hevði Sivert ordnað tað heila. -  Mackay varð ikki tikin í at sláa grót við sleggju. Tað var soleiðis í byrjanini, at hvør stórur steinur skuldi sláast til, so at hann passaði at steinseta við. Men so var tað ein dagin, at Mackay fekk eitt splintur í eygað, og tað bløddi so ræðuliga illa. Hann var í oljubuksum, og blóðið rann niður eftir teimum. Hans Egil (Eiði) skuldi so koyra hann til doktaran, og Brattaberg bað meg koma við, so vit fóru allir tríggir við honum. Hann sat har í lastini - skitin og tað bera blóð. Vit koma so til doktaran og taka hann úr lastini og fara inn við honum. Petur Reinert var stutt síðani komin her sum lækni, men hann var ikki heima.  Mackay sá ræðuligur út - og fer beina kós inn í stovuna. Norma - kona Petur Reinert - kom ímóti okkum, og hon bakkaði eitt sindur, tá ið hon sá skilið. Hon var sjúkrasystir og von við bæði eitt og annað, so tað var alt í lagi. Hon tekur ein lappa og roynir at turka eitt sindur burtur, men tá letur í Mackay: "Skal eg taka the eygað út?" So fer hann yvir ímóti vaskinum og letur eygað detta niður í vaskið. Tá væntaðu vit, at hon svímaði, men tað bilti ikki. Vit vóru bangnir fyri, at eygað var brotnað innií, men so var tíbetur ikki. Hon reinsaði alt so væl, sum hon kundi, og glaðir vóru vit, tí alt spældi so væl av.

 

Hendan myndin er tikin 18.oktobur 1959, tann dagin, ið vegasambandið kom til Eiðis. Jógvan Sofus og Brattaberg føra Merkið. Benadikt átti og koyrdi tann fyrsta bilin. (ps. Eri eitt sindur errin av hasi myndini, tí eg var í hasum fyrsta bilinum - og kenni meg aftur)

Eg arbeiddi upp á handan vegin í 5 ár, so í 1964 hevur allur vegurin til Gjáar, til Funnings og umvælingin av Eiðisvegnum verið liðug, og tá tók landið vegirnar yvir. Vit tjentu væl í vegnum, tí vit kundu arbeiða so leingi, sum vit vildu, men fingu onga yvirtíð. Tímalønin var kortini væl hægri enn hjá teimum vanligu arbeiðsmonnunum. Nú hugsaði eg so bara um at fara aftur til skips, men so søkir Landsverkfrøðingurin eftir einum tíggju monnum at halda vegirnar við líka - um alt landið. Brattaberg bað meg søkja og legði aftrat, at hatta er eitt starv fyri lívið, men eg dró á bæði. Líkamikið, tað endaði við tí, at eg fór suður at tosa við Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing. Vit tosaðu saman eina løtu, og tað vísti seg, at eg kundi fáa starvið. So var tað lønin. Mikkjal segði, at teir høvdu sett ein, og hann fekk 1300 kr. um mánaðin - hvat eg segði til tað. Eg segði, at eg hevði hugt eitt sindur upp á hatta og skuldi taka av, um eg fekk 1400 kr. um mánaðin, og tað segði hann vera í lagi. Hetta var í 1964. Hesin lønarmunurin fylgdi mær øll árini, men hinir formenninir vistu einki um hetta.

Í oktobur mánaði 1982 kundi enda galið hjá mær. Sverri (Festirstein, Eiði) og eg høvdu verið í Funningi og vóru á veg aftur til Eiðis, og Sverri sat á setrinum aftanfyri. Tað var stormur av útsynningi. Vanliga hevði eg ein góðan, tungan bil, men tann dagin hevði eg ein lættan - eitt hálvt rugbreyð - tí tann góði var í smiðjuni. Eg føldi nógvan vind á bilinum, so tá ið vit komu niðan ímóti Kobba (undir Eiðisskarði), royndi eg at halda meg so langt ímóti tí innaru síðuni á vegnum, at um eg skuldi fokið, so endaði bilurin bara á stabbasteinunum, men tú skalt trúgva mær, at nú kom ein so sterk hvirla, at hon tók bilin og lyfti hann í leysari luft upp um allar stabbasteinarnar og so omanav.

Her síggja vit Kobba (kobbi = kópur, so hetta er eitt samburðarnavn)

So fóru vit bóltandi omaneftir, og nú kemur bilurin í ein stein, og eg verði slongdur úr bilinum, og hann fer rullandi eftir báðum beinunum hjá mær. Bilurin rullar so víðari - við Sverra í - næstan oman á tann niðara vegin, men Sverri fekk mestsum ongan skaða, tí hann var komin at liggja í millum bæði setrini. Eg føldi beinan vegin, at hjá mær var heilt galið, men bleiv eg ikki slongdur út, so steindoyði eg, tí bilurin sá út sum ein pannukaka. Fyrstur at koma til var Kristian Joensen (í Gamla Pakkhúsi, Gjógv). Hann slerdi ein pela niður, sum eg kundi halda mær í, tí tað var kolandi stormur, og so fór hann oman til Funnings eftir fólki. Sverri varð verandi í bilinum, og eg var øgiliga kaldur, tí tað tók sína tíð, til teir komu aftur úr Funningi. Teir koyrdu meg so til læknan, Magnus á Stongum, men Sverri fór ikki til læknan. Eg bleiv so fyrst sendur til Havnar at taka blóðroynd fyri rúsdrekkakoyring - hvat heldur tú - og so úr aftur Havn og til Leirvíkar, tí eg skuldi á Klaksvíkar sjúkrahús til viðgerðar. Eg bleiv borin umborð í doktarabátin og niður í lastina, og eingin hugdi niður til mín á túrinum til Klaksvíkar. Eg var illa fyri - fullur av medisini og hálvt í ørviti. Rajani, lækni, tók sær væl av mær, og eg mundi liggja har í einar seks vikur.

                                  

Myndin er frá 1965. Lastbilin (Bedford 3 tons) hevði Benadikt (Gjógv) átt sum nýggjan.      - Tann seinna myndin er frá 1969.  Knút og Pól Johannes Jacobsen (Eiði)

Skulu vit fara at tosa um kavagrevstur, so kundi eg sagt frá nógvum ringum túrum, men eitt kann eg siga, at eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi verið bangin um meg sjálvan. Tað var so javnan, at tað ikki sást fram um nøsina - kanska kendi tú onkran bøkk - men tær fyrstu gravkýrnar koyrdu so spakuliga, at tú føldi, um tær fóru útav. Tað var so øgiliga óbehagiligt tey fyrstu árini, tí maskinurnar høvdu einki hús - eg sat bara úti. Eg plagdi at vera í koti og føroyskari hettu, og tað var so mangan, at glerpípurnar hingu í eygnabrúnum. - Lat meg fortelja tær um ein ringan og langan túr til Gjáar. Hetta var í 1969. Jógvan á Fløtti (Nónsgjógv, Gjógv), Jógvan Sofus (Ferjá, Gjógv) og Pætur í Ólastovu (Debes, Gjógv) høvdu keypt eitt sjeymannafar úr Hvalba. Báturin hevði ein 5 HK Sleipner motor.

Báturin, ið fekk navnið "Norðhavið", er tann við tí gula húsinum.

Báturin var sigldur til Eiðis, men veðrið var so ringt, at Jógvan og Jógvan Sofus máttu gista minst eina nátt á Eiði. (Pætur var ikki við). So hildu teir veðrið vera so frægt, at tað kundi koyrast til Gjáar. Báturin bleiv koyrdur upp í bilin hjá Hans Egil, eg koyrdi gravkúnna frammanfyri, og Pól Jóhannes (Jacobsen, Eiði) koyrdi bilin, sum vit báðir plagdu at hava. Tað var nógvur vindur av landnyrðingi, men tað gekst kortini hampuliga væl niðan á Eiðisskarð. Tá ið vit vóru komnir um Skarðið - um Kobbaleiðina - fór gravkúgvin so mikið útav, at eg slapp ikki uppaftur. Hans Egil og Pól Jóhannes fóru so oman til Eiðis eftir nøkrum svellum (tjúkkum stokkum), sum vit plagdu at leggja undir beltið, tá ið kúgvin stóð føst. Men, hvat - teir komu ikki afturíaftur, tí tá hevði tað kavað so illa, at teir sluppu ikki niðanaftur. Hvat ger Jógvan á Fløtti? Hann leggur seg at grópa har í bakkanum við berum hondum og finnur nakrar steinar, sum hann upp á onkran merkiligan máta fær lagt inn undir beltið, so kúgvin kom upp. Tað var ikki minni enn eitt bragd. Jógvan á Fløtti var ótrúliga raskur og visti altíð onkur ráð. So fóru vit víðari, og nú koyrdi Jógvan á Fløtti bilin. Eg trúgvi aldrin at hann hevði koyrikort til lastbil. Tað var nógvur vindur beint ímóti - men tað gekk tann rætta vegin, og vit komu á Gjáarskarð, og har steðgaðu vit eina løtu. Tá kemur Jógvan Sofus til mín og sigur: "Knút! Nú havi eg sitið og biðið og biðið til Várharra, at tú ikki skuldi fara útav aftur. Nú tími eg ikki meir, tí nú haldi eg tað vera sloppið!" Jógvan Sofus var stuttligur maður. Oman í gjøgnum Gjáardal gekst bara væl, men tá ið vit komu í bygdina - á Brúnna - stóðu menn í hettum og vøttum - klárir at fara at leita, og tá kom ein so strong hvirla, at hon mundi tikið bæði bát og bil í Ánna. So ringt var veðrið. Hans Egil fortaldi mær seinni, at tað vóru øll rør, bremsurnar og tað heila á bilinum so slitið, at tað var ein spurningur, um hann hevði nakrar bremsur. Ná, men tað var so ringt veður, at ikki var hugsingur um at fara avaftur bygdini. Eg svav hjá Jógvani á Fløtti. Á, tann blíðskapur, ið har var. Tað var sum eitt lítið bátsgildi, tað var so hugnaligt, og Jógvan Sofus hevði nógvar søgur at fortelja. Morgunin eftir klokkan fýra fór eg aftur í kúnna, og Birgir (Nónsgjógv, Gjógv), ið var smádrongur, vildi sleppa við at sita í húsinum hjá mær, meðan eg gróv. Fyrst fóru vit til Funnings, so til Eiðis og síðani suður í gjøgnum Sundalagið, og tá ið vit báðir - Birgir og eg - komu aftur til Eiðis, høvdu vit verið í kúnni í átjan tímar. Jú, hetta var ein av teimum mongu ringu og drúgvu kavatúrunum.

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna